Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað gjørdist tað váta elementið, sum kom á ovastu rók í prix und- anumfarinum leygar- kvøldið. Makrel og All That Rain komu víð- ari til semifinaluna PRIX FØROYAR 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Annað umfar í undan- kappingini í Prix Føroyar 2005 gjørdist eitt hart og tætt umfar. Sera hørð kapp- ing um tey bæði plássini í semifinaluni. Góðir bólkar kappaðust, hóast talan var um royndar og óroyndar bólkar. Og kanska truplast av øllum fyri teir, sum døma skuldu, so vóru bólkarnir sera ymiskir. Og óivað er tá trupult at sammeta og døma. Vátt Men alt í alt gjørdst tað váta elementið, sum lá eftir omaná. Hóast kava og kulda, so vóru Makrel og All That Rain heitastu nøvnini og tryggjaðu sær sess í semifinaluni í Trong- isvági 2. apríl. Neyvan nakar fór heilt skuffaður aftur til húsa leygarkvøldið, tí talan var um eitt av allar harðastu umførunum nakrantíð. Sera góðir bólkar og sera ymisk- ir, so ongin rættiliga kundi siga seg sita við einum boði uppá, hvussu endaliga úr- slitið fór at ljóða. Tætt var millum bólkar- nar og spenningurin stórur. Stóra spenni í stíli gjørdi óivað støðuna trupla hjá dómarunum. Men tá Jákup Magnussen at enda kom á pall við tveimum brævbjálvum, so var navnið Makrel í øðrum og All That Rain í hinum. Bilsnir og fegnir Báðir bólkar vóru bilsnir og fegnir. – Vit vónaðu, men gjørdust tó bilsnir, men eru sera glaðir. Nú skal vera veitsla í kvøld og so slappa vit av í eina viku, tí vit hava als ikki hugsað víðari enn hetta, segði ein fegin Ras- mus úr Makrel eftir boðini um semifinaluplassið. – Hetta kom púra óvænt- að. Surprise!! Ja, vit eru sera fegnir, segði Henning úr All That Rain, tá teir fingu boðini um hitt semifinaluplássið. Manningin hevði annars nevnt fleiri góð boð, t.d. Ph 5,5. - Tá hann nevndi Makrel, so var eg ikki í iva um, at, at vit skuldi ikki vóna nakað meira. Men vit hava gjørt okkurt rætt, tí hetta var eitt sera tætt umfar. Kanska stílskiftið hevur gagnað, eg veit ikki, segði Henning, innan hann og hinir í bólk- inum ovurfegnir skuldu á pall av spæla aftur. Óivað av røttum hesir báðir bólkarnir, sum komu víðari, men sum tey siga í ítróttarheiminum, so mundu marginalarnir vera sera lítlir, so tøtt sum kappigin var. Fiskur og regn Hóast kava og kulda, so vóru Makrel og All That Rain heitastu nøvnini og tryggjaðu sær sess í semifinaluni í Trongisvági 2. apríl