mikudagur 16. februar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 16. februar 2005
7
Borgarar, sum búgva í
grannalagnum við
skúlan á Toftum, hava
vent sær til Nes
kommunu við fleiri
fyrispurningum, tí
teir kenna seg ótrygg-
ar og halda, at alt ov
lítið er kunnað um
umstøðurnar í sam-
band við hesa ætlaðu
út- og umbygging av
skúlanum
SKÚLABYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nes kommuna hevur stórar
út- og umbyggingarætlanir
við skúlanum á Toftum.
Ætlaða verkætlanin er
rættiliga umfatandi, og hon
er kostnaðarmikil. Tøl sum
47 miljónir krónur eru
nevnd, og tað er eingin
loyna, at hetta tal ørkymlar
ein part av borgarunum í
kommununi.
Men tað er eftir øllum at
døma ikki bara kostnaðurin
sum ørkymlar. Tað gera
umstøðurnar rundan um
byggingina eisini. Trongligt
er suður og norður og
verður neyðugt við spreing-
ing og nógvari koyring,
spyrja fólk, hvussu tey, sum
búgva í grannalagnum upp-
at skúlanum, skulu fyri-
halda sær undir hesum um-
støðum. Vegurin niðanfyri
skúlan er smalur og eins-
rættaður.
Nú ætlaða skúlabygging-
in nærkast, hava Nicolina
Lamhauge og Osla Gøthe
vegna borgararnar í granna-
lagnum við skúlan sent Nes
kommunu skriv, har tey
ynskja svar upp á nakrar
fyrispurningar.
Lítil kunning
Í skrivinum vísa Nicolina
og Osla á kunnandi fundin,
sum var í Tofta skúla í
desember í fjør um ætlaðu
út- og umbyggingina.
– Á hesum fundi fingu
vit at vita, hvussu nýggi
skúlabygningurin ætlandi
kemur at síggja út – og at
hesin eisini skal verða ein
mentanardepil í bygdini.
Men vit fingu einki at vita
um, hvør ætlanin er fyri
økið uttan um skúlan – um
ferðslu, parkeringsviður-
skifti og annað í hesum
sambandi.
Borgararnir í grannalagn-
um ynskja tí, at kommunan
svarar teimum upp á nakrar
spurningar.
Í fyrsta lagi verður spurt,
hvussu ein langtíðarætlan
fyri økið sær út og í øðrum
lagi, hvør frástøðan er til
nærmasta granna hjá al-
mennum bygningum.
Spurt
verður
eisini,
hvussu ætlanin er at skipa
ferðsluna til og frá skúlan-
um.
Í fjórða lagi vilja borgar-
arnir hava at vita, um hædd
er tikin fyri, at ein mentan-
ardepil skapar órógv seint á
kvøldi – og í hesum sam-
bandi verður eitt nú hugsað
um eldrasambýlið, sum júst
er bygt beint niðanfyri
skúlan.
– Kunnu vit her á
Mørkini rokna við at sita
mitt í eini rundkoyring
áðrenn langt um líður?
At enda verður spurt,
hvussu verður við út-
grevstri – og um nógv
spreinging verður á økinum
í samband við byggingina.
– Her hugsa vit um okk-
ara egnu trygd og okkara
gomlu hús, sum standa so
tætt upp at byggiøkinum,
siga borgararnir.
Ótryggleiki
Í brævinum til Nes komm-
unu siga Nicolina og Osla,
at fólk í grannalagnum við
skúlan kenna seg ótrygg og
vita ikki, um tey eru keypt
ella seld í øllum hesum.
– Vit hava búð í einum
byggiøki nú í fleiri ár og
kenna
okkum
rættiliga
ørkymlað, nú kommunan
aftur fyrireikar nýggjar
útbyggingar.
Í skrivinum halda tær
báðar, at alt ov lítið hevur
verið kunnað um nevndu
viðurskifti og vilja tær tí
vegnar
borgararnar
í
grannalagnum við skúlan
mótmæla mannagongdini í
málinum.
