Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 32 - 16. februar 2005 Samstarv er vegurin Barnaverndin verður tað fyrsta, og eldraøk- ið tað næsta stórmál- ið, sum nýggi formað- urin í Føroya Komm- unufelag fer at brúka orku uppá. Og málini skulu avgreiðast við samstarvi millum kommunurnar, sigur Rósa Samuelsen, sum á fundi um vikuskif- tið varð vald at leiða Kommunufelagið KOMMUNUSAM- STARV Edvard Joensen Kommunurnar mugu sam- starva um tey ábyrgdarøki, tær fáa áløgd frá lands- myndugleikunum, sigur nýggi formaðurin í Føroya Kommunufelag, Rósa Sam- uelsen, borgarstjóri í Sanda- vági. Tað fyrsta, sum stendur fyri, er at taka yvir barna- verndarmál, sum kommun- urnar fara at taka part av á nýggjárinum komandi. Og eftir tað verður tað eldraøk- ið, sum verður álagt komm- ununum, sigur hon. Tað er ikki annað enn sjálvsagt, at kommunurnar samstarva um eitt nú barna- verndarøkið. Tí fleiri av kommununum, fyri ikki a tiga tær flestu, í Føroya Kommunufelag, eru so smá- ar, at tað er ikki møguligt einsamallar at seta eitt nú sosialráðgevar til at avgreiða tey mál, sum fara at stinga seg upp í hesum sambandi, vísir Rósa Samuelsen á. Umframt at tað fer at gera arbeiðið lættari, tá fleiri samstarva, er tað greitt, at slíkt samstarv, sum eitt nú við starvsfólki, eisini fer at gera tað bíligari hjá kommununum at um- sita hesi málini, staðfestir nýggi Kommunufelagsfor- maðurin. Hóast barnavernd og eldraøki liggja frammalaga á listanum hjá Kommunu- felagnum, eru eisini onnur mál, sum Rósa Samuelsen heldur, at kommunurnar saktans kunnu samstarva um. Eitt nú brunatrygd, sum hon heldur vera heilt upplagt mál at taka upp. – Sum er, er ikki lógar- heimild fyri, at eitt øki, sum eg kenni væl, nevniliga Vágar, kann vera saman um brunatrygdina. Tað áliggur hvørji kommunu sær, sum er, sigur rósa Samuelsen. Men her heldur hon tað vera heilt upplagt, at Kommunufelagið fer at virka fyri, at lógarverkið verður broytt. Støðið lagt Nakrar ógvusligar kolvelt- ingar heldur hon kortini ikki, at fólk skulu vænta sær frá nýggja formannin- um soleiðis beinanveg. Undanfarin stýri í Kommunufelagnum hava lagt eitt gott og trygt støði, sum hon ætlar sær at ar- beiða víðari frá, sigur hon. Eitt nú nevnir hon, at tað stóra forarbeiðið í samband við barnaverndarmálið longu er avgreitt, so har er bara at halda fram. Hon arvar eitt næstan liðugt arbeiði, sigur hon. – Ikki, tí, tekur Rósa Samuelsen aftur í aftur. Eg kenni sjálvandi nakað til hetta málið frá egnum ar- beiði í Sandavágs Komm- unu. Tí eg havi eisini verið við í hesi viðgerðini gjøgn- um hoyringar úti hjá kommununum. Og júst hetta við at leggja mál út til kommunurnar til hoyringar og so arbeiða viðari út frá teimum ráðum og viðmerkingum, sum haðani koma, ætlar Rósa Samuelsen sær at gera nógv burturúr, sigur hon. Hetta við at taka komm- unurnar við upp á ráð, heldur Rosa Samuelsen, at undanfarni formaðurin, Mia Pedersen, dugdi serliga væl. Tvey arbeiðspláss At Rósa Samuelsen nú er vald til formann i Komm- unufelagnum, ger sjálv- andi, at hon fer at hava tvey