mikudagur 16. februar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 32 - 16. februar 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Innflytarar kannast
Tann konservativi andstøðuflokkurin í Bretlandi held-
ur, at fremmandafólk, sum ætla sær at búgva í Bret-
landi í eitt ár ella meiri, skulu heilsukannast, og kann-
ingina skulu tey sjálvi gjalda. Kanningin skal umfata
øll, sum koma úr londum uttan fyri ES, men vanlig
flóttafólk eru kortini undantikin.
Formaðurin hjá teimum konservativu, Michael Ho-
ward, hevur sett viðurskiftini viðvíkjandi teimum
nógvu fremmandafólkunum ovarlaga á dagsskránna,
nú val verður í Bretlandi í næstum. Flokkurin sigur tað
vera alneyðugt at viðgera hesi viðurskiftini. Tað heldur
stjórnarflokkurin Labour eisini, og báðir flokkar hava
fleiri uppskot á økinum.
Michael Howard sigur, at uppskotið um at kanna
heilsuna hjá fremmandafólki er gjørt eftir tilsvarandi
uppskotum, sum verða viðgjørd í Avstralia, Ný Sælandi
og Kanada í hesum døgum. Eftir hesum uppskotunum
skulu tey fremmandu kannast fyri eitt nú eyðkvæmi og
tuberklar.
Bjargar ikki mannalívum
Kanningar í USA benda á, at vaksina, sum eldri fólk
fáa ímóti influensu, hevur ikki bjargað einum einasta
mannalívi seinastu 30 árini.
Tey, sum hava skipað fyri kanningini, siga, at fólk
hava vanliga ta uppfatan, at verða tey eldru ikki vaks-
inerað ímóti influensu um veturin, er stórur vandi fyri,
at tey fara at doyggja, gerast tey sjúk. Men hagtøl tey
seinastu 30 árini hava avdúkað, at hetta er ikki so, siga
tey. Kortini ætla amerikonsku heilsumyndugleikarnir
ikki at mæla teimum eldru frá at lata seg vaksinerað.
William Thompson á heilsustovninum í Atlanta sigur
við AP, at eftir hansara tykki er tað framvegis eitt gott
hugskot at vaksinera tey eldru.
Amerikanska heilsuverkið mælir til, at fólk, sum eru
farin um tey 50, verða vaksinerað, og tað sama er gald-
andi fyri børn, sum eru ímillum seks mánaðir og tvey
ár. Kvinnur, sum eru við barn, eiga eisini at verða vaks-
ineraðar og somuleiðis fólk, sum líða av ymsum var-
andi sjúkum.
Ferðafólkini afturkomin
Yvirgangsatsóknin at USA 11. september í 2001 hevði
millum annað við sær, at ferðafólkatalið í Meksiko
minkaði nógv, men nú eru viðurskiftini um at koma aft-
ur í rættlag.
Í fjør vitjaði 20,6 milliónir útlendsk ferðafólk Meksi-
ko. Tað var tíggju prosent fleiri enn árið fyri og tað
mesta síðani 2001. Ein stórur partur av vøkstrinum
stavar frá ferðamannaskipum, sum steðgaðu á í meksi-
konskum havnarbýum. 7,6 milliónir ferðafólk vóru við
skipunum, og tað var ein millión fleiri enn árið fyri,
siga myndugleikarnir.
Inntøkurnar frá ferðavinnuni vóru næstan 60 milli-
ardir krónur í fjør, og tað er tað mesta nakrantíð. Sam-
stundis útvegaði ferðavinnan umleið 66.000 arbeiðs-
pláss í fjør.
Hann oyðslar
Swaziland í Afrika er eitt tað fátækasta landið í heim-
inum. Harafturat er landið illa plágað av eyðkvæmi,
men tað forðar ikki Mswati kongi at spilla almennar
pengar burtur.
Mswati kongur hevur tíggju konur, og BBC veit at
siga, at nú hevur hann keypt konunum hvør sín bil av
slangum BMW. Prísurin er um fimm milliónir krónur.
Fyri tveimum mánaðum síðani keypti kongur sær sjálv-
um ein Daimler Chrysler Maybach fyri umleið 2,8 milli-
ónir krónur. Í fjør ætlaðui kongur at keypa sær eitt priv-
atflogfar fyri góðar 300 milliónir krónur, men tað varð
kortini av ongum. Eitt uppskot um at byggja teimum
tíggju konunum hvør sína borg er heldur ikki sett í verk
enn.
