leygardagur 19. februar 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2005
43
MAP arkitektar sóknast eftir byggifrøðingi at byrja beinanvegin
Førleikakrøv:
Tú ert útbúgvin byggifrøðingur og...
· hevur starvsroyndir við projektering
· hevur hollan kunnleika til EDV og projektering á CAD
· hevur áhuga fyri dygdarmenning
· kann hava eftirlit við bygging
· hevur áhuga at arbeiða í einum skapandi umhvørvi
· hevur virðing fyri byggilist í allari bygging
· hevur góð samstarvsevni
Vit bjóða:
Eitt nýtt, livandi og skapandi arbeiðspláss, har tú fært
ávirkan á framtíðina. Eitt arbeiðspláss við fjølbroyttum
uppgávum, har fakligur førleiki og faklig menning verða
raðfest høgt.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett innan 23. mars 2005. Løn sambært
sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya
Byggifrøðingafelag.
Umsókn:
Umsókn við CV skal verða MAP arkitektum í hendi innan
7. mars 2005.
Meira fæst at vita við at venda sær til Rúna Abrahamsen
tel 35 19 00.
MAP arkitektar er ráðgevandi arkitektavirkið stovnað fyri tveimum árum
síðani. Eigarar eru Ove Mortensen, Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen.
Á teknistovuni starvast í løtuni 5 arkitektar, 1 byggifrøðingur og
1 skrivstovufólk við verkætlanum innan býarplanlegging, skúla-,
dagstovna-, skrivstovu-, umsitingar-, íbúðar-, handils- og virkisbygging.
N. Finsensgøta 37
FO-100 Tórshavn
Tel 35 19 00
Byggifrøðingur