týsdagur 22. februar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 36 - 22. februar 2005
Skulu flyta
í summar
Jødisku niðursetufólkini
í Gaza-geiranum kunnu
so smátt fara undir at
fyrireika seg til at flyta
haðani.
Sunnudagin
samtykti
ísraelska
stjórnin við seytjan at-
kvøðum ímóti fimm, at
tey 8.300 niðursetu-
fólkini skulu fara úr
Gaza-geiranum í sein-
asta lagi tann 20. juli.
– Eg havi tænt ísra-
elska ríkinum í 60 ár, og
eg havi tikið fleiri
hundrað avgerðir. Í fleiri
førum hevur tað snúð
seg um lív ella deyð,
men hendan samyktin er
tann truplasta í lívi mín-
um, segði Ariel Sharon,
forsætisráðharri, í einari
røðu fyri einum ameri-
konskum
jødafelags-
skapi
sunnukvøldið.
Hann segði, at avgerðin
at flyta niðursetufólkini
úr Gaza-geiranum og
Norðursamária var trup-
ul, men neyðug fyri
framtíð Ísraels.
Eftir samtyktini skulu
niðursetufólkini flyta úr
øllum teimum 21 niður-
setubygdunum í Gaza-
geiranum ogýra bygdum
á Vestara Áarbakka. Í
síðstu viku samtykti ís-
raelska tjóðartingið at
rinda niðursetu-fólkun-
um slakar seks milliardir
krónur í endurgjaldi.
Stjórnin hótt
Fyri trimum mánaðum
síðani samdust svenska
stjórnin og teir fýra
borgarligu
flokkarnir
um, at sviar skulu ikki á
fólkaatkvøðu um ta ætl-
aðu
ES-grundlógina,
men at Ríkisdagurin
skal taka støðu fyri
fólkið.
Umhvørvisflokkurin,
sum er stuðulsflokkur
hjá stjórnini, var ikki
nøgdur við semjuna, og
um vikuskiftið hótti
flokkurin við at taka
stuðulin til stjórnina
aftur, verður grundlóg-
aruppskotið ikki lagt út
til fólkaatkvøðu. Um-
hvørvisflokkurin hevur
15 tinglimir, og Gøran
Persson,
forsætisráð-
harri, hevur brúk fyri
teimum fyri at varðveita
meirilutan í Ríkisdeg-
num.
Í einum skrivi, sum
Umhvørvisflokkurin
handaði stjórnini sunnu-
dagin, skrivar leiðslan í
flokkinum, at tað er
skeivt av Sosialdemo-
kratunum og teimum
borgarligu flokkunum at
taka avgerðarrættin frá
veljarunum. Lagt verður
afturat, at stendur stjórn-
in við avgerðina, er tað
trupult at ímynda sær, at
samstarvið
millum
stjórnina og Umhvørvis-
flokkin kann halda fram.
Nógv ferðafólk
í Burma
Hóast fleiri lond hava
mælt sínum borgarum
frá at fara til Burma ella
Myanmar at ferðast,
tykist áheitanin ikki
virka eftir ætlan.
Orsøkin til, at lond
mæla sínum borgarum
frá at fara til Burma, er,
at hernaðarstýrið har
sýtir fyri at virða altjóða
mannarættindi,
men
sambært blaðnum My-
anmar Times eru tað
ikki øll, sum taka áheit-
anina
til
eftirtektar.
Blaðið skrivar, at í fjør
vitjaðu 660.000 fremm-
and ferðafólk landið, og
tað var tíggju prosent
fleiri enn árið fyri. Inn-
tøkurnar frá ferðafólka-
vinnuni vóru næstan
800 milliónir krónur ella
17 prosent meiri enn í
2003.
So seint sum í síðstu
viku mælti bretski for-
sætisráðharrin,
Tony
Blair, bretskum borgar-
um frá at fara til Burma
at ferðast. Fleiri hava
víst á, at tey útlendsku
ferðafólkini eru við til at
fíggja virksemið hjá
hernaðarstýrinum,
so
tað kann verða sitandi.
Berjast við
polio
Afrikonsku londini Ni-
geria, Niger og Benin
hava nú tikið seg saman
í einari roynd at gera
enda á sjúkuni polio.
Tey trý londini eru tey
seinastu,
sum
hava
trupulleikar av polio, og
heimsheilsustovnurin
WHO sigur, at eydnast
tað at basa sjúkuni har,
er poliovirusið útrudd-
að. Sjúkan hevur serliga
gjørt um seg í Nigeria,
og í løtuni eru 63 pro-
sent av øllum poliotil-
burðunum skrásettir har.
Men sambært WHO ber
tað til at beina fyri sjúk-
uni innan árlok.
