Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 32 - 16. februar 2005 Tá vit frætta, at januar mánaði er eini 20% verri enn í undanfarna ári viðvíkjandi skattainntøkum, so er orsøk til at rópa varskó. Skattalættin hevur sjálvsagt eina niður- gongd í skattainntøkunum við sær, men hann stendur verri enn so fyri 20 prosentum. Búskaparligu útlitini eru ikki góð. Tað gongur næstan ikki vika, uttan at vit hoyra um virki, ið snara lykilin og siga fólki upp. Hetta hevur ikki sligið ígjøgnum í høvuðs- staðarøkinum enn, men sum søgan frá fyrst í nítiárunum vísir okkum, so er tað bert ein spurningur um tíð. Tá skal tað standa sína roynd, hvussu sterkur og sunnur føroyski búskapurin er. Vit hava farnu árini hoyrt nógv frá politiskari síðu um, hvussu sterkur føroyski búskapurin er. Hvør minnist ikki, hvussu formaður Tjóðveldisfloksins fortaldi øllum Føroya fólki, at vit nærum einki brúktu av blokkinum. Sama søgan var fortald av onkrum av fremstu ráðgevum okkara í búskapi. Tað, ið hesi fólk gloymdu at fortelja fólki, var, at vit stóðu á einum aldukambi, og nú skreiða vit niður í aldudalin. Um ikki munagóð tiltøk verða sett í verk, so er vandi fyri, at fráflyting í stórum tali aftur gerst veruleiki. Ráðgevingin farnu árini hevur ikki verið tann mest álitisvekjandi, hóast onkrir strukturellir veikleikar í føroyska búskapinum eru ávístir á ein skilagóðan hátt. Hvør minnist ikki sera bjørtu úttalilsini um alivinnuna í Búskaparfrágreiðingini fyri 2002? Tá sá hvør Hanus og Janus, hvønn veg tað gekk, men ikki okkara fremstu ráðgevar. Hetta helt tó ikki Búskaparráðnum aftur í at kritisera Vinnumálaráðið fyri tað, hetta ráð ikki gjørdi í ár 2000. Slíkt vekir ikki álit. Nú hava vit fingið ein nýggjan formann í Búskapar- ráðnum. Vit vilja her ynskja honum hjartaliga tillukku við nýggja álitisstarvinum og góðan byr. Hann kemur ikki til búgvið borð, tí útlitini í føroyska samfelagnum eru ikki bjørt, og tað skal sera gott hegni og góð kommunikatións- evni til at ráðgeva Føroya fólki komandi árini. Politiskt má okkurt gerast, ið ikki neyðvendigvís verður møtt við ódeildari gleði frá øllum búskaparfrøðingum. Er vandi fyri fráflyting, so má politiska skipanin royna at forða fyri hesum við inntrivum. »Lat falla tað, ið ikki kann standa« doktrinin kann koma at kosta føroyska sam- felagnum nógv, um hon, uttan undantak verður fylgd. Tað er tíð uppá at gevast við lættisoppaargumentatiónini um »aftur í 80’ini«, hvørja ferð onkur torir at tala ímóti naivu turkatrúnna uppá, at marknaðarkreftirnar klára alt. Ivasamt er, hvussu nógv politisku myndugleikarnir og Búskaparráðið hava lært av 80’unum, og tí skreiða vit niður aftur við fullari ferð. Hvussu kann man læra, um man ikki dugir at skilja góð tiltølk frá ringum tiltøkum. Nú hevur man koyrt alt í ein leyp, ið eitur 80’ini og gloymir at analysera, hvat gjørdi, at føroyingar hækkaðu so nógv í livistøði frá 1960 til 1990. Tað var ikki »lat falla tað, ið ikki kann standa« doktrinin. Tað kann øll Klaksvík- in skriva undir uppá í dag. Hvar var hon, um eingin Før- oyagrunnur var? Vit mugu kunna diskutera almenn inn- triv, uttan at ódefineraða »aftur í 80’ini« trøllið verður drigið fram. Politikarar hava eina skyldu at tryggja, at heilar vinnugreinir ikki detta niðurfyri og at allir føroying- ar kunnu liva í Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Nú er at skalka lúkurnar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Erhard Jacobsen Eitt kalla tey ‘pseudohend- ingar’, tvs. hendingar, sum fáa nógva umrøðu, men sum antin als ikki hava ver- ið til ella eru pallsettar, við- hvørt við ávísum endamáli. Ein slík ‘pseudohending’ er sonevnda ‘innanhýsis ósemjan’ í Tjóðveldisflokk- inum. Hvussu longi ætla fjølmiðlarnir, sum vit lurt- arar og hyggjarar við lóg eru kravd at gjalda, at bera fram ‘pseudotíðindini’ um sonevnda ‘innanhýsis stríð- ið’ í Tjóðveldisflokkinum? Nær og hvussu ætla hesir miðlarnir at ‘evaluera’ hendan tíðindaflutningin? Og nær ætla miðlarnir at kanna, um nakað yvirhøvur er um tíðindini um ‘innan- hýsis stríð’ í Tjóðveldis- flokkinum? Eg haldi, at miðlarnir greitt eiga at siga lurtarum og hyggjarum frá, um teir kritikkleyst ætla at halda fram at bera hesi ‘pseudotíðindi’, tí so má lógin um útvarp og sjón- varp broytast, so at tey, sum ikki vilja gjalda fyri slíkt svass, sleppa undan. At privatu fjølmiðlarnir dansa eftir manipulerandi pípuni, er teirra søk. Teir skulu jú eisini selja bløð. Men at almenni fjølmiðilin er ypparstur í dansinum, tað hóskar seg ikki. • At lumpa ella lirka? Lasse Klein Eg havi í hvussu er funnið út av einum, og tað er, at skal eg bera brúk av til- boðnum frá Føroya Tele, so ber ikki til at gera brúk av tilboðnum uttan so at eg keypi ein »rutara« ella »mótald« sum kostar 700 krónur, og umframt hetta gjalda fyri montørgjald sum møguliga kann koma uppá einar 300 til 500 krón- ur, og takið eg av tilboðn- um at stovna breiðband fyri 0 krónur, so komið eg kortini at gjalda út við 1.000 til 1.200 krónur. Sama gerð seg galdandi hjá kappingarneytanum Kalli. Kom at hugsa um gomlu tjóðveldiskempuna Erlind- ur Patursson, sum oftani brúkti orðini at »lumpa og lirka« í samband við ávísar politiskar hendingar. Fara vit í orðaskjáttuna, so fáa vit at vita at orði at »lumpa« merkir: nýta snildir ímóti, snildur og lumpaði. At »lirka« merkir: 1) førka el. Flyta varliga el. Í smáum, dyrka lirka hurð el. Lás upp, 2) sníkja, smoyggja, 3) nápa, píska, 4) lirka sær ein bita. Vælsignaðir føroyingar stovni breiðband fyri 0 krónur, men vit skulu kortini »lirka« okkum ein bita av køkuni tykist hug- burðurin hjá Føroya Teli og Kalli at verða í hesum døgum. Onkursvegna verða vit lumpaði og onkursvegna verða vit lirkaði, og tað verði eg so noyddur at góð- taka tá eg stovni breiðband fyri 0 krónur? Hvør manipulerar? Stovni breiðband fyri 0 krónur? Lesið - so eru tit við