Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Silvurbrúdleyp 15. februar høvdu hjúnini Lis og Zacharias Zachariassen í Norðragøtu verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík leygar- dagin 19. februar, har opið hús verður frá kl. 16 til 22. Í dag, 16. februar, hava hjúnini Gunnleyg og Jóanes Norðberg í Vági verið gift í 25 ár. Veitsla verður fyri innbodnum á Hotel Øravík kl. 18.00. 80 ára føðingardagur Hósdagin 17. februar verður Sofía úr Gørðum, Skopun, 80 ár. Dagurin verður hildin heima fríggjadagin 18. febr. frá kl. 19.00. Dagurin 16. februar. Juliana, deyð umleið ár 300. Vildi ikki giftast heidna trúlovaða sínum og varð tikin av døgum. Er eisini navn á tveimum øðrum halgi- kvinnum. Giljanna er føroyski navanformurin. Juliana er rómverskt ættarnavn. Minningarorð um systur mína Maud 24. juni 1972 – 30. januar 2005 Tað er sera tungt fyri aðru ferð at skriva minningarorð um eina systur. Ikki tvey ár aftaná Synnøvu fór tú nú mín kæra systir Maud. Eisini tú Maud doyði so brádliga. Vit vistu, tú var sjúk, men vónaðu at tú fór ar fáa ta hjálp, sum var neyðug fyri at tú kundi fáa tað gott. Tú hevði sjálv so gott mót og var sera tolin. Hóast tað vóru 8 ár ímillum okkum, vóru vit ógvuliga góðar systrar og søgdu hvørju aðrari alt. Tað er so einsligt nú, tit báðar eru farnar. Eg hugsi nógv um tykkum, mammu og babba, sum hava mist tvær døtur so ungar. Góða Maud, takk fyri alt tú var fyri okkum. Hvíl í friði Joan 10. februar 2005 hevði Jóna Thomsen í Havn 35 ára starvsdag sum klinikkassistent- ur hjá Barnatann- røktini hjá Tórs- havnar kommunu Jóna byrjaði sum 20 ára gomul tann 10. februar 1970 hjá Skúlatannlæknan- um, sum tá helt til í niðastu hædd í Tórshavnar Komm- unuskúla, har Erling Simo- nsen var tannlæknastjóri. Síðan 1976 hevur Barna- tannrøktin hjá Tórshavnar kommunu hildið til í Tórs- gøtu 23. Í dag er Sigrid Arge tann- læknastjóri á stovninum. Jóna sigur, at Barna- tannrøktin er eitt gott ar- beiðspláss, og hon trívist sera væl í starvinum. Í sambandi við starvs- dagin komu borgarstjórin í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen og trivn- aðarstjórin Gunnleyg Dur- huus við blómum, og hon fekk eisini blómur frá starvsfeløgunum. Jóna Thomsen, Tórshavn: 35 ára starvsdag hjá Barnatannrøktini Mikudagin 9. februar 2005 lat Skósølan við Gøtugjógv upp nýggjum handil. Handilin er fluttur í størri hølir norðan fyri kirkjuna við Gøtugjógv. Gólvvíddin í handlinum er nú 53 fer- metrar umframt goymslu- hølir. Skósølan við Gøtugjógv hevur skjótt 60 ár á baki. Tað var Jákup Hansen, skó- smiður, sum stovnaði fyri- tøkuna í 1946. Í dag er tað abbasonurin, Terji Hansen, ið eigur og rekur handilin. Umframt vanligar skógv- ar selur Skósølan eisini t.d. frítíðarklæðir, gaggir, fót- bóltar og aðra ítróttarút- gerð. Skósølan við Gøtugjógv í nýggjum handilshølum Terji Hansen í nýggju handilshølunum hjá Skósøluni við Gøtugjógv Mynd: Hjørdis Gregersen