Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2005 3 Stór altjóða skótalega verður í summar hildin í Danmark, har minst 17.000 skótar verða við. Føroyskir skótar fara eisini at seta dám á hesa leguna SKÓTALÍV Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í Kvívík ganga 19 ungfólk og gleða seg til 11. juli. Tá fara nevniliga 19 skótar avstað til eina stóra altjóða skótalegu sum verður hildin í Danmark. Tey skulu verða í Danmark samanlangt í tvær vikur. Men ein slík ferð kostar hópin av peningi, og tí hevur skótaleiðslan hjá KFUM- skótunum í Kvívík sett sær fyri at hjálpa børnunum at útvega henda peningin. Í bygdini finst jú ein frálíkur og kendur sangari, Magni Christiansen. Og tað eina kvøldið herfyri skipaðu skótarnir tí fyri eini konsert í bygdarhúsinum "Glæm- uni", har Magni, saman við Kirkjukórinum úr Vest- manna sungu og spældu fyri teimum omanfyri 150 áhoyrarunum sum høvdu leitað sær á konsertina. Væl hepnaðist hjá skót- unum, tí íalt komu inn góð- ar 17.000 kr. hetta kvøldið. Úr øllum heiminum KFUM-skótarnir í Kvívík hava fleiri ár á baki, og hava í summar sett sær eitt rættiliga stórt mál fyri eyga. Miðskeiðis í juli mánaði verður hildin ein stór al- tjóða skótalega í Guld- borgssund, sum liggur á Nykøbing Falster. Skótarnir í Kvívík hava verið sera spentir uppá at fara til hesa leguna. Í fyrsta lagi fyri at møta øðrum før- oyskum skótum, men ikki minst fyri at møta hinum 17.000 skótunum sum koma úr fleiri londum. Tey vænta, at einir 15.000 skótar úr Danmark verða við, men at minst 2.000 skótar fara at koma úr øðrum londum - eisini úr Kvívík í Føroyum. Anna Vang, sum er skóta- leiðari í Kvívík sigur, at tey í løtuni vita um at skótar úr Fuglafirði og av Glyvrum fara á hesa somu leguna. Møguliga fara onnur skóta- lið eisini at senda skótar av- stað. Skótarnir úr Kvívík verða sum ein partur av skótunum av Glyvrum á Danmarkarferðini. Onnur tiltøk Tað er sjálvandi kostnaðar- mikið at fara á eina slíka ferð, og tí varð skipað fyri hesi stuðulskonsertini tann 29. januar. Ætlanin er tó at skipa fyri øðrum stuðulstiltøkum í vár. Longu seinni í hesum mánaðinum er ætlanin at skipa fyri einum serstøkum tiltaki, har páskaregg verða líkasum høvuðsevnið. Vanligt hevur eisini verið at skipa fyri onkrum tiltaki í sambandi við flaggdags- haldið í Kvívík. Í ár verður aftur miðað eftir at hava flaggdagshaldið í bygdini, og í samband við tað bæði kondibingo og matbingo. Bílegging á øllum ferðaskrivstovum og hjá Atlantic Airways. Talið av ferðaseðlum fyri hesar prísir er avmarkað. Skótar úr Kvívík á altjóða legu í Danmark Magni Christiansen gav seg fult út, tá hann spældi fyri bygdarfólki sínum Mynd: Jens Kr. Vang Myndlar og tøl fyri fimtu ferð Fimti fyrilesturin í røðini ‘Myndlar og tøl’, sum Fróðskapar- setur Føroya og Før- oya Fróðskaparfelag skipa fyri, verður hóskvøldi, tá ið Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeild- ini á Fróðskaparsetr- inum, heldur fyrilest- urin Streym til drív og leitiskipanir á landgrunninum FYRILESTUR tíðindaskriv Fyrilesturin verður klokkan 20 í Ovastovu í Nóatúni 3. Týðandi partur av góðari tilbúgving í samband við óhapp á sjónum, er at hava møguleikar til at fáa eina skjóta og álítandi meting av hvar lutir og útlát reka. Telduskipanir til endamálið eru á marknaðinum, men nyttan í teimum er tengt at rákinum og vindinum, sum hesar skipanir verða fóðr- aðir við. Slíkar drívskipanir eru eisini hent amboð, tá met- ast skal um spjaðing av út- láti, t.d. frá aling, slátur- virkjum ella kloakkum, og spjaðing av sjúkum í ali- vinnuni. Í m.a. Skotlandi verða serligar telduskipan- ir, sum á mangan hátt líkj- ast eini drívskipan, brúktar til at áseta biomassan, ið ein fjørður kann bera. Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur í nøkur ár arbeitt við at gera teldu simuleringar av sjóv- arfalsrákinum. Skal ein slík drívskipan fyri Føroyaleiðirnar vera álítandi er neyðugt at hava góðar og neyvar lýsingar av sjóvarfalsstreyminum. Annar týðandi partur er ávirkanin av vindi og av stóru havstreymunum, sum fara framvið landgrunnin- um. Í fyrilestrinum verður greitt frá hesum arbeiðin- um, umframt at nortið verður við møguleikarnar hjá okkum at gera eina slíka skipan í Føroyum. Knud Simonsen tók Bachelor prógv í alis- og jarðalisfrøði á Fróðskapar- setrinum í 1989 og seinni sum havfrøðingur (cand scient í 1992, dr. scient í 1996) á Universitetinum í Bergen. Árini 1992-1999 starvaðist hann á gransk- ingarstovninum Nansen Environmental and Remote Sensing Center í Bergen. Síðani 1999 hevur hann verið lektari á Náttúruvís- indadeildini á Fróðskapar- setrinum.