Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 32 - 16. februar 2005 Atli Dam f. 12. sept. 1932 d. 7. febr. 2005 Tú tráddi leikpall við magnandi veldi tú legði lunnar, har urðargrót var, ein hugsjónarkappi við dreymum úr eldi, har ábært og kalt var, tú laðaði garð. Tú kyndi bál við nýkveiktum brandi, taðaði lendi, har ei áður var sátt, tað lýsti í eystri í nýbornum landi, ein geisandi logi á døkkari nátt. Ein Jahves rødd sum torusláttur, við kenslum sum mjúkasta summarfleyr, ein íborin gudgivin frumaldarmáttur, ið skar gjøgnum myrkursins sand, mold og eyr. Sum alfaðir at einum fjølbroyttum bólki, í heimligum eins væl og almennum skara, tað kravdi gott samstarv og ábyrgd av fólki, her legði tú støði til mangan ein varða. Nú flokkast á ferð móti vesturhøgum, tær mangan fleyg Føniks við lið, kulsandi reisist her fylking av knøum, framá, har tú setti so sjónlig mong stig. Eg drýpi høvur í virðing Fríður NØVN Í VIKUNI Tøkk Hjartans tøkk, tit ið valdu meg persónliga til fólkatingvalið. Góðu bygdarfólk, eg má nevna tykkum og takka fyri tann stóra stuðul, tit hava víst mær og javnaðarflokkinum. Tað fløvar, at so mong standa aftan fyri ein. Gud signi tykkum øll. Mikkjal Sørensen Í 1949 keypti Thorshavns Mælkeforsyning og Marga- rinefabrik enska minu- strúkaran "Green Dolphin" úr Onglandi. Skipið var bygt í 1942 og kostaði Thorshavns Mælke- forsyning og Margarine- fabrik 135.500 krónur at keypa. Ætlanin var at skipið skuldi brúkast til innan- oyggjasigling, og navnið skuldi vera "Sigmundur". Tá skipið var liðugt um- bygt og klárt at seta í sigl- ing, dreiv tað á land eina illveðursnátt í februar 1950 og gjørdist vrak. Felagið keypti so annan minustrúkara, ið var systir- skip til "Green Dolphin". Hesin fekk so ístaðin navnið "Sigmundur". "Sigmundur" sigldi í Skálafjarðar- og Sunda- lagsrutuni frá 1950 til 1967, tá "Tróndur", sum varð keyptur úr Norra, av- loysti hann. Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband við hesar myndirnar, eru væl- komin at seta seg í sam- band við Birgar Johannes- sen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168. Havnar leksikon: Green Dolphin fórst í Lítluvík Næstu ferð hava vit myndir í samband við virksemi hjá Laurits Chr. Sofus Reinert (1903-1965) skrædd- ara í Havn, vanliga nevndur Skrædder.