Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 23. februar 2005 7 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, setir spurnartekin við, um tað er rætt uttan nakað at taka støðu til Kyoto avtal- una. Tað eru fleiri viðurskifti, sum skulu kannast fyrst, heldur hann JARÐARHITI Edvard Joensen Tað er umráðandi at seta spurnartekin við tær ymsu frágreiðingarnar, sum verða kunngjørdar um jarð- arhita og tað árin, hann hevur á eitt nú veðurlagið, sigur landsstýrimaðurin við orkumálum, Bjarni Djurholm. Undir orðaskiftinum á Løgtingi um orkupolitikk, segði Bjarni Djurholm, at hann ivaðist í, um allar tær frágreiðingar, sum gjørdar eru um eitt nú upphiting av Jørðini, skuldu takast so bókstaviliga, sum tær vórðu kunngjørdar. – Hetta, eg segði, skal standa fyri mína egnu rokn- ing, sigur Bjarni Djurholm. Eg meini, at tað er rætt at vera ivasamur um allar slík- ar frágreiðingar og kanna eftir, hvussu grundarlagið, tær eru bygdar á, er hald- gott, sigur hann. Hann vil sum útgangs- punkt ikki mæla til at taka undir við Kyoto sáttmálan- um. Har eru so øgiliga nógv viðurskifti, vit eiga at kanna og viðgera, áðrenn vit seta hendan sáttmálan í verk, sigur landsstýrismað- urin við orkumálum. Føroyskt viðurskifti Bjarni Djurholm leggur dent á, at vit sjálvandi ikki skulu lata sum einki, tá tosað verður um útlát og vakstrarhúsárin, ið stendst av hesum. Eitt nú er umráðandi at hava skil á útlátinum frá okkara skipaflota og eini møguligari komandi oljuvinnu. – Vit mugu neyvt vita, hvussu støðan er her, áðr- enn vit bara uttan víðari binda okkum til nakra al- tjóða avtalu, sum vit ikki hava møguleika fyri at kama burtur úr aftur, heldur Bjarni Djurholm. Hann vísir á, at landsstýr- ið hevur ein greiðan orku- politikk, har dentur verður lagur á fara so væl sum gjørligt við umhvørvinum. – Eg eri fortalari fyri øll- um viðurskiftum, sum minka um dálking, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at tað áliggur okkum at fremja alternativa orkuútbygging, har tað yvirhøvur ber til. – Vit skulu seta okkum sum mál at verða so lítið heft av orku uttaneftir, sum til ber, og nýta so reina orku, sum vit á nakran hátt kunnu, sigur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður. Møguliga misskiltur Bjarni Djurholm hevur verið fyri atfinningum, eftir at hann á Løgtingi segði seg ivast í, um allar tær kanningar, sum gjørdar eru av jarðarhitanum, vóru púra eftirfarandi. – Eg vísti bert til ymsar kanningar, sum ikki vóru so samdar við tær, vit vanliga hoyra, sigur hann. Eitt nú havi eg hugt at, hvussu meðalhitin í Føroyum hevur verið hesi seinastu hálvtannaðhundrað árini, síðan farið varð undir veð- urmátingar her. Og tær kanningarnar vísa, at með- alhiti hjá okkum er ikki munandi broyttur, sigur hann. Tað, sum Bjrnai Djurhol her sipar til, er at tað í lesarabrævi í bløðunum er funnist at, at hann skal hava orðað seg soleiðis í Løg- tinginum, at tað kann skilj- ast sum, at hann er ósamdur við teimum, sum vísa á, at Jørðin ornar í meira lagi. – Men soleiðis er ikki, sigur Bjarni Djurholm. Eg vísti bert til nakrar sjón- varpssendingar, sum høvdu verið í eitt nú BBC um hetta evnið. Og eg helt, at vit eiga ikki bara at góðtaka alt, sum sagt verður, men mugu seta spurnartekin við. – Eg kann bara staðfesta, at tað verður sagt, at Jørðin ornar. Men eg seti spurnar- tekin við, hvussu nógv, sig- ur hann. Og tað er eftir hansara meting ikki tað sama sum at siga, at hon ikki ger tað, og als ikki »úttrykk« fyri at hann er í móti teimum tiltøkum, sum mugu gerast fyri at verja alheims um- hvørvið, staðfestir Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur við orkumálum. Ivasamur landsstýrismaður Tað áliggur okkum at fremja alternativa orkuútbygging, har tað ber til, so vit sleppa undan dálkandi útláti, sigur Bjarni Djurholm Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, sigur, at tað er misskilt, um fólk hava fingið ta fatan, at hann heldur, at tey, sum siga, at Jørðin ornar, ikki siga satt. Hann setir bara spurnartekin við, hvussu nógv og hvussu skjótt jarðarhitin hækkar