Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 33 - 17. februar 2005 MJÓLK: Studningur verður latin til mjólk, sum er í 1. flokki og til flutning. Studningurin verður útgoldin mjólkavirki sambært váttaðum innvigingarlista. Flutningsstudningur verður veittur mjólkavirki eftir somu treytum sum mjólkastudningur, bæði hvat viðvíkur góðsku og mongd. NEYTAKJØT: Studningur verður latin til neytakjøt um neytið er eldri enn 15 mánaðir. Heimilað er at lata hægri stuðul til neytakjøt, sum kemur frá útjaðaraøkjunum og eru hesi: Fugloy, Svínoy, Kallsoy, Mykines, Gásadalur, Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. SEYÐAKJØT: Studningur til seyðakjøt er ein afturbering av goldnum MVG fyri selt seyðakjøt. Søkjast skal um studning fyri hvønn ársfjórðing sær, og er freistin at søkja 10 dagar aftaná,at avrokningarfreistin til Toll- og Skattstovuna er úti. Krevjast kann váttan fyri, at kjøtið er av tí garði, sum umsøkjarin situr við. Sostatt er seinasta freist: okt.ársfj. 20. feb. jan.ársfj. 20. mai apr.ársfj. 20. aug. juli ársfj. 20. nov. Við umsóknini skal uppgerð og kvittan fylgja við. Studningurin verður avgreiddir so hvørt. STRÁFÓÐUR: Studningur verður latin til egið framleitt stráfóður, sum verður brúkt í neytahaldinum – súrhoyggj í brunni ella rullubyrðu og hoyggj. Studningur kann vera treytaður av, at fóðrið lýkur ásett góðskukrøv. Stráfóðurstudningur verður avgreiddur einaferð árliga fyri alt landið í senn. SÚRHOYSBRUNNAR: Studningur til súrhoysbrunnar er treytaður av, at umsóknin er viðgjørd og játtað, áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin verður avgreiddur tá brunnurin/- brunnarnir eru lidnir, sýnaðir og góðkendir. Krevjast kann prógv fyri, at ætlaða íløgan er neyðug fyri rakstur, og at hon veksur um úrtøku garðsins. Søkjast kann alt árið. VELTING: Studningur kann veitast til velting úr nýggjum, og til traktorvegir á nýveltum lendi og til køstar. Fyri at fáa studning skulu ætlanirnar vera góðkendar og studn- ingur játtaður, áðrenn arbeiðið byrjar. Krevjast kann prógv fyri, at ætlaða íløgan er neyðug fyri rakstur, og at hon veksur um úrtøku garðsins. Veltistudningur kann vera treytaður av, at nýveltað lendi verður friðað fyri bit alt árið. Verður arbeiðið ikki liðugt, er neyðugt at søkja aftur árið eftir. Veltistudningur verður avgreiddur einaferð árliga fyri alt landið í senn. FØROYSK HÚSDJÓR: Studningur kann latast til verkætlanir, sum eru góðkendar av »Almennum Royndum og Ráðgeving«. Stuðul kann veitast eftir umsókn og tilmæli frá Almennum royndum og ráðgeving. Studningar til landbúnaðin Umsóknir um studning skulu altíð vera skrivaðar á umsóknarbløð, sum fáast á Búnaðarstovuni tlf. 30 80 30. Á hesum umsóknarbløðunum eru prentaðar studnings-treytirnar. Umsóknir, ið eru skrivaðar á eldri umsóknarbløð, sum ikki eru galdandi longur ella á ljóstak av umsóknarbløðum, verða ikki góðkendar. Upplýsingar um studningsupphæddir o.a. fáast við at ringja tlf. 30 80 30. BÚNAÐARSTOVAN Postrúm 50 · R. C. Effersøesgøta 4 · 110 Tórshavn · tlf. 30 80 30 · fax 30 80 31 teldupostur: bunadarstovan@fj.fo Telefontíð mánadag-hósdag 08.00-16.00 tó fríggjadag 08.00-15.00 Studningur verður latin til landbúnaðin við heimild í løgtingslóg, nr. 32 frá 06.03.2003 og kunngerð um stuðul til landbúnaðin nr. 96 frá 17.06.2003. Studningur er treytaður av,at umsøkjari hevur landbúnaðarvinnu,sum er undir bókhaldsskyldu sambært § 1B pkt. 27 í løgtingslóg nr.75 frá 24.10.1978 og er meirvirðisgjaldsskrásettur sambært løgtingslóg nr.136 frá 08.09.1992 við seinni broytingum. Undantikin ásetingini um bókhaldsskyldu og MVG-skráseting eru umsøkjarar um studning til føroysk húsdjór. Umsøkjarar skulu lata Búnaðarstovuni MVG-skrásetingarskjal fyri inniverandi ár og góðkendan roknskap fyri árið fyri. Umsóknarfreistirnar skulu haldast.Annars er mannagongdin viðv.teimum ymisku studningunum lýst niðanfyri. Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til val tann 31. mars 2005. Veljast skulu: eitt umboð fyri Sumba,eitt fyri Porkeri og eitt fyri Hov. Uppskot um valevni skulu skrivliga vera sjúkrakass- anum í hendi innan 17. mars 2005. Suðuroyar Sunnari Sjúkrakassi Frá S & K felagnum Aðalfundurin hjá S & K felagnum verður í hølum felagsins á Traðarvegi 20 í Havn 19. februar 2005 kl. 16.00 Skrá sambært lógum felagsins. Tað verður bjóða til nátturða eftir aðalfundin. S & K felagið Ognir í konkurs- búgvi til sølu Við hesum verða ognirnar hjá Sp/f 2000 í konkurs lýstar til sølu.Talan er um fylgjandi ognir: 20-fót bingja úr stáli, ið er innrættað til hússkúr/- skrivstovuskúr. Bingjan er frá 2003. 14 spreingimáttur í 3 ymsum støddum. Áhugað kunnu venda sær til Jóhan J. Lamhauge, adv.ft. Advokatfelagið Yviri við Strond 4 FO-110 Tórshavn Tlf. 311260 · Fax 311261 e-mail: advokatfelagid@kallnet.fo Tórmóður Djurhuus, adv. Jógvan Páll Lassen, adv. Petur Even Djurhuus, adv. Jógvan E. Ellefsen, adv. Anna Dam, adv. Ingi Højgaard, adv. Lærari til Skálavíkar skúla Søkt verður eftir lærara til 9 avlopstímar frá uml. 1. mars til 30. juni 2005. Umsóknir skulu verða skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. febr. Nærri fæst at vita frá skúlaleiðaranum, tlf. 361127. Skálavíkar Skúlastýri v/ Elsa Mariu Hentze FO-220 Skálavík Lesið - so eru tit við