leygardagur 12. februar 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2005
43
Avloysari fyri
deildarergoterapeut
Ergoterapiin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir av-
loysara fyri deildarergoterapeut á psykiatrisku deild
á 37 tímar um vikuna. Starvið er frá 1.apríl 2005 til
31. mai 2006.
Vit bjóða tær:
Umframt fakligar og persónligar avbjóðingar
kunnu vit bjóða tær eitt arbeiðspláss í menning.Tú
fær møguleika til at luttaka í okkara positiva og
vælvirkandi toymi við nógvum fjøllbroyttum
arbeiðsuppgávum.
Um Ergoterapiina
Ergoterapiin hevur tvey høvðusøkir, sum umfatað
psykiatriska og somatiska viðgerð. Ergoterapiin
hevur felags leiðara,sum hevur sína dagligu gongd
á somatiska økinum.
Í ergoterapiini virka í løtuni 7 ergoterapeutar. 4
ergoterapeutar innan tað psykiatriska øki og 3
ergoterapeutar innan tað somatiska øki.
Um arbeiði
Vit arbeiða sentralt í ergoterapiini, og ergo-
terapeutarnir hava ábyrgdina av hvør sínari deild.
Vit nýta m.a eina kanadiska fyrimynd sum fatanar-
grundarlag og arbeitt verður við dokumentatión.
Arbeiðsøkið
• Skal arbeiða undir leiðslu av leiðandi ergoterap-
euti og skal vegna honum taka sær av dagligu
leiðsluni á psykiatriska økinum.
• Skal luttaka í viðgerðini av brúkarunum.
• Skal halda seg kunnaðan við menningina innan
ergoterapiina.
• Skal ráðgeva og vegleiða starvsfólkunum í ergo-
terapiini.
Deildarergoterapeuturin
Skal vera áhugaður í at luttaka í einari spennandi
avbjóðing, kunna vísa áræði, ikki vera bangin fyri
nýggjum tiltøkum og vera við til at útbyggja sam-
starv við aðrar fakbólkar. Vit leggja dent á persón-
ligar eginleikar so sum »humor«,greiða talu og gott
arbeiðslag.
Nærri fæst at vita um arbeiðstíðir, arbeiðsuppgávur
o.a við at venda sær til Súnu Mørk, deildarergo-
terapeut tlf. 304500 lok. 5785, ella Kirstin Ellings-
gaard, leiðandi ergoterapeut tlf. 304500 lok. 5781.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum
upplýsingum skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 28. februar 2005 kl. 12.00
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við
at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Jørð í Fuglafirði
til sølu
Við hesum verður jørð í Gjógvaráhaga, matr. nr.
871a, og Norðuri í Haga, Heimari partur, matr. nr.
866, umframt tilhoyrandi innangarðsjørð, ávikavist
matr. nr. 103a, 123a, 391a, 498a og 800a, øll Fugla-
fjørður, lýst til sølu.
Áhugað kunnu venda sær til Jóhan J. Lamhauge,
adv. ft.
Advokatfelagið
Yviri við Strond 4
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311260 · Fax 311261
e-mail: advokatfelagid@kallnet.fo
Tórmóður Djurhuus, adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Anna Dam, adv.
Ingi Højgaard, adv.
Lesið
- so eru tit við