Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 23. februar 2005 5 Uppsøgner á veg Norðurlendska Ráðharra- ráðið hevur givið rektan- um á Nordisk Journalist- center, Birgir Kruse, eitt ætlanarskriv, har hann fær at vita, at Ráðharraráðið ætlar sær at fylgja tilmæl- inum frá stýrinum fyri Journlistsentrið um at siga hann úr starvinum sum rektari. Útvarp Føroya veit at siga, at Ráðharraráðið vísir á fleiri viðurskifti, sum liggja til grund fyri, at hann skal sigast úr starvinum. Birgir Kruse nú hevur tvær vikur til at svara ætl- anarskrivnum, og hann hevur seks mánaðar upp- sagnartíð. Birgir Kruse fór í starvið sum rektari fyri Nordisk Journaliscenter í Århus í 1. februar í fjør, men í oktober mánaði var hann biðin um fyribils ikki at koma aftur til arbeiðis, tí Ríkisrevisiónin hevði funnist at umsitingini hjá honum av Journalist- sentrinum. Hetta fekk stýrið fyri Nordisk Journaliscenter at taka málið upp, og hetta hevur nú ført við sær, at Ráðharraráðið ætl- ar at siga rektaran úr starvinum. ek Nýtt upp- skot um dankortið Bæði danski Javnaðar- flokkurin og Danski Fólkaflokkurin siga seg vera sinnaðar at umhugsa møguleikan, at peninga- stovnarnir missa umsit- ingina av tí umstrídda dankortinum, og at Nati- onalbankin í staðin skal hava gjaldskortið um hendi. Hetta er nýggjari leikur- in í einum drúgvum talvi um, hvør skal gjalda ómaksgjaldið fyri nýtsl- una av gjaldskortum. Bankarnir vilja geva handlunum rokningina, og handlarnir vilja senda rokningina víðari til brúkararnar. Javnaðarflokkurin og Danski Fólkaflokkurin skulu tosa við stjórnina um eina loysn á stríðnum, so at brúkararnir sleppa undan tí illa dámda ómaksgjaldinum, men eydnast tað ikki, eru flokkarnir sinnaðir at finna eina semju uttan um teir báðar stjórnar- flokkarnar, og tá kann koma upp á tal, at pen- ingastovnarnir missa um- sitingina av dankortinum. ek Løgtingsmaðurin Bill Justinussen fer á ting- fundinum mikudagin at spyrja Bjarna Djur- holm um hann metir, at tørvur er á einum yvirskipaðum ferðslu- politikki í Føroyum FERÐSLA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tann økta ferðslan í Føroy- um setir størri krøv til trygdina á vegunum, og tí er treytaleyst neyðugt hjá myndugleikunum at hava yvirskipað mál at halda seg til í framtíðar ferðslutrygd- arhøpi. Soleiðis sigur løgtings- maðurin Bill Justinussen í einum munnligum fyri- spurningi, sum hann hevur boðað frá, at hann fer at seta landsstýrismanninum Bjarna Djurholm í løgting- inum mikudagin. Bill Justinussen vísir á, at Ráðið fyri Ferðslutrygd eftirlýsir einum almennum ferðslupolitikki, og at landsstýrismaðurin í nov- ember mánaði í fjør lovaði at leggja eitt uppskot fyri tingið, sum tók støði í álit- inum um nullhugsjónina. Ikki bara meira ferðslu Løgtingsmaðurin hava at vita, um landsstýrismaður- in metir, at tørvur er á ein- um yvirskipaðum ferðslu- politikki í Føroyum, og hvørjar aðaltættir í upp- skotinum verða lagdir fyri løgtingið. – Tað er óheppið, at vit føroyingar ikki hava ein slíkan yvirskipaðan ferðslupolitikk. Tað átti at verið ein sjálvsøgn, at vit ikki bara útbyggja undir- støðukervið og fylla vegir- nar við bilum, men at vit samstundis gera alt, sum er møguligt fyri at betra um trygdina og ferðsluatburðin sum heild, so málið um null deyðsvanlukkur í ferðsluni støðugt stendur ovast á breddanum, sigur Bill Just- inussen, løgtingsmaður. Bill saknar ferðslupolitikk Tey ungu koma í fremstu røð – Vit fara fyrst og fremst at gera nakað við tann stóra trupul- leika, at tey ungu fáa skaða og lata lív í ferðsluni. Tað er har, at tann størsti trupul- leikin er, sigur Bjarni Djurholm, landsstýr- ismaður, sum ikki fer at leggja uppskot um nullhugsjónina fyri løgtingið í hesari set- uni. Hann hevur tó biðið umsitingina hjá sær kanna, um tað ber til at fáa eina enda- málsorðing inn í sjálva ferðslulógina FERÐSLA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin við ferðslumálum ætlar sær ikki at leggja uppskotið um nullhugsjónina í ferðsluni fyri løgtingið í næstum. Hann