Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 35 - 19. februar 2005 Hjartaliga takka vit øllum, ið vóru við til at gera hjúna- bandsdag okkara 31. juli 2004 so hugnaligan og ógloym- andi. Takk fyri gávur, fjarrit og alla hjálp á ymiskan hátt. Blíðar heilsur Jona og Ólavur Thune Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum á hvør sín hátt gleddu okkum á silvurbrúdleypsdegi okkara tann 8. januar 2005. Ein serlig tøkk til tykkum sum á ein hvønn hátt gjørdu dagin so hugnaligan og ógloymandi. Eisini takka vit fyri fjarrit, heilsanir og gávur. Heilsan Hansina og Martin Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúna- bandsdegnum 25. september 2004, takka vit hjartaliga Dóra & Jan Brúðarmyndir Eitt óhapp við ferju- leguna í Leirvík gjørdi ólag á ferðsl- una um Leirviksfjørð seinnapartin hós- dagin ÓHAPP Edvard Joensen Tá Sam um middagsleiðtið hósdagin skuldi taka ein blokkvogn við eini gravi- maskinu umborð í Leirvík, hendi eitt óhapp, sum gjørdi, at bilurin, sum dróg vorngin, fór niður í millum skipið og ferjuleguna. Eingin skaði hendi kortini. Sámal Petur í Grund, skipari á Sam, greiðir frá, at tá bilurin skuldi koyra um- borð, vísti tað seg, at tað var ov høgt hjá honum at koma upp fyri á gronini á skipinum. Ætlanin vr so at koyra í land aftur og venda skipin- um, so bilurin kundi koma umborð á reyvini. Men okkursvegna hevur bilurin á veg í land trýst so á skipið, at tað fór frá, og bilurin kom at hanga mill- um gronina á Sam og ferjuleguna. Ferjuskráin leyp upp av festinum og datt niður, so framparturin av bilinum varð hangandi í leysari luft. Sámal Petur í Grund, sig- ur, at eingin skaði stóðst av, hvørki á fólk ella materiell. Ein stórur krani varð boðsendur at lyfta bilin upp aftur og fáa hann inn á trygga »grund«. Men fyrst varð skipið tryggjað so væl til bar við endum og wir- um, greiddi skiparin frá. Ohappið í Leirvík gjørdi, at Dúgvan mátti til Fugla- fjarðar, og tað seinkaði so ferðsluni um Leirvíksfjørð nakað. Óhapp í Leirvík Lastbilurin trýsti Sam frá ferjuleguni og varð hangandi millum skipið og ferjuleguna