Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 37 - 23. februar 2005 Fulltrúi Eitt starv sum fulltrúi á Búnaðarstovuni verður við hesum lýst leyst til setan eftir nærri avtalu. Arbeiðsøkið hjá fulltrúanum verður: • at fyrisita tær uppgávur,sum lagdar eru til Bún- aðarstovuna innan aliøkið, og harímillum vera við til at orða og seta í verk innanhýsis reglur og mannagongdir innan hetta økið, • gera hagtalsgreiningar og almannakunngera hesar, • virka sum ráðgevi innan aliøkið hjá myndug- leikum o.ø., • taka sær av øðrum fyri starvið viðkomandi uppgávum. Av tí, at stovnurin er lítil, kann viðkomandi starvsfólk vænta eisini at skula taka lut í øðrum uppgávum á stovninum eftir tørvi. Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarar hava útbúgving frá hægri lærustovni, svarandi til bachelor útbúgv- ing. Harumframt er tað ein treyt, at viðkomandi hevur fyrisitingarligar royndir á økinum ella sum heild innan almenna og/ella privata fyrisiting. Umsøkjarar við innliti í almenna bygnaðin og politisku skipanina hava fyrimun. Vit kunnu bjóða Eitt spennandi starv,har umsøkjarin verður við til at byggja upp ein nýggjan stovn og verður við til at mynda karmarnar innan nevnda fyrisitingar- liga økið, sum hevur stóran samfelagsligan týdn- ing. Løn og setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og viðkomandi yrkisfelag.Møguleiki er fyri, at starvsøkið verður víðkað/broytt, og má tann, ið settur verður, tola hetta. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. o.ø. skulu sendast til: Búnaðarstovuna Postrúm 50 FO-110 Tórshavn. Umsóknarfreist: 7. mars 2005. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ara Johanneson, tlf. 308030. Stutt lýsing av Búnaðarstovuni Búnaðarstovan er skipað eftir løgtingslóg nr.20 frá 17.mai 2004 um landsjørð,og fyrisitur alla almenna jørð,sum ikki er fyrisitin av ella skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni. Búnaðarstovan umsitur eisini árligu studnings- játtanina til landbúnaðarvinnuna, sum verður veitt við heimild í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003. Somuleiðis er umsitingin av aliloyvum, sambært §§ 2 og 4 í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m. latnar Bún- aðarstovuni at útinna, eins og uppgávan viðvíkjandi ali- ráðgeving, sum áður hevur ligið hjá Pf. Fiskaaling, er løgd til Búnaðarstovuna. 4,5 heiltíðarstørv eru í løtuni á Búnaðarstovuni. BÚNAÐARSTOVAN Rúsdrekkasøla Landsins søkir leiðara til handilin í Miðvági Starvið sum deildarleiðari á Rúsdrekkasøluni í Miðvági verður við hesum lýst leyst, og vit sókn- ast eftir kvinnu ella manni at taka við skjótast til- ber. Um handilin í Miðvági Virksemið er í høvuðsheitinum smásøla í handl- inum og stórordrar til skeinkistøð, veitslur v.m. Vørumóttøka og avskiping av fløskum er haraft- urat ein partur av virkseminum. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitinum Leggja til rættis og samskipa arbeiðið í handl- inum Bíleggja vøru Ymiskt eftirlit og avstemmingar Starvsfólkamál og -menning Kundaráðgeving Um starvið Tú hevur dagliga ábyrgd av handlinum, at hesin verður rikin sambært innanhýsis mannagongd- um og sambært lógum og reglugerðum fyri Rús- drekkasølu Landsins. Eisini ert tú bindilið millum handilin og høvuðsumsitingina. Arbeiðsbyrðan er skiftandi bæði hvat viðvíkur árstíð og dagar í vikuni. Tað er tí umráðandi, at tú dugir at leggja arbeiðið tilrættis. Starvið er í nógvar mátar krevjandi bæði fysiskt og mentalt,men samstundis mennandi fyri rætta persónin. Um persónin Tú hevur góð evni at samstarva, ert fyrikomandi, motiverandi og røkin.Eisini vænta vit,at tú hevur hug og evnir til at seta teg inn í nýggj viðurskifti, bæði tá tað snýr seg um vørur og rakstur av ein- um handli sum hesum. Førleikakrøv Handilsútbúgving ella líknandi saman við kunn- leika til bókhald og EDV. Førleikakrøvini stytta um upplæringina, men eru ikki ein treyt fyri setan.Vit rokna við at uttan mun til royndir og námsfrøðiligan førleika er ein ávís upplæring neyðug fyri at røkja starvið. Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið og er flokkað í 4. lfl. Umsóknarfreistin er 10. mars 2005. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógv- an Jacobsen, rakstrarleiðara, tlf. 31 42 77. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við- mælum skulu sendast til Rúsdrekkasøla Landsins Postsmoga 3069 110 Tórshavn Tlf. 31 42 77 Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Sjúkrarøktar- frøðingar Á G4 eru hesi størv sum sjúkrarøktarfrøðingar leys at søkja: • Ein sjúkrarøktarfrøðingur í náttarvakt í starvs- brøki 0,8. Til setan skjótast til ber, fram til 31. januar 2006. • Vegna barnsburðarfarloyvi søkja vit eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi í starvsbrøki 0,8 í blandað- um vaktum, frá 1. mars til 30. september 2005 og ein starvsbrøkur 0,7 í kvøldvakt frá 1.apríl til 31. oktober 2005. • Ein sjúkrarøktarfrøðing í kvøldvakt, í starvs- brøki 0,7 frá 1. apríl til 30. september 2005. Deildin er ein kirurgisk seingjardeild við servitan innan ortopædi, maga/tarm og urologi. Vit hýsa eisini sjúklingum við almenn kirurgiskum, gy- nækologiskum,eyga,oyra,nøs og hálsasjúkum.Á deildini er pláss fyri 24 sjúklingum. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Elin Vitalis, deildarleiðara á G4 á telefon 304500, lokal 5064 ella Ceciliu Vestureið leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102, e-postur ceci@lsh.fo Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi: • sum hevur prógv og góðkenning sum sjúkra- røktarfrøðingur • sum hevur fakliga vitan og royndir innan kirurgiskari sjúkrarøkt • við fleksibiliteti og góðum samstarvsevnum • sum er opin og positiv • sum vil søkja mennandi avbjóðingar Løn- og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggj- armálaráðið. Umsóknarfreistin er 14. mars 2005 kl. 12.00. Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur ”umsókn til starv”við CV,autorisatión,avrit av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO-100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk” Frá Nes kommunu Vegna farloyvi verður søkt eftir fólki at gera reint í Tofta skúla. Reingerðin er 23,75 tímar um vikuna frá 1. mars at rokna. Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðara- felag og FKA. Skrivligar umsóknir vera at senda til Nes kommunu, 650 Toftir, í seinasta lagi 28.02.2005 kl. 12.00. Nes kommuna Lesið - so eru tit við