ætlar sær í staðin at koma við nøkrum ítøkilig- um broytingum í ferðslu- lógini, sum skulu royna at forða fyri, at so nógv ung- fólk fáa skaða og missa lív- ið í ferðsluni. Og so vil hann kanna, um tað ber til at fáa eina endamálsorðing við í ferðslulógina. – Tað er umráðandi, at vit gera nakað, har vit hava sjónligar trupulleikar í ferðsluni og tað størsta vandamálið eru teir ungu bilførararnir, sum eru yvir- umboðaðir í hagtølunum yvir skadd og deyð. Tað vilja vit royna at gera nakað við og fara at brúka okkara orku til tað næstu tíðina, sigur Bjarni Djurholm. Hann hevur lagt eitt upp- skot fyri tingið, har frádøm- ingin av koyrikoyrtinum vegna ov nógva ferð verður herd, og í heyst skal uppskot leggjast fyri tingið um royndarkoyrikort og til tey ungu og eina stigaskipan, har koyrikortið kann koma í vanda, um bilførarar gera fleiri smærri lógarbrot. Harafturat er ein kunn- gerð á veg, sum fer at seta munandi størri krøv til tey, sum skulu taka koyrikort. Eingin nullhugsjónin Ráðið fyri Ferðslutrygd sig- ur seg hava fingið eitt lyfti frá Vinnumálaráðnum um, at eitt uppskot um ferðslu- politikk, sum er grundað á eitt álit um nullhugsjónina, skal leggjast fyri løgtingið í hesari setuni. Men soleiðis verður ikki. – Vit hava viðgjørt hatta og halda ikki, at tað er rætt at gera nú. Vit høvdu eitt að- alorðaskifti um nullhug- sjónina, og í áltinum er nógv áhugavert. Sumt kann setast í verk beinanvegin, annað skal fyrireikast betur, og aftur sumt má bíða nøkur ár, sigur Bjarni Djurholm, sum tí útilokar, at eitt lógar- uppskot, sum byggir á álitið um nullhugsjónina, verður langt fyri løgtingið nú. – Vit kundu lagt eitt upp- skot til samtyktar, har landsstýrismaðurin heitir á løgtingið um at heita á landsstýrismann um at gera eina lóg, men tað sigur so lítið. Tað er sum at fara út á vegin at spæla eina fanfaru og siga, at tað er melodiurin – tónin, sum vit øll skulu royna at halda. Bjarni Djurholm er held- ur ikki til reiðar at seta eina skaðanevnd at kanna ferðsluóhapp júst nú. Landsstýrsmaðurin vil heldur brúka orku til ein stóran ítøkiligan trupul- leika – at tey ungu í stóran mun fáa skaða og lata lív í ferðsluni. Endamálsorðing í lógina Landsstýrismaðurin vil ikki viðurkenna, at føroyingar ongan ferðslupolitikk hava, soleiðis sum forkvinnan í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur ført fram. – Vit hava ein ferðslu-pol- itikk. Vit liggja ikki á tí latu síðuni, men vit royna veru- liga at gera nakað fyri at økja um trygdina á vegun- um. Vit hava Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum ger eitt gott arbeiði, vit hava løg- regluna, Landsverk, komm- urnar, Vinnumálaráðið og Bileftirlitið, sum øll gera nakað fyri at gera vegirnar tryggari. – Málið skal verða, at skaðarnir í ferðsluni skulu verða so fáir sum yvirhøvur gjørligt, og vit síggja eisini í hagtølunum, at tað ar- beiðið, sum hevur verið gjørt í nógv ár av ymsum myndugleikum og stovn- um, gevur úrslit. Hetta er ein ferðslupolitikkur. , sig- ur Bjarni Djurholm. Hann hevur nú biðið umsitingina hjá sær kanna, um tað ber til at fáa eina endamálsorðing inn í sjálva ferðslulógina. – Eg eri sum heild ímóti, at lógir hava eina endamáls- orðing, men í sambandi við ferðslulógina haldi eg, at tað hevði borið til. Tí hevði tað verið eitt hugskot, at vit settu eina endamálsorðing fyri ferðslupolitikkin í sjálva ferðslulógina, og so arbeiddu við tí sum grund- arlagi, sigur Bjarni Djur- holm. – Tað er ómetaliga trist, tá ið vit missa fólk í ferðsluni, men eg ivist í, um vit nakrantíð verða so dugnalig til at smíða lógir og gera skipanir, at eingin fer at fáa skaða í ferðsluni. Málið skal tó vera, at ferðslan skal vera so skaðaleys sum gjør- ligt, og tað skulu vit arbeiða fyri. – Vit hava ein ferðslupolitikk. Vit liggja ikki á tí latu síðuni, men vit royna veruliga at gera nakað fyri at økja um trygdina á vegunum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður. Hann fór tó ikki at leggja uppskot fyri løgtingið um nullhugsjónina í hesari tingsetuni