Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 37 - 23. februar 2005 Av seinastu lastini hjá Vestmenningi og Fram keypti Føroya Fiskavirking 90 kør. Restin fór til frysting- ar í Kollafirði, haðani fiskurin verður av- skipaður við frysti- skipi til Ruslands FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár høvdu vit greinar um smáa upsan, sum í hesum døgum verður frystur til útflutnings. Vit høvdu samrøðu við Leif Høj, stjóra á sølufyritøkuni, Fofish í Runavík, og vit bóru tíðindini um, at P/F Miðalsbrekka í Vestmanna, sum hevur skipini, Vest- menning og Fram, nú eisini frystir smáan upsa á frysti- goymsluni í Kollafirði. Í Saltangará verður fisk- urin frystur umborð á russ- iskum skipi, sum liggur við bryggju. Í Kollafirði kemur frystiskip eftir fiskinum, tá ið hann verður avskipaður. 90 kør til virkingar Skipini, Vestmenningur og Fram, hava landað fyrstu ferð í Kollafirði, og eru nú á øðrum túrinum, síðan avtalan um frysta fiskin til russiska marknaðin varð gjørd. Í greinini í gjár vístu vit á, at tað er tann smái upsin hjá vestmannatrolarunum, sum verður frystur, meðan Føroya Fiskavirking keypir tann fiskin, sum er egnaður til virkingar. Av fyrstu lastini hjá skip- unum, har smái upsin skuldi frystast, keypti Før- oya Fiskavirking 90 kør. Onkur lesari hevur spurt, um báðar lastirnar hjá Vest- menningi og Fram fóru til frystingar, men tað fóru tær altso ikki. Á tingi í dag fer løgtingsmaðurin, Heðin Zachariasen, at spyrja Bjarna Djur- holm, landsstýris- mann, um landsstýrið ætlar at gera nakað við vánaligu útvarps- og sjónvarpsviður- skiftini í pørtum av Norðurstreymoy og í Sundalagnum FYRISPURNINGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Løgtingsmaðurin, Heðin Zachariasen, er ikki nøgdur við líkindini at hoyra Út- varp Føroya og síggja Sjón- varp Føroya í Norður- streymoy og Sundalagnum. Tí fer hann á tingi í dag at seta landsstýrismanninum í samskiftismálum nakrar muntligar fyrispurningar um hesi viðurskifti. Gjald og tænasta Heðin fer at spyrja, um landsstýrismaðurin hevur nakrar ætlanir um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Um svar landsstýrismans- ins verður ja, vil løgtings- maðurin hava at vita, nær roknast kann við, at henda tænasta verður nøktandi. Í øðrum lagi – um svarið hjá landsstýrismanninum verður nei – vil Heðin hava at vita, um landsstýrismað- urin metir tað vera rætt, at fólk gjalda fyri útvarps-og sjónvarpstól og ikki fáa eina nøktandi tænastu. Serliga útvarpið Sum skilst á Heðini Zachariasen, er tað serliga Útvarp Føroya sum hoyrist illa, men líkindini at síggja Sjónvarp Føroya eru heldur ikki nøktandi í økinum. – Hesi viðurskifti eru ikki nøktandi í einum parti av Norðurstreymoy og í Sundalagnum, sigur løg- tingsmaðurin. 90 kør av upsa til virkingar Heðin spyr um vánaligt útvarp og sjónvarp – Vit hava eitt minsta- mát fyri upsa, sum er 55 cm., og verður ungfiskakunngerðin hildin, er ikki nógv at siga um hetta, nú ein partur av veiðiflotan- um fær meira fyri tann smáa upsan, sigur Hjalti í Jákupsstovu FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leiðarin á Fiskirannsóknar- stovuni, Hjalti í Jákups- stovu, stúrir eftir øllum at døma ikki fyri gongdini, nú nøkur feløg í Føroyum gera royndir við at frysta smáan upsa, sum verður seldur á russiska marknaðin. Hann heldur ikki, at vandin er so stórur við, at skip nú møguliga fara at leggja seg minni eftir at fáa fatur á tí størra fiskinum, tí tann smái upsin kann fryst- ast og seljast fyri hampiliga góðan prís í Ruslandi. – Nei, eg síggi ikki hetta sum nakran trupulleika, so leingi fiskað verður eftir teimum ásetingum, sum eru galdandi. Minstamát og kunngerð Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at vit hava eitt minsta mát fyri upsa, sum er 55 cm., og hann gongur út frá, at henda áseting verður fylgd. – Vit hava eisini eina ungfiskakunngerð, sum sigur, at skip hava skyldu at boða frá, um ov nógvur ungfiskur er uppi í veiðini. Er nøgdin av ungfiskin ov stór, kunnu leiðirnar steingjast í eina tíð. Hann dugir ikki at síggja, at tað er nakar munur fyri upsastovnin, um fiskurin verður virkaður á landi ella seldur frystur til Ruslands. – Sjálvandi fer veiðimað- urin eftir tí fiskinum, sum nakað fæst av og sum gevur besta prísin. Kemur til sættis Hjalti í Jákupsstovu væntar ikki, at royndin eftir tí smáa fiskinum verður størri, hóast hesin nú í ávísum førum kann seljast fyri ein betri prís. – Upsin er sum heild smáur, og tí vænti eg ikki, at royndin hjá hesum skipum verður stórt øðrvísi, enn hon annars hevði verið, um tey lítið og einki fingu fyri henda fiskin. Leiðarin á Fiskirann- sóknarstovuni heldur, at tað er nógv betur, at prísur kann fáast fyri smáa fiskin – heldur enn, at hann kanska verður tveittur í havið aftur. – Fæst prísur fyri fiskin, kemur hann í minsta lagi til sættis, sigur Hjalti í Jákups- stovu. Hjalti í Jákupsstovu: Ungfiskakunngerðin má haldast – Fæst hampiligur prísur fyri fiskin, kemur hann í minsta lagi til sættis, sigur Hjalti í Jákupsstovu Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg vænti ikki, at royndin eftir upsanum verður stórt øðrvísi, enn hon hevur verið Mynd: Vilmund Jacobsen - Líkindini at hoyra Útvarp Føroya og at síggja Sjónvarp Føroya eru ikki nøktandi í pørtum av Norðurstreymoy og Sundalagnum, heldur Heðin Zachariasen, løgtingsmaður P/F Miðalsbrekka í Vestmanna, sum hevur skipini, Vestmenning og Fram, hevur gjørt avtalu um 750 tons av frystum upsa til Ruslands