mikudagur 23. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hugskotið um samfelagsstrateg
16
Nr. 37 - 23. februar 2005
- Men andstøðan átti
avgjørt at verið tikin
upp á ráð, tá ið ein so
langsiktað og týdn-
ingarmikil ætlan fyri
framtíðina skal setast
út í kortið. Allir
partar áttu sjálvsagt
at verið við, soleiðis
at vit kundu komið
við okkara positiva
íkasti, sigur Heidi
Petersen, løgtings-
kvinna
FRAMTÍÐ FØROYA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin hevur tosað við
Heidi Petersen, løgtings-
kvinnu og framsøgufólk
Tjóðveldisfloksins í fiski-
vinnumálum, um ætlaninar
hjá landsstýrinum at gera
eina "Strategi fyri framtíð
Føroya", sum landsstýrið
kallar tað. Saman við Tor-
birni Jacobsen, løgtings-
manni, er hon eisini fram-
søgufólk Tjóðveldisflok-
sins í vinnumálum.
Andstøðan ikki við
Løgtingskvinnan heldur, at
hugskotið hjá landsstýrin-
um er bæði gott og neyð-
ugt, men hon heldur, at
andstøðan avgjørt átti at
verið tikin upp á ráð, tá ið
ein so langsiktað og týdn-
ingarmikil ætlan fyri Før-
oyar skal setast út í kortið.
– Sambært landsstýrinum
er málið at gera eina
virkisætlan, har málið er, at
Føroyar í ár 2015 skulu
teljast millum heimsins
fremstu tjóðir.
Heidi vísir á, at henni
kunnugt er andstøðan ikki
tikin við í hetta arbeiði hjá
landsstýrinum,
og
sum
framsøgufólk á tingi í fiski-
vinnumálum og vinnumál-
um er hon ikki boðsend til
teir evnisdagar, sum lands-
stýrið hevur skipað fyri í
samband við hetta arbeiði.
– Eg havi bara hoyrt løg-
mann í útvarpinum tosað
um hesa ætlan. Havi roynt
at finna fram til tilfar sum
lýsir ætlanina, men tað
hevur ikki eydnast. Jú, eg
haldi, at tað er ógvuliga
óheppið, at vit í andstøðuni
ikki eru við, tá ið lang-
tíðarstrategiir fyri Føroyar
skulu setast út í kortið.
Hon vísir á, at tað er ikki
vist, at samgongan, sum nú
situr við landsins leiðslu,
verður sitandi – heilt fram
til 2015.
– Tað kunnu vit ikki
rokna við, og tí hevði eg
hildið tað verið rætt av
landsstýrinum at havt allar
partar við í hesum arbeiði,
soleiðis at vit kundu komið
við okkara positiva íkasti.
Alheimsgerðin
Heidi Petersen ynskir eisini
at gera viðmerkingar til
nøkur av ítøkiligu evnun-
um, sum landsstýrið hevur
havt til viðgerðar á evnis-
døgunum, sum verið hava –
og teimum, sum sambært
ætlanini liggja fyri fram-
man.
– Fyrstu evnisdagarnir
høvdu yvirskriftina, "Al-
heimsgerð - møguleiki og
hóttan", og eg haldi, at
hetta
er
eitt
ógvuliga
áhugavert og viðkomandi
evni at taka upp.
Um
yvirskriftina
til
næsta umfar í evnisdøgun-
um, "Eitt framtíðar olju-
vinnusamfelag og útjað-
arapolitikkur", heldur hon,
at sjálvandi skal oljuvinnu-
samfelagið takast við, men
hon dugir ikki rættiliga at
síggja, hví hetta málið
verður tengt at útjaðara-
politikkinum.
– Hetta haldi eg virkar
eitt sindur óveruligt, sigur
hon.
Vælferð og búskapur
Løgtingskvinnan heldur, at
evnið, "Vælferðin og bú-
skapur", sjálvsagt eisini er
eitt áhugavert evni, men
hon vildi fegin fingið at
vita á hvørjum økjum,
landsstýrið ætlar, at Før-
oyar skulu teljast millum
- Tað, sum eg serliga sakni í yvirskriftunum hjá landsstýrinum til evnisdagarnar, er, at har stendur einki um gransking og útbúgving, sigur Heidi Petersen,
løgtingskvinna, sum fýlist á, at landsstýrið ikki tekur andstøðuna við í viðgerðina av virkisætlanini, "Strategi fyri framtíð Føroya"
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg haldi, at vit í stóran mun eru eftirbátur í framleiðslu av vørum, sum keyparin vil hava – og vil rinda góðan prís fyri. Vit
hava lyndi til ikki at tillaga okkum, fyrr enn vit veruliga noyðast, og tað er spell, heldur Heidi Petersen, løgtingskvinna
Mynd: Vilmund Jacobsen