mikudagur 23. februar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 37 - 23. februar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri sonur og bróður okkara
Ólavur á Váli
Tórshavn
andaðist leygardagin 19. februar, 49 ára gamal.
Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 23. februar kl. 18.30.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
hósdagin 24. februar kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Anna, Jóannes, Charlotta og Brita
Tey, ið vilja minnast Ólav, kunnu lata eina peningagávu til
Evangelisku Røddina, konto í peningastovnunum
Elskaða kona mín,
kæra mamma, vermamma og omma okkara
Hervør Nolsøe
fødd Joensen í Miðvági 9. november 1933
andaðist 19. februar í Keypmannahavn.
Hans
Katrin & Ravand
Sarah, Zine & Zakia
Eivind & Venca
Nita & Martin
Jarðarferðin verður úr Vestre Kirkegårds
Nordre Kapel, Store Sal leygardagin
26. februar kl. 13.00
Dagurin
23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var biskupur í Hierapolis í Frýgiu í Lítluásiu. Sigst at hava havt
samband við ápostulin Filippus.
Í dag, mikudagin 23. febru-
ar, fyllir Niels Petur Nol-
søe, lærari í Vági, 60 ár.
Niels Petur er sonur
Jenny f. Jacobsen, av Nesi í
Vági, og Jens Mohr Nolsøe
av Tvøroyri. Hann tók lær-
araprógv á Føroya Lærara-
skúla í 1969 og hevur verið
lærari í Vági síðan tá.
Niels Petur hevur havt
stóran áhuga fyri ítrótti, og
serliga kappróðurin hevur
fylt nógv. Sjálvur hevur
hann róð kapp í fleiri ár,
umframt at hann eisini hev-
ur verið formaður í Vágs
Kappróðrarfelag.
Eisini hevur hann altíð
havt stóran áhuga fyri djór-
um, og hevur hann í nógv
ár havt seyðahald. Síðani
1971 hevur hann ført
statistikk yvir hvønn ein-
asta seyð, sum hann hevur
havt.
Niels Petur hevur heilt frá
ungum árum havt góðar
gávur til at yrkja. Undir
dulnevninum
»NePtuN«
hevur hann gjørt nógvar
tætt-ir og yrkingar til ymisk
høvi, sum t.d. V-4 sending-
arnar hjá Útvarpi Føroya og
ymsar merkisdagar. Áhugin
fyri at yrkja byrjaði, tá hann
gekk á Læraraskúla. Talið
av yrkingum var nú vorðið
so stórt og rúgvismikið, at
hann fyri stuttum gav hann
út yrkingarsavnið »Smá-
túgvur«. Serliga er tað nátt-
úran sum hugtekur hann, og
tí eru nógvar yrkingar um
okkara vakra land. Sangir
sum
»Heimbygdin«,
»Ryskjudalur« og »VB-
sangurin« hava verið nógv
at hoyrt í útvarpinum.
Niels Petur er eisini
kendur fyri at undirhalda til
veitslur og tílíkt. Í eini 35 ár
hevur hann saman við
Robert
Mc
Birnie
og
(Goya)
Petur
Nolsøe,
undirhildið vágbingum og
suðuroyingum til nýttárs-
haldið í Vági, sum er tiltik-
ið. Harumframt hevur hann
eisini skemta í mangari
veitslu norðanfjørðs.
Niels Petur stóð fyri Vágs
Kvøldskúla frá 1977-92 og
var limur í býraðnum í Vági
frá 1975-76.
Saman við Hannu, f.
Jacobsen, eigur hann børn-
ini Bjartur, Rúna og Rakul.
Niels Petur er giftur
Sólvu, sum arbeiðir sum
hárfríðkanarkvinna í Vági.
Tað kom sum ein hvøkkur
á okkum øll, tá ið pápi
doyði, 8. juli í fjør, 76 ára
gamal. Hann hevði stákast
við at sláa nýggja kirkju-
garðin í Mikladali og var
farin undir at hampa um
tann gamla, tá ið hann
brádliga gjørdist sjúkur og
doyði.
Tað var mamma, sum
ringdi til mín og segði, at
pápi var farin á sjúkra-
húsið við lungnabruna og
helst einum lítlum blóð-
tøppi. Men lívið hjá hon-
um stóð tíverri ikki til at
bjarga, og pápi doyði av
blóðtøppinum, hann hevði
fingið.
