mikudagur 23. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 23. februar 2005
9
Á tónlista-
verk-
smiðjuni
Búi hevur altíð havt sera
góðan áhuga í tónleiki, so
hann sá tiltakið, Ung í
Føroyum, sum ein sera
góðan møðuleika fyri at
menna seg í tónleiki. Búi
spælir guitar, og skrivar
sjálvur løg, men vil fegin
læra meira innan tónleik.
Verksmiðjuleiðarir vóru
Kári Sverrison og Jóhann-
es Steingrund. Teir gjørdu
løg og sangir, saman við
lutakaranum, og lærdu tey
um ljóðteknikk, hvussu
tað gongur fyri seg á pall-
inum, tá ljóðroyndir skulu
gerast.
Tað vóru tíggju, ið
høvdu teknað seg til tón-
leika verksmiðjuna, sum
var býtt upp í rock, klass-
iskt, og har øll gera sang
sjálvi. Tey vóru ikki bund-
in at einum ávísum sangi,
men sluppu sjálvi at
avgera, hvat tey spældu.
Um tað var nakað, ið
Búi hevði viljað var ann-
aðleiðis, so var tað tað, at
tey fingu longri tíð, men
Búi verður uttan iva aftur
at síggja á Ung í Føroyum
næsta ár.
Spennandi at
improvisera
Á verksmiðjuni hjá tón-
leikarnum hittu vit eisini
Astrið G. Simonsen og
Tinnu Tótadóttir, sum
báðar eru 13 ár. Astrið er
úr Havn og hevur spælt
cello í eini 5-6 ár, meðan
Tinna úr Runavík byrjaði
at spæla klaver fyri trim-
um árum síðani. Tær hava
báðar vant á musikskúla
ella
kvøldskúla,
men
hesuferð hildu tær báðar
tað vera serliga stuttligt at
sleppa at spæla saman við
tónleikarum,
tær
ikki
kendu
frammanundan.
Teimum hevur eisini dám-
að avbera væl at sleppa at
improvisera sjálvar og at
spæla longið út í eitt,
sjálvt um tað hevur verið
rættiliga strævið onkrar
løtur. Fáa tær møguleikan,
ivast Astrið og Tinna ikki
í, at tær fara at vera við á
Ung í Føroyum aftur
næsta ár.
Kenslur
á palli
Hetta var fyrstu fer at
Hanna Isaksen luttók í
tiltakinum Ung í Føroyum.
Hon og nakrar vinkonur
teknaðu seg til sjónleik hjá
Mikkjali
Helmsdal,
og
hetta dámdi henni sera væl.
Henni dámar væl at spæla
sjónleik, at royna okkurt
øðrvísi og at spæla ein heilt
annan persón. Hon hevur
luttikið í sjónleiki í skúlan-
um, og í einum leiki, sum
hon og felagskórsangarnir
gjørdu til nýggjárið í fjør.
Hanna teknaði seg til
Ung í Føroyum, fyri at læra
meira um sjónleik, og at
læra betur at spæla. Fyri at
útvikla seg í sjónleiki, og
fyri at uppliva nakað nýtt.
- Mær dámar sera væl
máta, Mikkjal lærir okkum
uppá. Vit skulu til dømis
ganga á pallinum har vit
vísa ymsar kenslur, millum
annað vera óð, glað, for-
vitin, syrgin o.s.fr. Hetta
lærdu vit sera nógv av,
sigur Hanna. Tey trenaðu
ikki beinleiðis ein
leik, men skuldu
læra at spæla aðrar
persónar, áðrenn tey
fóru í holt við ein
leik. Men tey fram-
førdu eina stutta
framførslu, tá al-
menningurin kundi
koma at hyggja.
Tey vóru átta í
sjónleikaverksmiðjuni, og
har var sera góður stemmn-
ingur í millum tey øll, og
tey smæddust als ikki fyri
hvørjum øðrum, meðan tey
spældu.
- Jú, eg hevði avgjørt
kunnað hugsað mær at
verið við aftur næsta ár,
sigur Hanna smílandi.
Á fotoverk-
smiðjuni
Hetta er aðru ferð, at
Kristina Heinesen er við í
tiltakinum Ung í Føroyum.
Hesuferð meldaði hon seg
til Foto, har Amy Hansen
var verksmiðjuleiðari.