Sunnudagin
hittust
nigeriski forsetin, Olu-
segun
Obasanjo,
og
starvsbróður hansara í
Benin, Mathieu Kera-
kou, á markinum ímill-
um tey bæði londini, har
tey settu tað seinasta
átakið ímóti polio í
gongd. Málið er at
vaksinera 40 milliónir
børn ímóti sjúkuni, og
meiri
enn
130.000
heilsustarvsfólk taka lut
í
átakinum,
skrivar
Reuter.
UTTAN ÚR HEIMI
Amerikanski ríkmað-
urin Steve Fossett
ætlar sær at flúgva
einsamallur kring
Jørðina uttan at
millumlenda og uttan
at taka brennievni
FLÚGVING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í morgin ella hósdagin fer
tann 60 ára gamli millión-
ingurin Steve Fossett á flog
í flogfari sínum Virgin At-
lantic Global/Flyer. Ferðin
byrjar í amerikanska statin-
um Kansas, og leiðin gong-
ur eystureftir.
Virgin Atlantic Global/
Flyer kann flúgva 450 kilo-
metrar um tíman. Flogfarið
hevur 17 brennievnis-tang-
ar, og veingjaspennið er 35
metrar. Meginpartin av
ferðini skal tað flúgva í
52.000 fóta hædd.
Gongst sum ætlað, verð-
ur Steve Fossett tann fyrsti,
sum hevur flogið einsa-
mallur kring Jørðina uttan
at millumlenda og uttan at
taka brennievni á ferðini.
Men tað verður ikki hans-
ara fyrsta met. Fyri trimum
árum síðani var hann tann
fyrsti, sum fleyg kring
knøttin í ballón uttan at
millumlenda, og í fjør nýtti
hann 58 dagar til at sigla
kring Jørðina, og tað er
met. Hann er eisini tann,
sum hevur siglt skjótast í
seglbáti tvørtur um Atlants-
havið.
Steve Fossett sigur, at
flogferðin við Virgin At-
lantic Global/Flyer fer ætl-
andi at taka 80 tímar. Tann
seinasta ferðin av hesum
slagnum var í 1986, men ta
ferðina vóru tveir menn í
flogfarinum, og ferðin tók
meiri enn níggju samdøgur.
Á summum økjum
eru framstig hend,
síðani Taliban-stýrið
bleiv koyrt frá, men
tað skal lítið til, at
landið endar aftur í
ruðuleika
AFGHANISTAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Vøksturin í afghanska bú-
skapinum
hevur
verið
stórur tey seinastu árini, og
umleið tríggjar milliónir
børn eru sloppin aftur í
skúla, efti at Taliban-stýrið
bleiv koyrt frá, skrivar
menningarstovnurin hjá ST,
UNDP, í einari frágreiðing,
sum verður almannakunn-
gjørd í dag.
Men so er lítið gott at
siga afturat, tí á fleiri økj-
um er støðan ring. Hagtøl-
ini vísa, at fimta hvørt barn
doyr, áðrenn tað hevur fylt
fimm ár, og at hvønn ein-
asta tíma doyggja tvær
kvinnur í sambandi við
barnsburð. Meðal livialdur-
in er bara 44,5 ár ella um-
leið 20 ár styttri enn í
grannalondunum, og einki
land í heiminum hevur so
mong flóttafólk sum Af-
ghanistan, stendur í frá-
greiðingini.
UNDP sigur, at eydnast
tað ikki at loysa trupulleik-
arnar í gerandisdegnum,
kann Afghanistan enda aft-
ur í ruðuleika. Stovnurin
vísir á, at teir ymsu fólka-
bólkarnir hava framvegis ilt
við at samstarva, og at tað
kann elva til, at gamlar
ósemjur kykna aftur.
Sum tað fyrsta landið hevur
Spania gjørt av at taka
undir við uppskotinum um
eina ES-grundlóg.
Fólkaatkvøða var um
spurningin sunudagin, og
har atkvøddu 77 prosent
fyri uppskotinum. Kortini
vísti tað seg, at bara 40 pro-
sent av veljarunum vóru í
atkvøðuhølunum, so í veru-
leikanum atkvøddiu bara
umleið ein fjórðingur av
veljarunum fyri grundlóg-
ini.
Tað var ES-leiðslan í
Bruxelles, sum gjørdi av, at
tann fyrsta fókaatkvøðan
um grundlógina skuldi
haldast í Spania, tí har er
undirtøkan fyri samveldin-
um stór. Tí skuldi tað
spanska
útrslitið
eggja
øðrum ES-borgarum til at
taka somu støðu. Men eyg-
leiðarar siga við AFP, at
valluttøkan í Spania var
væl minni enn væntað, og
at tað kann fáa veljarar í
hinum londunum at sita við
hús, tá teir skulu atkvøða
um grundlógina.
Lítil áhugi fyri grundlóg
Afghanistan kann enda
aftur í ruðuleika
Kring Jørðina í 80 tímar
Virgin Atlantic
Global/Flyer á royndar-
ferð uppi yvir Nevada-
fjøllunum í USA
Mynd: Reuters