arbeiðspláss í framtíðini. Kommunuskrivstovuna í Sandavági, og skrivstovuna hjá Føroya Kommunufelag, sum er í Runavík. Hon metir tó ikki, at tað fer at nerva verandi arbeiði sum borgarstjóri nakað nevnivert, at hon hevur tikið hetta seinna upp á seg eisini. Í fyrsta lagi er skjótt at ferðast, og í øðrum lagi er internetið atkomiligt, so har er lætt at samskifta. Kommunufelagið hevur gott starvsfólk, sigur hon, so har er alt í góðum hond- um. Tey brøv og mál annars, ið koma til felagið, og sum formaðurin skal síggja, eru løtt at senda víðari um internetið. So tað er ikki alneyðugt hjá henni at vera dagliga á skrivstov- uni í Runavík. Men sjálvandi verður neyðugt av og á at brúka tíð har eisini, sigur hon. Umframt starvsfólkini kennir hon seg at fara at hava góðan stuðul í stýris- limunum í Føroya Komm- unufelag, sum valdir vórðu á fundinum um vikuskiftið. Har eru drivnir kommunal- politikarar ímillum, sigur hon, og nevnir í tí við- fanginum næstformannin, Asbjørn Djurhuus í Tjørnuvík, sum við tíðini er vorðin ein »gomul rotta« í fakinum. Kommunurnar fáa um- boð í stýrið í Føroya Kommunufelag eftir fólka- tali og eini ávísari økisskip- an. Hvørt økið fær ein lim og tiltakslim fyri hvørjar 3.000 íbúgvar. Umframt Rósu Samu- elsen, sum umboðar Vágar, og Asbjørn Djurhuus, sum umboðar Streymoy og Sunda Kommunu, manna seks onnur fólk stýrið. Tey eru Júst Poulsen úr Hvannasundi, sum um- boðar Norðoyggjar, Johann Christiansen úr Leirvík og Petur í Túni av Toftum, sum umboða Eysturoynna - tó ikki bygdirnar í Sunda Kommunu - Karl Olsen í Vestmanna, sum umboðar Streymoy og Sunda Komm- unu, Katrina Johannesen í Skopun umboðar Sandoy, og Anna Djurhuus í Porkeri umboðar Suðuroy. Mynd - Rósa Samuelsen Myndatekstur: Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, fer í komandi valskeiði at stjórna Føroya Kommunufelag Mynd: Edvard Joensen Ungdómsorkestrið í Vágum fer í næstum at selja lutaseðlar til frama fyri Australia- ferð í summar TÍÐINDASKRIV Ungdómsorkestrið í Vág- um fer enn eina orkest- urferð í summar. Hesaferð heilt til Autstarlia, har tey í eina viku skulu hava kon- sertir og so ferðast í landin- um eina aðra viku. Ungdómsorkestrið hevur fyrr verið á slíkum ferðum. Tó ikki so langt kortini, uttan í London og í Íslandi. Men tað kostar pengar at fara so langt sum til Australia. Nógvar pengar. Eina hálva millión ella so tilsamans, sum tey sjálv mugu fáa til vega. Tiltøkini til tess at skaffa pening til ferðina hava ver- ið nógv. Bingo, tombola, dansur og konsertir. Og nú fara tey so undir at selja lutaseðlar, siga tey í Ung- dómsorkestrinum í Vágum í tíðindakskrivi. Ferðalagið, sum fer til Australia, verður stórt. 47 fólk fara av stað. Av hesum eru 30 tónleikarar. Hini eru ferðaleiðarar, og onnur, sum hava tikið av møgu- leikanum at fara ein túr til Australia, og sum so gera ferðalag við ungu tónleik- arunum. Ferðast verður úr Vágum umvegis Man- chester og Singapore til Perth, har tey fara at búgva og hava konsertir í granna- lagnum, siga tey í tíðinda- skrivinum. Orkesturferð til Australia