mikudagur 23. februar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 23. februar 2005
3
Nú verður aftur høvi at
síggja vælumtókta sjón-
leikin hjá Klaksvíkar Sjón-
leikarfelag »Ansa mær eftir
Amaliu«, sum gekk fyri
fullum húsum fleiri vikur
áðrenn jól. Eftir ein heldur
drúgvan steðg, fóru leik-
arnir undir venjingar aftur
seinasta vikuskifti og eru
nú klárir at fara út at ferðast
við leikinum. Byrjað verð-
ur á Oyrabakka leygar-
kvøldið og seinni verður
farið víðari til Havnar har
sýningarnar vera í Sjónleik-
arahúsinum.
»Ansa mær eftir Amaliu«
er ein farca av tí gamla
slagnum, har misskiljingar
hópa seg upp, meðan fløkj-
an bara gerst størri og
størri. Tað eru leikarnir,
sum bera leikinum og
undirhaldinum uppi, og
hesuferð eru teir eru óvan-
liga nógvir um boðið - heili
19 í alt. Sum nakað rætti-
liga forkunnugt hevur leik-
stjórin Egi Dam hesuferð
funnið eina røð av teimum
gomlu
orginalunum
í
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
fram aftur, sum saman við
yngru kreftunum í felagn-
um syrgja fyri undirhaldi á
hægsta støði.
Sýningarnar á Oyrabakka
vera í Eydnuni leygar-
kvøldið kl. 19 og sunnu-
dagin kl 16 og kl 19
-ave-
Føroya
Felag
móti
Krabbameini fer nú undir
at stovna ein nýggjan
undirbólk í felagnum.
Bólkurin er fyri kvinnur,
sum hava ella hava havt
krabbamein í undirlívinum.
Endamálið við bólkinum
er:
1. at hesar kvinnur koma
saman at tosa, stuðla og
hjálpa hvør aðrari og
veita hjálp til sjálvhjálp.
2. at vera málgagn og
fremja áhugamál hjá
kvinnum við krabba-
meini í undirlívi, mót-
vegis myndugleikum og
heilsuverki
3. at savna vitan og royndir
á øllum økjum, hvat við-
víkur
krabbamein
í
undirlívi
4. at fremja upplýsandi og
vegleiðandi virksemi um
krabbamein í undirlívi
Í hesum sambandi skipar
felagið fyri eini hugnaløtu
fyri kvinnum, sum hava
ella hava havt krabbamein í
undirlívinum.
Hugnaløtan
verður
í
hølunum hjá Føroya Felag
Móti
Krabbameini
á
Grønlandsvegi 58 í Tórs-
havn mánakvøldið 7. mars
2005 kl. 19.00.
Poula Christiansen fer at
greiða frá, tá hon fekk stað-
fest krabbamein í undirlív-
inum fyri 25 árum síðan.
Um tygum ynskja at taka
lut, vinarliga boða frá í
seinasta lagi mánadagin 7.
mars kl. 15.00 á telefon
317959/
217959
ella
t e l d u p o s t :
ffk@post.olivant.fo
»Amalia« út at ferðast
»Ansa mær eftir Amaliu« er eitt sera forvitnisligt samanspæl
millum eldri og yngri kreftir í Klaksvíkar Sjónleikarfelag
Hugnaløta fyri kvinnum,
sum hava ella hava havt
krabbamein í undirlívinum