fríggjadagur 18. februar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 34 - 18. februar 2005
Meistaratjóvurin Charlie
Croker hevur fingið eitt
framúr gott hugskot til eina
gullverda ætlan. Saman við
hjálparmonnum sínum, ið
allir eru serfrøðingar innan
bankarán, eydnast tað at
ræna eina væl varda borg í
Venedi, uttan nakran harð-
skap. Sama kvøld, við
fonginum um hendi, svíkir
tann eini hjálparmaðurin
allar hinar. Steve (Eward
Norton) tekur fram eina
pistól og rýmir avstað við
øllum gullinum. Eitt ár
seinni finnur Charlie Steve
aftur, hetta er í Los Ange-
les.
Ránsmenninir
úr
Venedi verða nú aftur savn-
aðir av Charlie, og ein ætl-
an verður løgd - ein
hevndarætlan. The Italian
Job er ein endurgerð av
bretska kultfilminum frá
1969. Tá hevði lítli bilurin
av merkinum Mini Cooper
ein heilt serligan leiklut og
so er eisini í hesum nýggja
filminum. Fleiri filmsløtur
við nógvari ferð og bilum
er í filminum, m.a. á Walk
of Fame í Hollywood og á
undirgrundarbreytini í Los
Angeles.
The Italian Job
Frumsýning:
Kontrakten med Don Ø (1)
Hvussu finnur ein tað rætta
starvsfólkið til eitt leið-
arastarv í Danmark? Og,
hvat krevst fyri at fáa eitt tí-
líkt starv? Skal man sleikja
fyri stjóranum? Ella eru
sjálvsálit og áræði hóskandi
eginleikar? Kann ein fara í
barnagarðin eftir børnunum
klokkan trý, ella er hetta
eitt stórt mistak? Tv3 hevur
í samstarvi við kenda
danska vinnulívsmannin,
nevndarformannin í F.C.
København,
Flemming
Østergaard, kannað hvat, ið
skal til fyri at fáa fatur á
einum dugnaligum starvs-
leiðara. Tv3 fylgir neyvt
við gongdini í úttøkuni av tí
rætta til starvið sum undir-
stjóra á tí størsta undir-
haldssamtakinum í Dan-
mark, nevniliga PARKEN -
Sport & Entertainment
(PS&E). Samtakið stendur
aftanfyri
fótbóltsfelagið
F.C. København. Hesari út-
tøku stendur Flemming
Østergaard sjálvur fyri, og
hann er eirindaleysur í síni
søk. Í 13 vikur skulu átta
umsøkjarar, hvør í sínum
lagi, sannføra Flemming
Østergaard um, at tey eru
tann rætti ella rætta at seta í
starv sum undirstjóra í
PS&E. Hyggjarin er við í
allari gongdini, bæði tá lut-
takarin skal loysa uppgávur
sjálvur, og tá luttakararnir
skulu virka í felag. Í hvørj-
ari sending skulu luttakar-
arnir bæði arbeiða á egnari
hond og eisini saman við
hvørjum øðrum. Allir lut-
takararnir eru við í øllum
13 sendingunum. Í hesi
fyrstu sendingini av Kon-
trakten med Don Ø koma
umsøkjararnir til ta fyrstu
starvsviðtaluna. Men við-
talurnar ganga ikki sum
væntað. Hetta er tí, at fleiri
av umsøkjarunum hava
hugsað meiri um fundin við
Don Ø sjálvan, enn teir
hava grundað yvir um teir
sjálvir eru egnaðir til starv-
ið...
Á TV3 hóskvøldið kl. 19.00
Eins og í upprunafilminum frá 1969 er nógv ferð og fleiri bilar í The Italian Job
The Italian Job, við
Mark Wahlberg,
Charlize Theron og
Edward Norton
Á Canal+Film í kvøld kl. 20.00:
Flemming Østergaard, Don
Ø, leitar eftir einum
undirstjóra til PARKEN
Sport & Entertainment. Og
hann er eirindaleysur í
sínum dómum
Hart verður stríðið um starvið - her eru teir átta umsøkjararnir