mikudagur 16. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 32 - 16. februar 2005
Fannakavi og fram
Annað undanumfar
av Prix Føroyar kapp-
ingini 2005 fór av
bakkastokki í Mentan-
arhúsinum í Fugla-
firði um vikuskiftið.
Seks bólkar fóru á pall
og syrgdu fyri góðum
undirhaldi og truplari
uppgávu til dómarar-
nar, tí sera hørð var
kappingin. Bólkarnir
vóru góðir og eisini
sera ymiskir, men
tveir skuldu víðari og
soleiðis bleiv eisini
PRIX FØROYAR 2005
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Jarðrok, fannakavi og kuldi.
Solieðis vóru umstøðurnar
uttanveggja leygarkvøldið.
Men klokkan 21 var longu
byrjað at kóka innanhýsis í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði. Seks bólkar vóru klár-
ir at fara á pall, og hóast fólk
ikki var komið júst í hóp-
atali, tá fyrsti bólkurin, Side
Effect, fór á pall, so var
longu gott lag.
Seks góðir bólkar skuldu
í harðari kapping royna at
tryggja sær pláss í semifin-
aluni, sum verður hildin í
Trongisvági, men bert tveir
bólkar í hvørjum undanum-
fari
koma
víðari.
So
frammanundan er greitt, at
bert tveir bólkar kunnu fara
til hús, ella aðrastaðni, ov-
urhonds fegnir. Framman-
undan var eitt sindur at
práti um, hvør kanska var í
uppskoti til at koma víðari,
men sum kappingini leið,
tagnaði alt tos um framm-
anundan kosin finaluevni.
Effectfult
Side Effect var fyrsti bólk-
urin á pallinum. Klokan
21:15 rópti Jákup Magnus-
sen, frásøgumaður, bólkin
fram og hesin bólkurin,
sum sigur seg spæla ind-
ustriellan
elektroniskan
harðan rock leðgi fyri við
orku og ídni. At salurin ikki
var fullur av fólki tótist ikki
at nerva bólkin. Har var
power frá fyrstu løtu.
Ongin ivi um, at her eru
menn, sum eru nakað fyri
seg á føroyska rockpallin-
um. Tað er tøknin, sum í
stóran mun er í hásæti, tó at
teir eru sera fimir til bæði
tøkni og ljóðføri. Teir duga
óivað, sum fáur, at brúka
tøknina og teldurnar, sampl-
arar og annað. Tað hoyrdist.
Og at fáa tað at ljóða sum
tónleikur av slíkum slag
skal ljóða. Lætt er annars at
sampla og gera við, uttan at
fáa tað í nakað veruligt
høpi, kundi eg hugsað mær.
Men hvat ein so metir um
úrvalið er kanska onnur
søga og má standa til hvønn
einstakan at gera av. Vit
fingu í meldrinum bønar-
løtu frá Lindini og - um eg
ikki fari skeivur - talu frá
Hitler. Hetta saman við
boðskapinum um, at ein
heldur eigur at gera okkurt
gott og munagott, heldur
enn at tosa (prædika). Eg
skilji meiningina og kann
fylgja henni allan vegin.
Men átti eg lagið, so hevði
eg spælt tað heima, ikki al-
ment. Tá hevði úrvalið í
hvussu er verið eitt annað.
Men tað er so bert eina
lagið og kanska smálutir,
men óivað hevur onkur
argast meira enn eg á hetta.
Og kanska var júst tað
meinigin?!.
Men rátt og gott. Og
kynstrið at nýta alt tað teir
eiga av nútímans tøkni
duga teir í Side Effect. Og
hattin ella kollin av fyri, at
bert hálvfulli salurin ikki
tóktist at nerva effektfullu
framførsluna.
Framúr sangrøddir
Síðani kom MMM á pallin.
Tey siga seg spæla melodi-
øsan rock og tað passar.
Bólkurin hevur andaligar
tekstir og spælir góðan rock,
kanska poppkent viðhvørt.
Tey spæla væl og serliga
kvinnurøddirnar hugtóku.
Her eru sangarinnur, sum
vit eiga at sleppa at hoyra
oftari. Sera væl sungið og
tvírøtt varð sungið ofta og
riggaði tað væl.
Óivað eigur bólkurin í
sínum løgum evni til fleiri
landaplágur.
Tó at tey øll somul vóru
fitt og vøkur at hyggja at á
pallinum, so hendi lítið og
onki á pallinum og so við
og við gjørdist eitt sindur
møðsamt. Eg veit, at ein
ikki kann krevja, at popp-
rockur við vøkrum tekstum
leggur upp til villa fram-
førslu. Men hinvegin kann
okkurt henda. Tá t.d.
dugnaligu sangarinnurnar
hava staðið við 2-3 metra
fjarstøðu og hugt í hvør
sína ætt í 15-20 minuttir, tá
er tað sum um, at ein vil
hava okkurt at henda.
Men ein góð tónleikalig
framførsla við góðum sangi
og løgum. Ein framførsla,
sum tó dalaði nakað móti
endanum, men sum fekk
fleiri at nikka samtykkjandi
og endurhugsa sínar meting-
ar um frammanundan mett-
ar semifinaluluttakarar.
Rókur og Regni
Alt fleiri fólk savnaðust í
salinum. All That Rain kom
á pall. Gamlir kenningar í
prixhøpi. Manningin hevur
verið skift nakað seinnu
tíðina. Hans Ravsfjall hev-
ur guitaran um hendi og
Rókur Jákupsson Jacobsen
syngur og leikar eisini guit-
ar. Teir báðir "í botninum",
bassurin og trummurnar,
eru teir somu; Jens Tummas
og Henning.
hóast broyttan stíl, so hómast enn gamli og rótfesti stílurin við Henning og Jens Tummas. Teirra grundfesta swing er ikki at fara skeivur av
Mynd: Jens Kristian Vang