1,2 millión fólk búgva í Swazilandi, og sambært ST
líða umleið 90 prosent av fátækradømi, og 40 prosent
er smittað við HIV. Tann 37 ára gamli kongurin tók við
valdinum eftir pápan, sum doyði í 1982.
Libanska andstøðan
og amerikanska
stjórnin eru á einum
máli um, at fyrrver-
andi libanski forsæt-
isráðharrin bleiv
myrdur eftir boðum
úr Sýrialandi
LIBANON
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Minst tólv fólk, teirra mill-
um fyrrverandi forsætisráð-
harrin Rafik Hariri, doyðu í
teirri sera hørðu bumbu-
spreingingini í libanska
høvuðsstaðnum
Beirut
fyrradagin.
Spreingingin
var so hørð, at tann serbygdi
bilurin hjá fyrrverandi for-
sætisráðharranum
fór
í
smildur, og fleiri hús nær-
hendis
bumbustaðnum
fingu stóran skaða.
Ein higartil ókendur fel-
agsskapur hevur átikið sær
ábyrgdina av álopinum,
men í Libanon er andstøð-
an ikki í iva um, at tað var
grannalandið
Sýrialand,
sum legði álopið til rættis.
Andstøðan vísir á, at Rafik
Hariri vildi hava Sýrialand
at taka sínar hermenn úr
Libanon, og andstøðan vil
vera við, at tað var hetta,
sum kostaði fyrrverandi
stjórnarleiðaranum lívið.
Amerikanska
stjórnin
hevur somu áskoðan, og ein
embætismaður segði við
New York Times í gjár, at
tilburðurin í Beirut ger, at
USA fer at leggja uppaftur
størri trýst á stjórnina í
Damaskus. USA hevur
leingi lagt Sýrialand undir
at stuðla altjóða yvirgangi
og at hjálpa uppreistrar-
monnunum í Irak, og nú
ber USA ótta fyri, at
bumbuspreingingin í Beir-
ut fer at órógva friðar-
royndirnar
hjá
ísraels-
monnum og palestinum.
Sýriska stjórnin hevur
avsannað, at hon hevði
nakað við bumbuspreing-
ingina í Beirut at gera.
Tvørturímóti hevur stjórnin
sagt seg harmast tað, sum
hendi, men í Washington
verður hetta ikki tikið fyri
fult.
– Vit hava eingi prógv,
men vit hava varhugan av,
at tað var Sýrialand, sum
skipaði fyri álopinum, sigur
embætismaðurin við New
York Times.
Sýrialand hevur havt
15.000 hermenn í Libanon
síðani borgarakríggið har í
áttatiárunum, og í veruleik-
anum hevur Sýrialand fult
eftirlit við øllum landinum.
Eitt spanskt ferða-
mannaskip kom í
havsneyð har vesturi í
Miðjarðarhavinum, tí
motorarnir steðgaðu
ILLVEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Spanska skipið var á veg úr
Tunis til Barcelona, tá tað
kom í illveður einar 75
fjórðingar úr sponsku oynni
Menorca har vesturi í
Miðjarðarhavinum.
Skipið fekk ein sjógv,
sum breyt fleiri rútar á
brúnni, eftirlitsskipaninar
steðgaðu av skammlopi, og
tað gjørdi, at motorarnir
steðgaðu, so skipið rak fyri
vág og vind. Skiparin sendi
alt fyri eitt neyðarkall og
bað um hjálp, og bæði
sponsk og fronsk hjálpar-
skip vórðu send avstað alt
fyri eitt.
Tað eydnaðist kortini
maskinmonnunum at fáa
tveir av motorunum í
gongd einar tveir tímar
seinni, so skipið kundi
halda leiðina fram.
Hóast skipið livdi nógv í
sjónum, fekk einki ferða-
fólk skaða. Ein bretskur
ferðamaður greiddi BBC
frá, at hann bleiv slongdur
úr koyggjuni, tá skipið
legði seg.
776 ferðafólk vóru við
skipinum.
Sýrialand fær skyldina
776 ferðafólk í havsneyð
Spanska ferðamannaskipið rak fyri vág og vind í tveir tímar