Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 37 - 23. februar 2005 - Tað, vit vaksnu ganga og halda er í hæddini millum tey ungu beint nú, er sum oftast gomul tíðindi hjá teimum ungu. Tankin við Ung í Føroyum er at lata tey ungu sjálvi vísa okkum sína útgávu av ungdóms- mentanini, siga fyriskiparnir á Ung í Føroyum, Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund Kapnas UNG LIST Ragnfríð K. Jacobsen Anna V. Ellingsgaard - Tey ungu koma við hugskotunum, og vit geva teimum møguleikan at gera tey til veruleika sam- an við dugnaligum veg- leiðarum. Tað er í stuttum tankin við hesi stevnini. Men tað merkir so eisini, at hon fyrst og fremst vendir sær til ung, ið hava eitt sindur av royndum við tí listarliga ítrívinum, tey fáast við. Ung í Føroyum er til dømis ikki staðið, har tú lærir at lesa nótar. Tað mást tú duga framman- undan, sigur Rakel Helms- dal. Hóast tankin við tiltak- inum er tann sami, var arbeiðshátturin eitt sindur broyttur, nú Ung í Føroy- um 2005 fór av bakka- stokki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um viku- skiftið. Hesuferð bleiv ikki endað við eini stórari fe- lags framførslu, sum hini árini. Í staðin byrjaðu dag- arnir við 10 smáum fram- førslum av ymsum, sum tey ungu sjálvi høvdu fingist við frammanundan og kanska lagt seinastu hond á seinnapartin fríggjadagin. - Vit hava valt at gera tað uppá hendan mátan fram- yvir, tí so verður ikki so nógv orka brúkt uppá at hugsa um, at eitt úrslit má spyrjast burturúr. Vit vilja heldur lata tey ungu sleppa at brúka tíðina uppá tað kreativa arbeiði heldur enn at skula avrika nakað ávíst, sigur Rakel. Frálíkir karmar Vælumtókta tiltakið Ung í Føroyum hevur alsamt vundið uppá seg seinastu árini, og tí hava fyriskip- arnir valt at víðka tiltakið. Sum tey flestu minnast, var Ung í Føroyum fyrr í Norðurlandahúsinum men bert annaðhvørt ár, har eini 60 luttakarar sluppu við. Framyvir verða dag- arnir hildnir ymsa staðni í Føroyum í trimum umfør- um, so at tað í alt sleppa eini 120 luttakarar við hvørt ár. At tiltakið hesu- ferð var í Fuglafirði kom mest sum av sær sjálvum siga fyriskiparnir. - Fuglafjarðar Komm- una er vorðin ein fyrimynd fyri okkum øll, tá tað ræður um at fjálga um og stimbra mentanarligt virk- semi. Allur hugburðurin her í bygdini mótvegis mentanini er so positivur, at tað var upplagt at koma her við tiltakinum, siga Rakel og Hedvig og leggja afturat, at tað eisini hevði nógv at siga, at karmarnir fyri tiltakinum eru so góðir, sum teir eru í Fugla- firði. - Hetta er fyrst ferð við royna okkum við Ung í Føroyum aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum, og tí var tað umráðandi fyri okkum at koma so væl frá byrjan, sum møguligt. Her hava vit í øllum førum ikki umstøðurnar at skylda uppá, um okkurt kiksar, siga tær báðar, sum higar- til eru avbera væl nøgdar við Ung í Føroyum í nýggja haminum. Ung í Føroyum 2005: Ung listafólk á veg ... Michelangelo í Mentanar- húsinum Á verksmiðjuni hjá ungu myndlistafólkunum vóru tey í ferð við at mála eina veggmynd ella sokallaðan "fresco" málning. Oggi Lamhauge, vegleiðari, greiddi frá, at teir gomlu frescomeistarnir, til dømis Michelangelo, blandaðu litirnar upp í sparslið, sum síðani varð sparslað bein- leiðis á veggin — ofta í kirkjum og øðrum stórum bygningum. Hetta var eitt øgiliga tíðarkrevjandi arbeiði, so hesuferð brúktu luttakarnir moderna tilfar fyri at tað skuldi ganga skjótari. Tey høvdu sjálvi valt motivini, sum tey síð- ani sluppu at málað bein- leiðis á veggin í einum rúmi uppi á loftinum í Mentanarhúsinum. Byrjan til listakarrieru? Hanna Jacobsen hevur aldrin málað fyrr enn nú á Ung í Føroyum stevnuni, men hon hevur altíð teknað nógv. Síðani hon var heilt lítil, hevur hon sitið við blýantinum og teknað. Hanna meldaði seg til tiltakið fyri at fáa eitt upplivilsi, og fyri at læra at mála. Henni dámar sera væl at vera við í tiltakinum, og hon hevur lært ótrúliga nógv. Hvussu man málar, hvussu man ger tær røttu strikurnar, velur røttu farv- urnar, hvar skuggarnir skula vera, og hvønn veg teir fara, o.s.fr. - Kanska tað, sum eg læri her, kann verða ein byrjan upp á eina listarliga karri- eru, sigur Hanna smílandi. Hon og tvær aðrar gentur avgjørdu at mála tey fýra elementini: Jørð, luft, eld og vatn. Men í staðin fyri at bara mála jørð, luft, eldur og vatn, málaðu tær eitt konufólk saman við ele- mentinum, so at tað bleiv meira áhugavert. Og tað lukkaðist sera væl hjá teimum. - Stemningurin var sera góður inni í bólkinum, hugnaligur og festligur, sigur Hanna, sum nú er 18 ár og sostatt tíverri ikki kann vera við næsta ár. Fríggjadagin hongdu myndlistafólkini eina myndaframsýning upp í Ribarhúsi, sum verður hangandi alla hesa vikuna. Higartil eru Rakel og Hedvig avbera væl nøgdar við nýggju og víðkaðu útgávuna av Ung í Føroyum