Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 37 - 23. februar 2005 Í seinastuni hevur verið orðaskifti um nøkur mál, ið hava stóran týdning fyri fólkaheilsuna í breiðari merking. Hesi evni eru kykksilvur í grind og sjó- mati, royking, rúsdrekka, rúsevnismisnýtsla, ferðslutrygd og spurningurin um gagnvirði av mammografiætlan landsstýrisins. Tað er ivaleyst sunt fyri eitt samfelag at leik og lærd tjakast um slík evni, ið øll uttan undantak hava sera stóran týdning fyri føroysku fólkaheilsuna. Men tað hevur ikki minni týdning, at orðaskiftið er sakligt og at hetta orðaskiftið verður fylgt upp við ítøkiligum heilsu-, sosial og rættarpolitiskum atgerðum. Almenningur- in eigur at kunna staðfesta ein ítøkiligan politiskan vilja at koma við strategium og fígging til tess at røkka teimum málum, sum verða sett um og sum nú eru til umrøðu í samfelagnum. Tað er eygsæð, at kyksilvur í mati er skaðiligt, men hetta eigur sjálvsagt ikki at forða myndugleikum og felagskapum at reka miðvísa herferð móti eitt nú tubbaksnýtslu, sum jú ikki er minni skaðiligt. Her má staðfestast, at hóast miðvísa upplýsing er royk- ingin millum tey ungu einki minkað. Royking er sera heilsuskaðilig ikki bert fyri roykjaran sjálvan men eisini fyri tey, sum eru í nánd, teir sonevndu óvirknu ella passivu roykjararnar. Her má tíverri staðfestast, at tað skal skarpur lútur til skurvut høvd. Upplýsing má við øðrum orðum fylgjast upp við einum nógv meira viðfevndum roykibanni, enn tal- an er um í dag. Tað má galda totalt roykibann á øll- um skúlum og dagstovnum, almennum arbeiðs- plássum, serstakliga heilsustovnum og innan al- mennan flutning. Royking er ivaleyst ein tann størsta hóttanin móti føroysku fólkaheilsuni og myndugleikarnir mugu taka hetta mál í størri álvara. Fyribyrgingarráðið eigur sum skjótast at koma við eini atgerðarætlan við tí endamáli at forða ungum í at byrja at roykja og at fáa tey ungu, sum roykja at halda uppat, áðrenn tað er vorðið ov seint. Eitt annað vandamál er rúsevnisnýtslan millum tey ungu. Herfyri var kunngjørt, at 700 misnýtarar vóru í høvuðstaðnum. Høgur embætismaður hjá tollvald- inum boðar síðan frá, at hesi tøl ikki kunnu vera røtt. Hvørji eru so tey røttu tølini? má almenningurin spyrja. Eisini her má Fyribyrgingarráðið út á vøllin og seta eina kanning í verk. Uttan at vit kenna trupulleikan, kunnu vit jú ikki loysa hann. Eisini hetta mál hevur miklan skund. Er tað nevniliga so, at vit hava nógvar hassjmisnýtarar og hartil ein hóp av ungfólki, sum nýta hørð rúsevni, so má nakað gerast her og nú. Latið okkum fáa eina seriøsa kanning skjótast og so t.d. eina ráðstevnu, har allir avvarandi myndugleikar koma við sínum boðum uppá møguligar loysnir. Støðan sum nú valdar, kann ikki halda fram. Her má nakað gerast. Vit venda aftur til hini evnini. DAGSINS MEINING Sosialurin Orðskifti um fólkaheilsumál Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. – Kappingin við Guðrun Sólju er eitt ótrúliga stórt aktiv fyri føroyingar og før- oyska ferðavinnu. Tí átti mentamálaráð- harrin at sitið fremst, tá finalan verður fríggjakvøldið, sigur fjøltáttaði vinnulívs- maðurin, Johan Mortensen STJØRNUKVØLD Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Í Guðrun Sólju og Eivør eiga vit nakrar ótrúligar ambassadørar fyri føroyska mentan. Men duga vit at síggja møguleikarnar í hes- um, tá kunnast skal um føroysk viðurskifti?! Henda spurningin setur Johan Mortensen fram, nú finalan í kappingini "Stjørna í eitt kvøld" verður fríggjakvøldið. Fyri hann er eingin ivi um, at hetta er eitt ótrúligt høvi at vísa dønum á Før- oyar, og at gera eitt stórt PR fyri føroyska ferðavinnu. – Tí hevði eg ikki hildið tað verið órímiligt, um mentamálaráðharri okkara, Jógvan á Lakjuni var til staðar í finaluni og fekk sær pláss á fremsta beinki. – Hetta hevði verið til sera stóra uppmuntring fyri Guðrun Sólju og hevði samstundis víst tann áhug- an, sum landsins myndug- leikar hava fyri mentanini, sigur Johan. Ókeypis høvi Johan Mortensen er maður við fjøltáttaðum royndum við marknaðarføring á vinnulívsøkinum. Hann veit tí eisini nógv um, hvat skal til fyri at fáa inngongd til útlendsku marknaðirnar. Ein slík sangkapping sum "Stjørna í eitt kvøld" er tí eitt ókeypis høvi at peika dønum á Føroyar. – At Guðrun Sólja er komin so langt í hesi sang- kappingini er einki minni enn ótrúligt, tá ein hugsar reint tónlistarliga. Men hetta er meiri enn tað: Hon hevur eisini verið við til at gera eitt fantastiskt PR fyri okkum sum ferðavinnuland. – Spurningurin er bert, um landsins myndugleikar duga at brúka henda møgu- leikan til marknaðarføring til nakað skilagott fyri okkum, sigur Johan. Til uppmuntring Hansara uppskot er tí sera einfalt: Send mentamála- ráðharran, Jógvan á Lakj- uni til stóru høllina í Hern- ing, og gev honum eitt pláss á fremsta beinki. Við hesum kundi menta- málaráðharrin verið ein stór uppmuntring fyri Guðrun Sólju, og hevði í sama viðfangi kunna víst á tann týdningin, sum føroy- ingar leggja í tónleikin sum mentanargrein. – Hetta er snøgt sagt ein ókeypis møguleiki fyri marknaðarføring og at vinna goodwill, samstundis sum vit tóna føroyska flaggið, sigur Johan. Aftaná finaluna kundu so føroyskir myndugleikar skipa fyri eini samkomu, har umboð fyri stovnar og fyritøkur í Føroyum vóru við. Sambært Johan hevði hetta ikki kostað tað nógva, tí ein hevði fingið tað inn- aftur mangar ferðir í good- will og handilssambondum. – Eg haldi, at vit hava dugað alt ov illa at brúkt slíkar møguleikar. Men nú vóni eg, at Jógvan á Lakj- uni, sum sjálvur er sera musikalskur, ger okkurt munagott fyri okkum, sigur Johan. Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa fatur á Jógvan á Lakjuni sum var á fundi allan fyrrapartin í gjár. - Jógvan skal sita fremst í finaluni – Jógvan á Lakjuni átti at sitið á fremsta beinki til fin- aluna fríggjakvøldið. Soleiðis kundi ein marknaðarført føroyska ferðvinnu ókeypis, sigur Johan Mortensen, vinnulívsmaður