mikudagur 23. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 23. februar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hetta er ein mynd frá
einum danskeiði, sum
Marna Nielsen í Havn
skipaði fyri í 1959
Myndin er tikin framman
fyri pallin í Tórshøll hjá
Onnu Sam í N. Finsens-
gøtu.
Simme (uttast til vinstru)
var tónleikari, og Marna
Nielsen (uttast til høgru)
var dansilærari.
Vit kenna nøvnini á
nøkrum av fólkunum, men
ikki á øllum. Um onkur
kennir øll nøvnini, verður
hann ella hon vinarliga
biðin um at seta seg í sam-
band við Birgar Johannes-
sen
telefon:
314647/273168.
Tá nøvnini eru komin
upp á pláss, seta vit mynd-
ina aftur í blaðið.
Mynd: Føroya Fornminnissavn
Dansiskeið hjá Marnu Nielsen í 1959
Fyri tveimum vikum síð-
ani vitjaði eg ein vælkend-
an fólkalívsfrøðing og
føroyavin, Henrik Boris
Anokhin, ið fylti 80 ár
herfyri, heima hjá honum í
Moskva. Hesin á nógvan
hátt sermerkti søgufrøð-
ingurin, rithøvundurin og
stríðsmaðurin ímóti gomlu
sovjetisku
skipanini
-
serliga innan vísind -
hevur skrivað sera nógv
um Norðurlond, fyrst og
fremst Noreg og Føroyar, í
russiskum bókum og tíð-
arritum.
Anokhin hevði tveir ser-
liga góðar norðurlendskar
vinir, sum hann javnan
hevði brævaskifti við.
Annar var Thor Heyer-
dahl, heimskendi norski
ferðamaðurin og hetja
lands síns. Fyri tveimum
árum síðani andaðist hann.
Hin
var
føroyingurin
Valdemar Dalsgaard.
Vinarlag Henriks og
Valdemars
stavaði
frá
tíðini fyri meira enn tríati
árum síðani, tá ið Valde-
mar var í lestrarørindum
staddur í Moskva og kom
fram á einastu bókina á
russiskum máli, sum burt-
urav snúði seg um fjar-
skotnu oyggjarnar í Norð-
uratlantshavinum. Føroy-
ingurin las russisku bók-
ina og gav henni eitt um-
mæli, sum Henrik B.
Anokhin sá og setti seg
síðani í samband við
mannin. Teir gjørdust vinir
fyri lívið. Í 1988, tá ið
russiski vísindarmaðurin
fyri fyrstu ferð í lívi sínum
fekk loyvi frá myndugleik-
unum at fara út um
sovjetiska
landsmarkið,
kom hann til Føroya fyri at
ferðast í tí lítla landinum,
hann fjargranskaði í so
nógv ár. Valdemar gav
Henriki innivist heima hjá
sær í Hoyvík í heilan
mánað.
Í Varðanum fyri 2004
kunnu vit lesa eina søgu-
frøðisliga
grein
hjá
Henriki Anokhin, sum
Valdemar
týddi
úr
russiskum. Seinni skuldi
Valdemar eisini fara undir
uppgávuna at týða auto-
biografisku bókina hjá
hesu russisku kempuni til
føroyskt. Men tað verður
nú av ongum. Eins og
nógvar aðrar ætlanir, sum
abbasonur tjóðarskaldið
Símun av Skarði kundi
havt framt, til tess at ríka
føroyskar bókmentir enn
meira.
Nú Valdemar Dalsgaard
er farin, kunnu vit siga
hart, at hesin stillføri hoy-
víkingurin kanska er ein
tann mest gávaði og sam-
stundis mest undirmetti
føroyski mentanarmaðurin
í farnu øld. Málfrøðingur á
hægsta støði, rættlesari og
týðari úr fleiri málum, væl
umtøktur teknari, útvarps-
maður og lærari. Valdemar
hevði ikki lyndi til at gera
nakað burturúr sær sjálv-
um. Heldur ei hevði hann
ambitiónir til at koma í tey
høgu størvini, sum hann
av røttum kundi havt røkt.
Hóast hann var útiseti í trý
tíggjuáraskeið, er týdning-
ur Valdemars fyri føroyska
mentanarlívið og serliga
føroyska málið risastórur.
Hetta nevna teir báðir
Zacharias Wang og Hanus
Kamban í minningarorð-
um sínum um Valdemar.
Fyri mítt viðkomandi,
havi eg í Valdemari í Hoy-
vík mist lærara, ráðgeva
og ein á so mangan hátt
áhugaverdan persón at
vera saman við. Men fyrst
av øllum - ein vin, ið altíð
var til reiðar at koma við
einari hjálpandi hond og
væntaði einki afturfyri.
Ein vin, sum einki legði í
45 ára aldursmun okkara
millum og fór við mær,
sum vit vóru javngamlir.
Tí er tað so tungt at
ásanna, at Valdemar er
burtur og tú aldrin aftur
fært møguleika at vitja
hann í tí einsamalt stand-
andi húsunum hjá honum
og Bozenu - fyri at fáa eitt
prát, ein drekkamunn, og
oftani ein bita, í køkinum
ella stovunu við útsýn-
inum yvir á Hoydalar, har
ein hevði nógvar hugna-
ligar løtur saman við
gestablíðu hjúnunum.
Vit hesum sendi eg eina
hjartans heilsan til Bozenu
og genturnar við tøkk fyri
alt, maður og pápi tykkara
hevði verið fyri okkum
onnur ígjøgnum spennandi
og hendingarríka lív sítt.
Vit eru vorðin fátækari.
Føroyar eru blivnar fátæk-
ari. Og so eru fólk í hinum
Norðurlondum, Russlandi
og aðrastaðni við, ið fingu
gleði at kenna hendan før-
oyska intellektuella risan -
og bara ein fittan og góð-
hjartaðan mann úr Hoyvík
- Valdemar Dalsgaard.
Ivan Eginsson
Nøkur orð Valdemari Dalsgaard
til minnis