Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 32 - 16. februar 2005 – Eg taki undir við at Suðuroy skal vera ein eind, men fyrst má syðra helvt fáast á føtur aftur, sigur Rói Hjelm formaður í vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt SAMANLEGGING Í SUÐUROY Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo –Tankin um at Suðuroyggin skal vera ein eind og draga eina línu, er góður. – Men tað kann ikki vera, sum støðan er nú. Tað heldur Rói Hjelm, formaður í vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt. Ferð eftir ferð seinastu tíðina hava vit hoyrt, at tað einasta rætta er, at øll Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu. Samstundis verður eisini mælt til, at vit fáa eitt vinnuráð fyri alla Suður- oynna, ístaðin fyri at halda fram sum nú, har vit hava eitt vinnuráð fyri Suðuroy- ar syðru helvt. Formaðurin í vinnuráðn- um í Suðuroyar syðru helvt skilir væl tankan, men hann er ikki samdur. – Sum støðan er nú, haldi eg ikki, at tað er rætt at gera eitt vinnuráð fyri alla Suðuroynna. Hann sigur, at í løtuni er sera stórur munur á vinnu- ligu støðuni í syðru- og norðaru helvt í Suðuroy, har syðra helvt er nógv verri fyri enn norðara helvt. – Tí er tað eisini neyðugt at trupulleikarnir í Suðuroy verða viðgjørdir í tveimum og at trupulleikarnir í Suð- uroyar syðru helvt sostatt verða viðgjørdir fyri seg. Hann nevnir sum eitt dømi, at eginpeningurin hjá partafeløgum í norðaru helvt, er tríggjar ferðir so stórur sum eginpeningurin hjá virkjunum í syðru helvt. – Sostatt er greitt hvussu langt afturúrsigld syðra helvt er og tí haldi avgjørt eisini, at trupulleikarnir í hesum partinum í oynni mugu viðgerast fyri seg. – Tí heldur hann eisini at tað er rætt at varðveita vinnuráðið fyri Suðuroyar syðru helvt. – Gera vit eitt vinnuráð fyri alla oynna sum støðan er nú, stúri eg fyri, at norðara helvt fer at fáa ov stóra ávirkan. – Ella sagt við øðrum orðum, so er vandi fyri, at teir sterkari fara at eta teir veikaru og at hetta fer at føra við sær, at syðra helvt fer at vera enn meiri aftur- úrsigld. – Eg haldi, at vit kunnu tosa um at kasta saman so leingi tað er so stórur ójavni ímillum báðar helvt- irnar í oynni. Suðuroyar syðru helvt má fyrst fáast á føtur aftur, áðrenn talan kann vera um at kasta saman. Tað má vera ein javnvág í fyri at onnur helvtin ikki skal taka ræði á hinari helvtini. Tann sterkari verður enn sterkari Rói Hjelm sigur, at hann hevur somu atfinning at Suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum. – Í norðaru helvt hava tey als ikki somu trupulleikar, sum í syðru helvt- og nú eisini í Hvalba. Sostatt kann henda, at ein ætlan fyri alla oynna fer at raka har, sum ongir trupulleikar eru og teir fara sostatt at gera tann sterkara partin í oynni enn sterkari aftur- ímóti í veikara partinum. Rói Hjelm heldur tvørt- urímóti, at norðara helvt í Suðuroy átti eisini at havt sítt egna vinnuráð. Men bæði vinnuráðini áttu so at sett ein ráðgevara, sum kundi samskipa arbeiðið hjá báðum vinnu- ráðunum og loyst uppgávur fyri bæði vinnuráðini. Eru tit so eisini ímóti at øll oyggin verður løgd í eina kommunu? – Í vinnuráðnum í Suður- oyar syðru helvt, leggja vit okkum ikki út í politikk. Í hesum sambandi vil Rói Hjelm sostatt ikki siga nak- að fyri alt vinnuráðið. Men sjálvur dugir hann ikki at síggja, hvørja ávirk- an ein komm-unusaman- legging fær á vinnuligu støðuna. Hinvegin heldur hann heilt avgjørt, at kommun- urnar í Suðuroy eiga at samstarva meiri. – Eg haldi, at vegurin fram at fyrst at fáa meiri samstarv ílag ímillum kommunurnar, og so kann spurningurin um saman- legging koma mest sum natúrliga. – Men tað vísir seg tí- verri, at tá ið kommunurnar skulu samstarva um ymiskt, fæst onki samstarv ílag. Hann vísir á, at onkur hevur so rámandi sagt, at alt tosið um at gera ein miðdepil í Hovi er besta prógvið um, hvussu ósamd- ar kommunurnar eru. – Hov er ein neyðloysn sum er skotin upp, tí kommunurnar kunnu ikki semjast um, hvussu oyggin skal byggjast út. – Vit hava tvey pláss í oynni, sum eru