Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2005 5 Norðurfisk letur aftur Fiskavirkið Norðurfisk í Árnafirði verður nú stongt. Tey umleið 15 fólkini, sum hava arbeitt á virkinum, hava fingið uppsagnarbrøv. Stjórin á Norðurfisk, Jógvan Høj, sigur við Útvarpið, at raksturin í fjør var ikki nøktandi, og tí ber ikki til at halda fram sum er. Men kemur vend í gongdina í vinnuni, er ikki óhugsandi, at virkið kann lata upp aftur. Norðurfisk hevur síðani 1974 virkað fisk. Fyrst og fremst hevur tað verið toskur, og eini 80 prosent av framleiðsluni er farin til útlandið. Teitur á ferð í Europa Føroyski tónleikarin Teitur Lassen kan í februar og mars mánaði hoyrast ymsastaðni í Dan- mark og í øðrum europeiskum londum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í kvøld ferð Teitur Lassen undir eina konsertferð til fleiri europeisk lond. Fyrsta konsertin verður í Lyngby, og næstu dagar- nar standa Esbjerg, Hern- ing, Kolding og Horsens fyri tørni. Seinni í hesum mánað- inum fer Teitur eisini at spæla í týsku býunum Berlin, Hamburg, Køln og München. Hann vitjar eisini Tilburg, Katwijk og Haarlem í Hollandi og Graz og Wien í Eysturríki. Aftan á tað verður leiðin løgd aftur til Danmarkar, har tríggjar konsertir standa á skránni í mars mánaði – tær verða í Ran- ders, Herlev og Helsingør. Hesar konsertir standa í løtuni á listanum hjá Teiti Lassen: 16/2 Lyngby 17/2 Esbjerg 18/2 Herning 19/2 Kolding 20/2 Horsens 21/2 Berlin 22/2 Hamburg 23/2 Køln 25/2 Tilburg 26/2 Katwijk 27/2 Haarlem 28/2 München 2/3 Graz 3/3 Wien 10/3 Randers 11/3 Herlev 12/3 Helsingør – Tað er skelkandi, at vit mugu betala fýra ferðir so nógv til Gramex, sum tilsvar- andi danskar útvarps- støðir gera, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2. Hann hevur biðið Mentamálaráðið venda sær til danska Kulturministeriet við einum fyrispurningi um føroyska gjaldið til Gramex ÚTVARP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Danski felagsskapurin Gramex, sum fyri plátu- feløg og tónleikarar umsitir rættindi til tónleik, krevur fýra ferðir so høgt gjald fyri at spæla tónleik í føroysk- um útvarpi sum í donskum útvarpi. Tað sigur stjórin á Rás 2, Petur Jacobsen, sum er ov- farin av hesum upplýsing- um. – Vit hava allatíðina verið sera misnøgd við innkrevj- ingina hjá Gramex, men tað var av tilvild, at vit komu fram á, at vit betala meira enn fýra ferðir so nógv sum tilsvarandi danskar út- varpsstøðir, sigur Petur Jacobsen. – Síðani vit fingu hetta at vita, hava vit roynt at fingið eina frágreiðing frá Gram- ex um, hví tað er soleiðis, men teir vilja ikki geva okkum nakra grundgeving. Hetta hevur fingið stjóran á Rás 2 at heita á Mentamála- ráðið um at kanna málið hjá tí danska Mentamálaráðn- um. Visti ikki av muninum Rás 2 og Gramex hava ong- antíð verið bestu vinfólk. Feløgini hava verið í rætt- inum og stríðst um gjaldið, sum Gramex krevur, men ta ferðina varð Rás 2 noytt at gera eina semju við Gram- ex. Semjan frá 2002 hevur síðani verið grundarlag undir gjaldinum hjá Rás 2. Men tað var ikki fyrr enn í síðstu viku, at stjórin á Rás 2 av tilvild koma fram á, at gjaldið hjá teimum er nógv hægri enn gjaldið hjá tilsvarandi donskum út- varpsstøðum. Eitt danskt lokalradio skal gjalda 0,4660 krónur fyri hvønn minutt av tón- leiki, sum tað sendir til hvørjar 50.000 íbúgvar. – Vit skulu gjalda 1,89 krónur fyri hvønn minutt, og tað hava vit gjørt síðani semjuna í rættinum. Vit hava frá fyrsta degi av víst á okkara ónøgd við gjaldið, men at gjaldið var ymiskt í pørtum av ríkinum, høvdu vit