– Vegna
grannalagið
ynskja vit skjóta og jaliga
viðgerð og svar upp á hesar
fyrispurningar, siga tær
báðar, Nicolina Lamhauge
og Osla Gøthe, at enda í
skrivinum til kommununa.
Brævið til Nes kommunu
varð sent seinasta sunnu-
kvøld, men í gjár, tá ið vit
frættu, vistu umrøddu borg-
arar ikki, um kommunan
hevði viðgjørt skrivið.
Borgarar í Nes kommunu spyrja um skúlabygging:
– Vit eru ørkymlað og kenna okkum ótrygg
Mikukvøldið heldur
Klaus Kiesewetter
almennan fyrilestur
í býráðssalinum hjá
Runavíkar komm-
unu um sigling og
móttøku av ferða-
mannaskipum
FYRILESTUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mikukvøldið, 16. februar
klokkan 20, verður al-
mennur fyrilestur í bý-
ráðssalinum hjá Runa-
víkar kommunu. Fyri-
lestrarhaldari
verður
Klaus Kiesewetter, ið
dagliga starvast sum
»freelance referent og
ekspeditiónsleiðari« um-
borð á ferðamannaskip-
um og rannsóknarskip-
um.
Klaus arbeiðir um all-
an heim, tó mest í arkt-
isku og antarktisku økj-
unum.
– Hann hevur eina
breiða vitan um sigling
og móttøku av ferða-
mannaskipum, og hann
hevur neyvt samband við
reiðaríir og fyriskiparar
av »cruise-ferðum«.
Kunningarstovan
í
Saltangará veit at siga, at
Klaus eitt nú hevur siglt
við tveimum skipum,
sum ætlandi koma at
vitja á Skálafjørðinum í
summar.
Eftir
fyrilesturin
í
býráðssalinum
verður
høvi at seta spurningar
og annars røða um evnið,
sum Klaus Kiesewetter
fer at tosa um.
Borgarar í grannalagnum við Tofta skúla spyrja Nes kommunu, hvussu verður við útgrevstri - og um nógv spreinging verður á økinum í samband við byggingina.
– Hvussu verður við okkara egnu trygd og okkara gomlu húsum, sum standa so tætt upp at byggiøkinum, spyrja borgararnir
– Tað er altíð ein
spurningur um, nær
kunningin er nóg
mikil – og kanska er
hon ongantíð tað,
men vit fara at kunna
grannarnar við
skúlan um, hvussu
arbeiði við
skúlabyggingini fer at
ganga fyri seg, sigur
borgarstjórin í Nes
kommunu, Símun
Johannesen
SKÚLABYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Nes komm-
unu, Símun Johannesen,
váttar, at hann hevur mót-
tikið
fyrispurningarnar,
sum grannarnir við Tofta
skúla hava sent kommun-
uni.
– Eg havi fingið skrivið
inn á borðið í dag, og vit
fara at viðgera tað og um-
røða, hvørt kunningin, sum
borgararnir sipa til, hevur
verið nóg mikil ella ikki.
Hann vísir á, at komm-
unan sjálvandi fer at kunna
tey, sum búgva við skúlan,
um tey halda, at tey vita ov
lítið um, hvat fer at fara
fram á økinum, tá ið bygg-
ingin fer í gongd.
– Tað er nokk einaferð
soleiðis, at kunning ongan-
tíð er nóg mikil, leggur
hann aftrat.
Símun Johannesen sigur,
at kommunan sjálvsagt
hevur fólk at taka sær av
tryggleikaspurninginum
viðvíkjandi spreinging og
øðrum.
– Sum vanligir borgarar
hava vit neyvan so gott skil
fyri spreingiarbeiði, men
vit hava professionell fólk
at taka sær av slíkum, og vit
mugu eisini hava álit á, at
tey vita, hvat tey gera.
Símun Johannesen legg-
ur aftrat, at sjálvsagt verður
hædd tikin fyri teimum
umstøðum, sum eru á økin-
um við skúlan, tá ið arbeið-
ið fer í gongd.
Fara at kunna grannalagið
við skúlan
Um sigling og móttøku
av ferðamannaskipum