Har dámdi henni ómeta-
liga væl at taka myndir, og
so at arbeiða við teimum
aftaná. Hon hevur ikki tikið
nakað serligt av myndum
áðrenn, so hetta er fyri at
læra. Hon teknaði seg til
tiltakið mest fyri at fáa eitt
upplivilsi, og at prøva naka
nýtt, og møta nýggjum
fólki.
Tey eru níggju, ið hava
meldað seg til fotoverk-
smiðjuna, men tað eru ofta
tvey og tvey, ið arbeiða
saman, so tað er ymiskt
hvørjum man arbeiðir sam-
an við.
Kristina sigur, at stemn-
ingurin í bólkinum var sera
góður, og tey vóru ikki
smæðin, tá ið tað skuldi
takast mynd av teimum.
Tey høvdu eisini sera
fríar
teymar
og
tóku
myndir, sum tey høvdu
hug. Tóku av hvørjum
øðrum, og úti í natúrini.
Kristina fer avgjørt at
luttaka aftur í Ung í Før-
oyum.
Dýrt frítíðarítriv
Amy Hansen, sum sjálv er
fotografur, var rættiliga
ovfarin av, at tey ungu
komu so skjótt eftir
teimum
ymsu
teknikkunum
í
myndatøku.
- Tey hava jú ong-
ar royndir við at ar-
beiða við røttu út-
gerðini, tí her í Før-
oyum hava tey ikki
møguleika at velja
foto í skúlanum. Og
tað eru fá, sum hava ráð til
at keypa sær útgerð til at
eksperimentera við sjálvi,
sigur Amy
og
leggur
afturat, at av tí at hetta
frítíðarítrivið er so dýrt, má
man helst vera rættiliga
vísur í, at man fer at tíma
tað, áðrenn man byrjar at
keypa útgerðina.
Og tað kann man sjálv-
andi bara vita, um man
sleppur at royna tað — til
dømis á fotoverksmiðjuni á
Ung í Føroyum saman við
einum sera dugnaligum
vegleiðara.
"Systkini"
halda skil á
Runt um í Mentanarhús-
inum sóðust nøkur ung
fólk, sum sóðu eitt sindur
ov gomul út til at vera lut-
takarar. Hetta vóru tey
sokallaðu "systkini" hjá
Ung í Føroyum
- Vit eru vorðin ov
gomul til Ung í Føroyum,
so tá vit ikki sleppa at
vera við longur, hjálpa vit
til í staðin fyri, sigur John
S. Jacobsen, sum sjálvur
hevur ver-ið við á trimum
Ung í Føroyum stevnum.
John hevði ikki ímyndað
sær, at tað var so nógv at
halda skil á til eitt
sovorðið tiltak.
- Tað sær eitt sindur
øðrvísi út nú, man stendur
"hinumegin" - Vit gjørdu
okkum í hvussu er ikki
nógvar tankar um, hvør
tað var, sum fekk alt at
hanga saman, tá vit sjálvi
vóru við, sigur John, sum
verður
avbrotin
av
telefonini, tí onkur skal
vita okkurt um, nær
almenningurin kann koma
at forvitnast.
Inni í køkinum hitta vit
tvey onnur systkin, Hallur
Helmsdal
og
Birnu
Heinesen, sum rokast við
at skera franskbreyð, kuta
kinakál og annars gera
nátturan kláran.
- Ja, tað skal nógv
franskbreyð til 40 svong
ung fólk, sigur Hallur,
sum heldur tað vera
fínasta
slag
at
hava
leiklutin sum systkin, og
hevur onki ímóti at vaska
upp, meðan tey ungu
hugna sær.
- Vit hava prøvað tað, so
nú er tað teirra túrur, sigur
John og tekur enn eitt
franskbreyð upp úr eini
eskju.
Birna er farin í holt við
eitt kinakál, meðan hon
greiðir frá, at tá tey ikki
standa í køkinum, ganga
tey runt við einum upp-
tøkutóli og gera ein
dokumentarfilm
av
stevnuni.
- Tað er rættiliga spenn-
andi
at
práta
við
luttakarnar um, hvat tey
takast
við
og
fylgja
teimum hesar dagarnar, so
eg eri rættiliga spent uppá
hendan filmin nú, sigur
Birna.
Hallur, Birna og John
Búi, Astrið og Tinna
Til ber at fylgja Ung í Føroyum
á heimasíðuni
www.ungiforoyum.info