Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 17. februar 2005 33 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góði Súni Hjartaliga tillukku við 18 ára degnum 15. febr. Jesus signi framtíð tína. Heilsan mamma, babba, Sonny, Ása og Mary Góði fitti abbi Hjartaliga tillukku við føðingardegnum í dag 17. febr. Eg elski teg. Muss og klemm. Ronja Góða fitta Malan Hjartaliga tillukku við 5 ára degnum 17. febr. Ynskja mamma, babba, Bjarni, Jón, Linda, Lív og Vár Dánjal Hansen, Runavík Góði Dánjal. Hjartaliga tillukku við 15 ára føðingar- degnum tann 17. febr. Ynskja omma og abbi í Leirvík Góða mamma og Gøran Hjartaliga tillukku á brúðleypsdegnum í dag 17. febr. í Nuuk. Vit gleða okkum til brúðleypsgildið, tá tit koma heim. Heilsan Brandur, Tita, Bára og Janus Góði abbi Hjartaliga tillukku við degnum í dag. Eg elski teg. Heilsan Maibrit PS. Eisini ein heilsan til ommu Teir tóku land Hvør skuldi trúð. at hesir grønlandsfarararnir eru blivir 140 ár. Tillukku við døgunum. Ynskja vit í Dalatrøð Hósdagin tann 17. februar kl. 16 letur Suni F. Jacobsen upp várframsýning í Gall- arínum Fríðriksvági í Vágsbotni FRAMSÝNING tíðindaskriv Suni er ein av okkara gomlu kappum í listaheiminum. Fyri gott hálvt hundrað árum síðani var hann ein tann fyrsti føroyingur at sýna fram á "Kunstnernes Efterårsudstilling på den Frie" í Keypmannahavn. Í 1955 var hann við á fyrstu framsýning, sum før- oyskir listamenn vóru sam- an um uttanlands. Hendan var eisini á "Den Frie". Í 1961 tóku føroysku listamenninir seg saman um at sýna fram í Íslandi, og var Suni eisini við har. Síðan hevur hann síðan verið trúfastur luttakari í framsýningum á ólavsøku og øðrum framsýningum, sum verið hava í Føroyum. Hann er fjølbroyttur listamaður. Umframt at mála er hann yrkjari og tónleikari, og hevur hann tí ríkað okkara mentanarlív á so mangan hátt. Hann er gøtumaður og hevur djúpar røtur í heim- bygd síni, men hevur mest búð í Havn. Hann er sera fjølbroyttur listamálari, sum bæði mál- ar oljumálningar og teknar. Í seinastuni hevur Suni F. Jacobsen serliga málað vatnlitismyndir (akvarell- ir), og á hesi framsýning eru rættiliga nógvar av teimum, hann hevur málað síðstu árini. Innan hesa listagrein er hann ein av teimum fremstu vit hava í Føroyum. Gallarí Fríðriksvág er opið kl. 16 til 17.30 mána- dag til fríggjadag. Várframsýning hjá Suna Við fleiri enn 25.000 vitj- anum um dagin er portal.fo so nógv tann mest vitjaða føroyska heimasíðan Hetta staðfestir nýggi vevmátarin hjá Gallup Føroyar, sum nú á aðru viku sýnir yvirlit yvir vitj- anir á føroyskum heima- síðum. Enn eru tað ikki allar síð- ur, sum eru skrásettar á al- menna yvirlitinum, men tað er tó eingin ivi um, hvør síða er tann mest vitjaða. www.olivant.fo, ella portalurin, sum síðan van- liga verður rópt, hevði sein- astu viku 176.131 vitjanir. Tað eru beint omanfyri 25.000 vitjandi um dagin. Almenni listin hjá Gallup fevnir í løtuni um 21 heimasíður. -jm 25.000 um dagin