ikki droymt um, og tað varð heldur ongantíð upp- lýst fyri okkum, sigur Petur Jacobsen. Vil hava frágreiðing Stjórin á Rás 2 hevur verið mest sum í luftini síðstu dagarnar, og hann hevur bæði umvegis teldupost og telefon roynt at fingið eina frágreiðing frá Gramex um, hví Rás 2 skal gjalda nógv meira enn danskar útvarpsrásir. – Eg havi bara fingið at vita, at eg skal gjalda og ikki blanda meg upp í gjaldið. Gramex vil ikki geva mær nakrar frágreið- ing um, hví gjaldið hjá Rás 2 er meira enn fýra ferðir so høgt sum hjá einari tilsvar- andi danskari útvarpsstøð, sigur Petur Jacobsen. – Eitt starvsfólk segði, at ein av orsøkunum var mun- urin á skatta- og lønarvið- urskiftinum í Føroyum mótvegis Danmark, men tað kunnu vit ikki fáa at vita skriftliga, sigur hann. Vil hava pengar aftur Petur Jacobsen heldur, at Rás 2 hevur goldið ov nógvar pengar til Gramex, og hann vil hava ein part av gjaldinum aftur frá felags- skapinum. Rás 2 hevur roknað seg fram til, at rásin hevur goldið 420.000 krónur ov nógv til Gramex, síðani Rás 2 fór at senda. Og Petur Jacobsen hevur heitt á Mentamálaráðið um at blanda seg upp í málið. og Mentamálaráðið er í holt við málið. – Vit vilja hava Menta- málaráðið at heita á danska Kulturministeriet – sum helst er einasti myndugleiki sum Gramex virðir – um at fáa eina frágeiðing uppá munin og heita á Gramex um at rætta feilin heilt frá byrjan, tí vit hava goldið fleiri hundrað túsund krón- ur ov nógv, sigur Petur Jacobsen. Vit royndu fyrrapartin í gjár at fáa eina viðmerking frá stjóranum í Gramex, men hann var ikki. Rás 2 í øðini um gjald til danskan felagsskap Gramex Allar almennar framførsl- ur av tónleiki kosta. Tá ið tað ræður um tónleik umboða KODA og Gram- ex tey, sum eiga rættind- in til tónleikin og fram- førslurnar, og sum sam- bært lógini um upphavs- rætt hava rætt til at fáa pengar fyri framførslur í eitt nú útvarpi. KODA er felagið hjá sangskrivarum, meðan Gramex er fyri plátu- feløg, tónleikarar og sangarar. Við hvørt sam- starva KODA og Gramex um innkrevjingina,men í prinsippinum krevja tey inn pengar hvør sær. Bæði KODA og Gramex krevja pengar inn í Før- oyum fyri framførslur av tónleiki. Størsti parturin av pengunum, sum verða kravdir inn, skal latast aftur til tey, sum eiga rættindini til tón- leikin, tónleikarar og tey, sum geva tónleikin út. Gramex varð stovnað í1963 og hevur 46.000 limir. Eini 200.000 tón- leikarar eru skrásettir hjá Gramex og hava rætt til pengar fyri framførslur av tónleiki Inn- krevjingin Tað ber til at gjalda til Gramex eftir tveimum skipanum. Onnur er, at alt, sum verður spælt í eini útvarpsstøð, verður skrásett, og goldið verð- ur fyri tann tónleik, sum Gramex kann krevja pengar fyri og ikki fyri hitt. Hin skipanin er, at goldið verður fyri hvønn sendan minutt, og tá slepst undan krevjandi skráseting av tónleikin- um. Tað er hendan seinna skipanin, sum Rás 2 brúkar. Í Danmark krevur Gram- ex 0,4660 krónur fyri hvønn minutt av tón- leiki, sum eitt lokalradio sendir til hvørjar 50.000 íbúgvar. Rás 2 skal gjalda 1,89 krónur fyri hvønn min- utt, sum rásin sendir til hvørjar 50.000 íbúgvar. Taksturin hjá Rás 2 er sostatt meira enn fýra ferðir so høgur, sum hann er í Danmark,hóast Rás 2 verður roknað sum eitt lokalradio. – Vit hava allatíðina verið sera misnøgd við innkrevjingina hjá Gramex, men tað var av tilvild, at vit komu fram á, at vit betala meira enn fýra ferðir so nógv sum tilsvarandi danskar útvarpsstøðir, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, sum nú vil hava pengar aftur frá Gramex