mikudagur 16. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 16. februar 2005
9
Sjúrður Skaale hevur
verið skrivari fyri
norðuratlantsbólkin
síðan hann var
stovnaður, men nú
pakkar hann saman á
Christiansborg og
flytir til Føroyar.
Nýggi skrivarin hjá
bólkinum verður
Heini í Skorðini
CHRISTIANSBORG
Marjun Dalsgaard
Eftir fólkatingsvalið er
greitt, at Norðuratlants-
bólkurin heldur fram við
somu manning, sum stovn-
aði bólkin í november
2001, nevniliga Høgna
Hoydal og teimum báðum
grønlendsku umboðunum
Kuupik Kleist og Lars-
Emil
Johansen.
Sum
skrivari
hevur
Sjúrður
Skaale eisini verið ein fast-
ur partur av bólkinum síðan
2001 og hevur myndað tað
arbeiði, sum bólkurin hevur
valt at brúka sín pening til.
Millum annað stóð hann
fyri fólkarættarkanningini,
sum var almannakungjørd í
heyst. Nú flytir Sjúrður
heim til Føroyar og heldur
tískil, at tað er best at
gevast á Christiansborg, har
hann hevur havt sín dagliga
dag í nærum trý ár.
Sum allir aðrir tingbólkar
á Christiansborg, fær Norð-
uratlantsbólkurin eina ávísa
upphædd um mánaðin til
lønir, eins og teir fáa eina
fasta upphædd fyri hvønn
tinglim, sum er í bólkinum,
til at gera upplýsandi
arbeiði við. Einasta kravið
er, at peningurin verður
brúktur til verkætlanir, sum
geva upplýsingar, sum eru
viðkomandi fyri parlament-
ariska arbeiði í fólkatingin-
um – til dømis, bøta um
grundarlagið fyri at gera
lógaruppskot ella broyting-
ar í verandi lóg.
– Tað er so nógvur pen-
ingur í hesari skipanini, at
møguleikarnir eru óav-
markaðir, sigur Sjúrður
Skaale.
Fólkarættarliga
kanningin er til dømis gjørd
fyri hesar miðlar og, tað
næsta verkætlanin verður
væntandi, at kanna, hvussu
peningastreymurin er mill-
um Danmark og Føroyar og
Danmark og Grønland,
hvussu nógv fer hvønn
vegin.
– Í roynd og veru kanst tú
kanna alt – til dømis,
hvussu umstøðurnar hjá
føroyingum og grønlend-
ingum eru í Danmark – ella
hvussu nógvir føroyingar
eru til – tað er tað eingin
sum veit fyri vist. Hetta er
alt upplýsandi arbeiði, sum
er sera hent og eg síggi
Norðuratlantsbólkin, sum
ein møguleika fyri at gera
upplýsandi
arbeiði
um
Føroyar og at virka sum ein
longri armur hjá Føroysku
mynduleikunum,
sigur
Sjúrður Skaale, og leggur
aftrat at atfinningarnar úr
Føroyum, um at teirra virk-
semi skal verða lands-
skaðiligt er heilt burturvið
og grovar ákærur.
– Hatta er sovorðið, sum
danir vóru koyrdir í gegið
fyri eftir annan verðaldar-
bardaga – landsskaðiligt
virksemi – vit gera upp-
lýsandi arbeiði – hatta er
heilt burturvið, sigur Sjúrð-
ur Skaale.
Hetta er nógvur pening-
ur, í øllum førum eftir før-
oyskum mátistokki, og
møguleikarnir eru óav-
markaðir, sigur Sjúrður.
Kravið fyri at nýta peningin
er, at verkætlanin skal hava
eitt endmál, sum kann
parlamentariska
– Tað einsasta Í hesari
skipanini verður so nógvur
peningur brúktur til upplýs-
andi arbeiði, at eg øtaðist at
byrja við, sigur Sjúrðu
Skaale. Norðuratlantsbólk-
urin fær, sum aðrir ting-
bólkar eina mánaðarliga
upphædd frá Fólkatingin-
um, at arbeiða fyri, og hetta
gevur óavmarkaðar møgu-
leikar,
sigur
Sjúrður
Skaale.
– Alt kann lata seg gera.
Faktisk var eg skelkaður
yvir, hvussu nógvan pen-
ing, tú hevur at arbeiða við,
eg havi kunna gjørt akk-
urát, sum mær lysti – sett so
nógvar serfrøðingar, sum
eg havi havt brúk fyri, og so
framvegis, sigur Sjúrður.
Norðuratlantsbólkurin
nýggjan skrivara
Heini í Skorðini er settur í starvið sum skrivari fyri Norðuratlantsbólkin. Heini lesur
samfelagsfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypannahavn og starvið verður sostatt ikki fulltíðarstarv
Sjúrður Skaale gevst nú á Christiansborg, eftir at hann seinastu fýra árini hevur virkað sum skrivari fyri Norðuratlantsbólkin á Fólkatingi
Tónakrás í
Fuglafirði
Ársins
Føroyingur og
onnur spæla, tá
konsert veður
hildin í Fuglafirði
mikukvøldið
KONSERT
tíðindaskriv
Tað er áhugabólkurin,
sum hevur skipað fyri
vitjanini við navn-
frama
amerikanska
undirhaldsadvokatinu
m Robert E. Gordon,
sum skipar fyri kons-
ertini. Endamálið við
konsertini er at sýna
fram tað besta innan
føroyskan tónleik fyri
Roberti og øllum øðr-
um sum vilja hoyra
nøkur av fremstu før-
oysku tónlistarfólkun-
um.
Millum tey, sum
verða at hoyra á palli
hetta
kvøldið,
eru
Eivør, Salt, Týr, GoGo
Blues, Kári Sverrisson
og Jóannes Andreas-
sen, so tað er greitt, at
talan er um nøkur av
fremstu tónleikanøvn-
um okkara.
Vitjanin hjá Robert
E. Gordon hevur til
endamáls at savna vit-
an um tónleikaídnaðin
og hevur gingið sera
væl higartil. Sunnu-
dagin greiddi Robert
frá hendingaríka lívi
sínum á eini hugnaløtu
í Hafina Lounge, har
Knút Eysturstein eis-
ini spældi løg av
nýggju fløguni hjá
sær.
Mánadagin
hevði
Robert sera væleydn-
aða framløgu í Norð-
urlandahúsinum m.a.
um
hvussu
løgligi
parturin av tónleika-
ídnaðinum er skrúvað-
ur saman viðv. rætt-
indum,
kontraktum,
royalties, umboðan og
mongum ørðum.
Mikumorgunin skal
Robert hitta vinnu-
málaráðharran Bjarna
Djurholm og menta-
málaráðharran Jógvan
á Lakjuni. Síðan gong-
ur leiðin til forngripa-
savnið og har frá norð
til Gøtu, har vitjað
verður í Blásastovu og
gomlu Kirkjuni, áðr-
enn leiðin gongur til
Fuglafjarðar á Tóna-
krás konsertina.