Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 31 - 15. februar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 11. februar var móttøka í nýggja bygninginum hjá P/F Kjøtbúðin v/O. Reinert í Akra- nesgøtu 7 í Havn. Fyritøkan, ið síðan 1938 hevur hildið til á 80 fermetrum í Tórs- gøtu, hevur nú 400 fermetrar at ráða yvir MÓTTØKA Myndir Jens Kristian Vang Fríggjadagin savnaðust um 270 fólk til móttøku í Akranesgøtu í Havn, tá ein av elstu fyritøkunum í býn- um, Kjøtbuðin v/O. Rein- ert, lat upp í stásiligum nýggjum virkisbygningi, eftir at fyritøkan hevur hildið til í somu hølum í Tórsgøtu síðan 1938. Tað var í 1938 at Jens Reinert, pápi Otto Reinert, læt upp Kjøtbúðina í leig- aðum hølum hjá Sjómans- heiminum í Tórsgøtu. Í 1958 yvirtók Otto Rein- ert fyritøkuna. Til 1975 var Kjøtbúðin bæði slaktarí og handil, sum seldi allar føroyskar matvørur. Síðan hevur fyri- tøkan verið eitt fram- leiðsluvirki við døgurðmati og viðskera, ið hevur selt sínar vørur til handlar kring landið. Gólvvíddin í nýggja bygninginum er 400 fer- metrar. Nógvar av maskin- unum eru nýggjar, og alt er góðkent av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og lýkur øll ES krøv. Byggifelagið Arti- con hevur staðið fyri bygg- ingini, og glastrevja-elem- entini innan hevur P/f Klement Petersen í Salt- angará latið. Fyritøkan framleiðir fiskafars, kjøtfars, hakki- kjøt og trý sløg av pylsum. Nógvar av vørunum vera seldar gjøgnum PM-heil- søluna í Havn. Otto Reinert sigur, at um teir skuldu klára stóra eftir- spurningur eftir teirra vør- um, var neyðugt at fáa betri umstøður at arbeiða undir. Tí tóku hann og sonurin Oddur, ið eiga fyritøkuna saman, avgerð um at byggja nýggja virkisbygn- ingin. Í fyritøkuni starvast dagliga 8-10 fólk. Kjøtbúðin v/O. Reinert: Gomul fyritøka í nýggjan virkisbygning Starvsfólk hjá P/F Kjøtbúðini v/O. Reinert, f.v.: Oddur Reinert, Davina Reinert, Otto Reinert, Kristian Bjarnadal, Jens Eli Jacobsen, Eyðstein Joensen, Jastrid Jacobsen, og Sámal Nielsen. Ingibjørg Rasmussen og Sigrun Danielsen vanta á myndini Nýggi virkisbygningurin hjá P/F Kjøtbúðini O. Reinert í Akranesgøtu í Havn Jógvan Johansen og Viljormur Tórsheim ynskja tillukku við nýggja bygninginum Oddur Reinert og Petur Petersen frá Føroya Bjór Nógv fólk stukku inn á gólvið til móttøkuna seinasta fríggjadag. Feðgarnir høvdu úr at gera við at heilsa uppá fólk Poul Michelsen frá PM-heilsøluni, og Davina, kona Otto Reinert