Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 • mikudagur • 23. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo – Heimurin klárar seg saktans uttan 48.000 føroyingar og eini 100.000 tons av upsa og øðrum botnfiski. Men Føroyar kunna ikki klára seg uttan at vera ein partur av heimsbúskapinum, sigur Óli Samró FISKIVINNUKREPPA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg skilji ikki kjakið í Før- oyum um trupulleikarnar í fiskivinnuni. Óli Samró, búskaparfrøð- ingur, heldur, at skal fiski- vinnan í Føroyum fóta sær aftur, skal nógv meiri til, enn tað, sum kjakið nú snýr seg um. – Trupulleikin, sum vit hava at dragast nú, er, at Føroyar eru óálítandi at keypa frá. Men veruleikin er, at føroyingar eru krøkt seg sjálvar av í alheims- gerðini. Fá hava sum Óli Samró fylgt við gongdini í før- oysku og altjóða fiskivinn- uni. Hann hevur arbeitt við búskapi í føroyskari og í altjóða fiskivinnu í 15 ár. Samstundis hevur hann í fleiri ár verið formaður í fiskidaganevndini og limur í formansskapinum í bú- skaparráðnum. Hesi seinastu tvey árini hevur hann arbeitt í Haag í Niðurlondum. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur skal til fyri at fáa fiskivinnuna í føroyum á føtur aftur. Hann heldur, at kjakið um føroyska fiskivinnu í løtuni kemur ikki at føra langt. – Kjakið snýr seg at kalla bara um smálutir í fiski- vinnuni, har tað ikki er sjálv sjúkan, sum verður viðgjørd, men einans sjúku- eyðkennini. Kjakast verður um flaka- virkini í Vági og í Hvalba, um at støddarskilja fisk og um betri flutningsamband til Skotlands. Tað verður enntá at kjakast um at tvinga fisk um eina upp- boðssølu. – Tað er avgjørt positivt, at løgmaður hevur sett sær eina 15 ára langtíðarætlan fyri framtíð Føroya. Men tað er í stórari andsøgn við hesi langtíðarmál, at lands- stýrismenninir í fíggjarmál- um og fiskivinnumálum sita og viðgera rakstrar- stuðul til fiskivinnuna við at umhugsa at lata stuðul til rækjuvinnuna. – Øll orka verður løgd at kjakast um smálutir sum hesar og tað er heilt burtur- við. Øll politisk orka verð- ur løgd at stýra fiskivinnuni niður í smálutir, tí atlit skulu takast fyri øllum møguligum, bæði fyri arbeiðsloysi, økismenning og øðrum. Sostatt heldur búskapar- frøðingurin, at hóast dúg- liga verður kjakast, verður ongantíð komið inn á sjálva kjarnina í trupulleikanum. – Men skal nakað spyrj- ast burturúr, verða vit noydd til at kalla ein spaka fyri ein spaka. Og veru- ligi trupulleikin er, at før- oyingar klára seg ikki í altjóða handilsvinnuni. Men ístaðin fyri at viðgera tann spurningin, tosa vit um at støddarskilja hýsu, sum um tað var ein trupul- leiki, sum galt lív ella deyða. – Vit vilja fegnir hava tamarhald á einum hóttandi ruðuleika við at stýra fiski- vinnuni heilt niður í smá- lutir. Í veruleikanum er av- leiðingin, at ruðuleikin verður bara størri og størri. Hinvegin verða teir grundleggjandi og veruligi trupulleikarnir valla tiknir upp á tungu. Fiskvinnan snýr seg um "business" Óli Samró sigur, at fyrsta treyt fyri at koma víðari er, Føroyar krøkt seg av altjóða samfelagnum – Allar Føroyar hava eitt suðuroyarsyndrom. Vit ásanna ikki tann veruliga trupulleikan og verða so líðandi avskorin frá umheiminum, sigur Óli Samró