týsdagur 22. februar 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 22. februar 2005
33
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góði fitti Sverri
Hjartaliga
tillukku við 10
ára degnum tann
21. febr.
Ynskja omma
og abbi
Tær verður ynskt hjartaliga tillukku við teimum 35
árunum.
Bestu heilsanir systir tín v/familju
Góða elskaði
Regin Ingi
Hjartaliga
tillukku við 8 ára
føðingardegnum
21. febr. Alt tað
besta ynskist tær.
Jesus signi teg.
Mamma, babba,
Heidi og Dávid
Góði Hans Kári-gubbi
Tillukku við 16 ára føðingardegnum 22. febr. alt tað besta
í framtíðini. Heilsan vit øll
Dánjal
Ung á
summarlegu
Ung úr Føroyum og
úr tíggju øðrum
londum fara í sumar
á legu í Hillerød
SUMMARLEGA
tíðindaskriv
Aftur í ár eru føroyingar
bodnir við á norður-
lendsku summarleguna í
Hillerød í Danmark.
Legan er fyri 11 til 14
ára gomul úr Danmark,
Finnlandi, Grønlandi, Ís-
landi,
Norra,
Svøríki,
Álandi, Estlandi, Lett-
landi, Litava og Føroyum.
Hon verður frá 4. til 10.
juli 2005.
Summarlegan
er
í
náttúruvøkrum umhvørvi
á Sælandi, har sum skipað
verður fyri hópinum av
uttandura og innandura
ítrívum, spølum og ítrótti.
Útferð verður gjørd til
Keypmannahavnar, eitt
nú í Tivoli.
Prísurin er 1.600,00 kr.
umframt ferðina til Hille-
rød og heim aftur til
Føroya.
Í fjør vóru 15 ung úr
Føroyum á summarleguni
í Hillerød.
Á
heimasíðuni
www.nordlejr.dk
fæst
meira at vita um summar-
leguna, sum er fyri 90 ung
úr 11 londum.
Umsóknarfreistin er til
2.mai.
Umsóknarblað
fæst frá Norrøna Felagn-
um í Føroyum, J. Paturs-
sonargøtu 24 í Havn, tlf.
217999. Eisini ber til at
tekna seg á heimasíðuni
www.nordlejr.dk
Og
teldupostur kann sendast
til info@nordlejr.dk.
FRAMSÝNING
tíðindaskriv
Skeiðið hjá teimum 21
næmingunum, sum hava
gingið á Húsarhaldsskúla
Føroya er um at verða lið-
ugt. Í hesum sambandi
skipa næmingarnir á skúl-
anum fyri stórari framsýn-
ing av tí handaliga arbeið-
inum, sum teir hava arbeitt
við teir seinastu 7 mánað-
irnar. Undirvíst hevur ver-
ið í hondarbeiðslærugrein-
unum, binding, tilskering,
seyming, silkimáling,
brodering, føroysk bond
og tøving.
Á framsýningini verður
høvi hjá teimum vitjandi
at fara á cafe og fáa ein
góðan
køkubita,
sum
næmingarnir hava baka
afturvið einum góðum
kaffimunni.
Framsýningin er opin
týsdagin, 22. februar.
Harmoniku-
treff á Viðareiði
Harmonikutónleik-
ur og grillaðir búffar
verða á skránni á
Viðareiði um
knappar tvær vikur
HARMONIKUTREFF
Jákup Mørk
5. mars skipar Hotel Norð
á Viðareiði fyri stórum
harmonikutreffi,
har
harmonikuleikarar kring
landið fara at hitast.
Talan er eftirhondini
vorðin um eitt afturvend-
andi tiltak, sum hevur
verið hildið ymsastaðni
kring landið, og sum í ár
altso verður á Viðareiði.
Um kvøldið koma leik-
ararnir at taka lut í stóra
grillkvøldinum, sum Hot-
el Norð skipar fyri, við
tónleiki, undirspæli til
felagssang og dansi.
Grillkvøldið, sum byrj-
ar klokkan 19.00, er al-
ment, og borðreitt verður
forrættið, ymiskum sløg-
um av búffum og dessert
og kaffi.
Almenni dansurin byrj-
ar eftir borðhaldið og
verða tað 3 ymisk har-
monikulið sum koma at
skiftast at spæla.
Framsýning á
Húsarhalds-
skúlanum
www.sosialurin.fo
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
veitst tú ikki tað?
HEILSANIR