Pápi var føddur 12.
september í 1927, og hann
og mamma mín, Kirsten,
giftust 1. oktober í 1955.
Tey livdu sostatt saman
sum hjún í næstan 49 ár.
Sum
ung
arbeiddi
mamma á Telefonverk-
inum, og babba arbeiddi á
Tunnuvirkinum
hjá
Shønning Eysturoy.
Tann 6. januar í 1957
fluttu tey til Mikladals at
búgva, tá ið tey keyptu
húsini, sum tey búðu í øll
hesi árini.
Øll síni bestu ár var
pápi sjómaður, til hann
legðist uppi og fór at
arbeiða hjá SEV og
Landsverkfrøðinginum.
Hann sigldi við norskum
skipi, og hann sigldi eisini
sum avloysari við Sámali
Jacobsen. Meginpartin av
sjólívinum var hann tó við
skipum úr Klaksvík.
Eins og abbi mín, Joen
Magnus Eliasen, var pápi
eisini deknur í Mikladals
kirkju. Abbi var deknur í
eini 67 ár, til hann legði
frá sær sum 95 ára gamal.
Abbi doyði 99 ára gam-
alur, 20. september 1989.
Pápi mín var deknur í eini
18-20 ár, og hann var
eisini deknur, nú hann
doyði.
Pápi var røktingarmað-
ur í fleiri ár, og honum
dámdi eisini væl at hjálpa
soninum, Eyðun, sum er
bóndi í Mikladali. Hann
var ofta um morgnarnar
og gav seyðinum í seyða-
húsinum, sum Eyðun hev-
ur í Mikladali.
Á hvørjum ári setti
hann epli niður til hús-
brúks, men seinasta ár
náddi hann ikki at taka tey
uppaftur, áðrenn hann
noyddist at leggja árarnar
inn.
Pápi plagdi at ganga við
fleygastongini og fleyga
havhest, tá ið líkindi vóru
til vildar. Eydnaðist dag-
urin væl, og hann fekk
meira enn til húsbrúks,
plagdi hann at selja burtur
av.
Vit eru trý systkin,
Magnus, sum er yngstur
og býr inni hjá mammu,
Eyðun, sum miðlingur og
eg, sum eru elst av okk-
um.
Vit hava havt góð for-
eldur, eina góða mammu
og ein góðan pápa, og vit
høvdu eitt gott heim.
Pápi var altíð so hjálp-
samur.
Hann
hugsaði
nógv um okkum, var ofta
inni á gólvinum hjá mær
og spurdi altíð, hvussu
gekst. Tá ið hann kom inn,
plagdi hann at rópa:
»Hvar er babbasa dótt-
ir…!« Og tá meinti hann
við meg, tí hann átti bara
eina dóttir.
Hann var góður við
okkum øll – sína konu,
børn, abbabørn og síni
langabbabørn, og vit vóru
øll góð við hann. Pápi
hevði ongar óvinir – øll
kendu hann sum ein góð-
an vin og starvsfelaga.
Hann var skemtingarsam-
ur, altíð í góðum lag og
altíð við tí góða orðinum.
Pápi var glaður fyri
náttúruna.
Hann
og
mamma plagdu at ganga
túrar um kvøldarnar, tá ið
líkindi vóru til tað. Tey
fóru so fitt eftir vegnum
undir arm. Tey vóru góð
við hvønn annan og vóru
eini góð hjún. Nú eingin
pápi er, er saknurin hjá
mammu og Magnusi, sum
býr inni, svárur.
Vit sakna øll pápa, nú
hann ikki er hjá okkum
meira.
Nú pápi er farin, leita
mínir tankar til góðu
mammu mína, sum hevur
mist sín mann – og vit
okkara pápa. Tankarnir
leita eisini til beiggjar
mínar og øll, sum stóðu
honum nær.
Má Harrin hjálpa okk-
um í sorgini og sakninum
yvir pápa.
Friður veri við minnin-
um yvir pápa mín.
Dóttir tín, Mathilda
Minningarorð um
Eivind Eliasen í Mikladali
Niels Petur Nolsøe 60 ár