javnt stór. Men tey bæði plássini semjast so illa, at tey eru noydd at gera eina neyð- semju um at gera eitt triðja, kunstugt pláss mitt ímillum og tað vísir bara, hvussu stór ósemjan í veruleikan- um er. Enn er neyðugt at býta Suðuroy í tvey – Kasta vit alla Suðuroynna saman í eina eind nú, er vandi fyri, at tann sterkari fer at eta tann minni sterka, tí syðra helvt er so nógv verri fyri enn norðara helvt er, sigur Rói Hjelm, formaður í vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt Komandi vikuskifti bjóðar Heimamissiónin øllum ungum og vaksnum til eitt spennandi talaraskeið. Skeiðið er fyri øllum, ið eru eldri enn 16 ár. Skeiðið er ætlað øllum, sum hava roynt at tala á einum møti, men ikki minst teimum, sum ikki hava roynt hetta áður. Sagt verður, at øll kunnu fáa okkurt gott og viðkomandi burtur úr skeiðnum. Møguleiki verður eisini at royna hetta við sjálvur at halda eina talu á skeiðnum. Her verður skipað soleiðis fyri, at allir luttakarar fáa ein tíma at fyrireika seg í og síðan bera fram eina royndartalu uppá 10 min í einum bólki upp á 5-6 persónar. Hinir persónarnir fara síðani at geva feedback til taluna. Tað vera bert føroyskir undirvísarar til skeiðið. Teir eru Hans Kristian Justesen, Sverri Steinhólm, Alfred Olsen, Tom Skaale, Reim- und Langgaard, Jógvan Steintún og David Mørk- øre. Sum ein part av skeiðn- um verður eisini hugt eftir upptøkum av, hvussu stórir talarar úti í heimi bera fram boðskap sín. Síðani verður ein eftirmeting gjørd av hesum eisini. sb. – Um kommunurnar í Suðuroynni løgdu saman til eina kommunu, átti ein at flutt raksturin at Smyrli til Suðuroynna, sigur tingmaðurin, Ingi Olsen úr fólkaflokkinum. Fríggjadagin hevði tingið 1. viðgerð av einum uppskoti um at byggja ein umsitingar- bygning á Krambatanga í Trongisvágsfirði. Fleiri tingmenn høvdu orðið, – teirra millum Ingi Olsen úr Vestmanna, sum er á tingi sum vara- maður fyri fólkaflokkin í Norðstreymoy. Undir viðgerðini nært hann við spurningin um samanleggingar av kommunum, og mælti tí staðiliga til, at øll Suður- oyggin verður løgd sam- an í eina kommunu. – Eftir at hetta varð gjørt kundi landið flutt eina árliga upphædd til raksturin av hesi saman- løgdu kommununi, til suðringar sjálvar at um- sita, segði Ingi Olsen m.a. undir viðgerðini. Mett verður, at árligi kostnaðurin av at reka Smyril kemur at ligga um 25-30 mió. kr. Tá eru avskrivingar ikki við. Henda upphædd kundi verið flutt til kommun- una í Suðuroynni, sum sjálv kundi staðið fyri rakstrinum og tilrætta- leggingini av suðuroyar- siglingini. Ikki til fyrimuns Í uppskotinum til umsit- ingarbygningin skjýtur tingmaðurin, Hergeir Nielsen, upp at flyta alla umsitingina av strand- faraskipunum til Suður- oyar. Men hesum tók Ingi Olsen ikki undir við. – Hetta vildi óivað ver- ið til fyrimuns fyri suðr- ingar, helt hann fyri. Men tað hevði ikki verið til fyrimuns fyri restina av landinum. Málið varð til 1. við- gerð í tinginum fríggja- dagin og er nú beint til víðari viðgerð í vinnu- nevndini. Ingi Olsen hevur sætið á Løgtingi í løtuni, með- an Heðin Zachariasen er í farloyvi í 10 dagar. Heðin Zachariasen er limur í vinnunevndini og tí framsøgumaður Fólka- floksins í vinnumálum. sb. 20. august í ár, fer Norðlýsið, saman við øðrum at fyri- reika fyrsta heims- meistaraheitið í egning nakrantíð EGNING tíðindaskriv Tað hevur verið tosað nógv og leingið aftur og fram í Klaksvík um at skipa fyri einum heims- meistaraheiti í egning. Nú hevur so Norðlýsið, saman við øðrum tikið stig til at skipa fyri eini slíkari kapping, og dag- urin er setur at vera 20. august í ár. Ætlanin er, at eitt stórt tiltak við fjølbroyttari skrá skal leggjast fyri leygardagin 20. august, har alskyns undirhald við tilknýtið til sjógv og fiskarí skal fyriskipast. Enn er skráin fyri dag- in ikki løgd, men arbeitt verður við hesum og um nakrar dagar verður ein skrá kunngjørd og eisini ein reglugerð fyri heims- meistaraheitið í egning. Heimsmeistaraheitið í egning Suðuroyar Kommuna eigur at yvirtaka raksturin av Smyrli Talaraskeið í Havn