Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 22. februar 2005 29 Fosturkanningar av seyði Tey, ið ynskja at fáa seyðin hjá sær fosturkannaðan, kunnu ringja í vikuni. Eyðstein Jensen Tlf. 510195 Fulltrúi Eitt starv sum fulltrúi á Búnaðarstovuni verður við hesum lýst leyst til setan eftir nærri avtalu. Arbeiðsøkið hjá fulltrúanum verður: • at fyrisita tær uppgávur,sum lagdar eru til Bún- aðarstovuna innan aliøkið, og harímillum vera við til at orða og seta í verk innanhýsis reglur og mannagongdir innan hetta økið, • gera hagtalsgreiningar og almannakunngera hesar, • virka sum ráðgevi innan aliøkið hjá myndug- leikum o.ø., • taka sær av øðrum fyri starvið viðkomandi uppgávum. Av tí, at stovnurin er lítil, kann viðkomandi starvsfólk vænta eisini at skula taka lut í øðrum uppgávum á stovninum eftir tørvi. Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarar hava útbúgving frá hægri lærustovni, svarandi til bachelor útbúgv- ing. Harumframt er tað ein treyt, at viðkomandi hevur fyrisitingarligar royndir á økinum ella sum heild innan almenna og/ella privata fyrisiting. Umsøkjarar við innliti í almenna bygnaðin og politisku skipanina hava fyrimun. Vit kunnu bjóða Eitt spennandi starv,har umsøkjarin verður við til at byggja upp ein nýggjan stovn og verður við til at mynda karmarnar innan nevnda fyrisitingar- liga økið, sum hevur stóran samfelagsligan týdn- ing. Løn og setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og viðkomandi yrkisfelag.Møguleiki er fyri, at starvsøkið verður víðkað/broytt, og má tann, ið settur verður, tola hetta. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. o.ø. skulu sendast til: Búnaðarstovuna Postrúm 50 FO-110 Tórshavn. Umsóknarfreist: 7. mars 2005. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ara Johanneson, tlf. 308030. Stutt lýsing av Búnaðarstovuni Búnaðarstovan er skipað eftir løgtingslóg nr.20 frá 17.mai 2004 um landsjørð,og fyrisitur alla almenna jørð,sum ikki er fyrisitin av ella skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni. Búnaðarstovan umsitur eisini árligu studnings- játtanina til landbúnaðarvinnuna, sum verður veitt við heimild í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003. Somuleiðis er umsitingin av aliloyvum, sambært §§ 2 og 4 í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m. latnar Bún- aðarstovuni at útinna, eins og uppgávan viðvíkjandi ali- ráðgeving, sum áður hevur ligið hjá Pf. Fiskaaling, er løgd til Búnaðarstovuna. 4,5 heiltíðarstørv eru í løtuni á Búnaðarstovuni. BÚNAÐARSTOVAN -har tað hendir -har tað hendir