Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 38 - 24. februar 2005 UTTAN ÚR HEIMI Minni munur í Bretlandi Nú tveir mánaðir undan bretska parlamentsvalinum vísir ein nýggj kanning, at tað styttist ímillum stjórnar- flokkin Labour og tann konservativa andstøðuflokkin. Í seinastuni hava kanningar annars víst, at Labour fór at vinna ein rímiliga tryggan sigur, men í teirri nýggju kanningini siga 37 prosent, at tey fara at atkvøða fyri Labour, og 34 prosent siga, at teirra atkvøður fara til teir konservativu. Í einari tilsvarandi kanning í desem- ber var Labour níggju prosentstig oman fyri teir kon- servativu. Hóast hesa gongdina eru teir flestu politisku eygleiðararnir á einum máli um, at Labour fer at vinna valdið eitt valskeið afturat. Enn hevur Tony Blair, forsætisráðharri, ikki kunn- gjørt, nær valið verður, men í London verður hildið, at valið verður tann 5. mei. Valstríðið er langt síðani byrjað. Serbia býtast sundur Teir politisku leiðararnir í Montenegro skjóta nú upp at býta Serbia-Montenegro sundur í tvey sjálvstøðug ríki. Filip Vujanovic og Milo Djukanovic, sum eru ávika- vist forseti og forsætisráðharri í Montenegro, hava gjørt uppskotið, sum sigur, at Serbia og Montenegro verða hvør sítt ríki, men at londini skulu halda fram í einari samveldisskipan. Teir báðir hava eisini gjørt eitt uppskot um, hvussu markið ímillum londini skal gerast. Serbia og Montenegro vórðu løgd saman í einari seinastu roynd at bjarga einum parti av gamla Jugo- slavia, men viðurskiftini ímillum partarnar eru versnað tey seinastu árini. Tað er ikki greitt, hvørja móttøku uppskotið hjá leið- arunum í Montenegro fær í Beograd. Vojislav Kost- unica, forseti, er heitur talsmaður fyri at varðveita ver- andi skipan, men serbiskir tjóðskaparmenn hava leingi kravt, at Serbia og Montenegro verða skild sundur. Skuldsettur fyri fólkamorð Fyrrverandi forsetin í Bolivia Gonzalo Sánchez og fleiri limir í stjórn hansara eru nú skuldsettir fyri fólkamorð. Fyri trimum mánaðum samtykti boliviska tjóðar- tingið at biðja ákæruvaldið reisa ákæru ímóti fyrrver- andi forsetanum og 15 av ráðharrum hansara. Teir eru skuldsettir fyri at hava havt ábyrgdina av, at 56 fólk lótu lív undir mótmælisgongum á heysti í 2003. Ófriðurin tók seg upp, tí stjórnin hjá Gonzalo Sánchez hevði gjørt av at selja USA og Meksiko gass. Tað vildi fólkið ikki, og aftan á harðar mótmælisgongur máttu forsetin og stjórnin leggja frá sær tann 17. oktober í 2003. Gonzalo Sánchez, sum er 74 ára gamal, flýddi til USA, tá hann noyddist at leggja frá sær, og har hevur hann búð síðani. Ákæruvaldið í Bolivia hevur kortini gjørt av at reisa málið ímóti honum, og verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í 30 ára fongsul, sigur BBC. Hav á Mars Myndir av gongustjørnuni Mars hava fingið vísinda- fólk at halda, at eitt fryst hav er undir jarðarskorpuni á gongustjørnuni. Myndir, sum evropeiska rúmdarfarið Mars Express hevur tikið, benda á, at tað frysta havið er 800 ferðir 900 kilometrar stórt. Vísindafólk hava leingi vitað, atisur er við teir báðar pólarnar á Mars, men hetta er fyrstu ferð, at tey hava varnast hav mitt á gongu- stjørnuni, sigur BBC. Mars hevur ikki havt atmosferu tey seinastu 3,8 milliardir árini, og síðani hevur einki rennandi vatn verið har. Evropeisku vísindafólkini halda, at jarðarskorpan oman á tí frysta havinum er heilt tunn, kanska bara nakrar fáar tummar, men tað er neyðugt at gera fleiri kanningar, áðrenn nakað kann sigast við vissu, sigur BBC. Ein veljarakanning í Noregi vísir, at ein meiriluti av veljarunum vilja hava eina stjórn við sosialdemokrat- inum Jens Stoltenberg sum forsætisráðharra. Kanningin gevur Sosial- demokratunum, Sosialist- iska Vinstraflokkinum og Miðflokkinum 55,5 prosent av atkvøðunum og 96 sessir í Stórtinginum. Teir tríggir stjórnarflokkarnir, Kristi- ligi Fólkaflokkurin, Høgri og Vinstri, fáa 25,5 prosent og 44 tingsessir. Jens Stoltenberg sigur við NTB, at kanningin vís- ir, at norsku veljararnir vilja hava eina aðra stjórn. Flestu amerikanarar halda, at tíðin er komin, til at USA fyri fyrstu ferð kann fáa eina kvinnu í forseta- embætið USA Árni Joensen fartekst@mail.dk USA hevur ongantíð havt eina kvinnu í forsetaem- bætinum, men sambært einari kanning hjá Siena College Research Insritute halda flestu amerikanarar, at tíðin er búgvin til tess nú. Ikki minni enn 81 pro- sent av teimum spurdu siga, at tey kundu hugsað sær at atkvøtt fyri einari kvinnu til forsetaembætið, og av teimum siga meiri enn helmingurin, at Hillary Rodham Clinton, senator- ur, eigur at stilla upp. 42 prosent av teimum re- publikonsku veljarunum halda, at Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, eigur at royna seg, men kortini halda bara 18 pro- sent av republikanarunum, at flokkurin fer at stilla eina kvinnu upp á næsta valin- um, sum verður í 2008. Harafturímóti siga 60 pro- sent av teimum demokrat- isku veljarunum, at teirra flokkur eigur at stilla eina kvinnu upp næstu ferð. Shiamulsimska sam- gongan í Irak hevur kosið sær Ibrahim al- Jafaari til forsætis- ráðharraevni IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann shiamuslimska sam- gongan vann tjóðartings- valið í síðsta mánað, og tá hon hevur meiriluta í ting- inum, er lítið at ivast í, at Ibrahim al-Jafaari verður forsætisráðharri. Al-Jafaari vann í kapping við Ahmed Chalabi, sum tó gjørdi av at taka seg aftur. Verandi forsætisráðharr- in, Iyad Allawi, hevur kunngjørt, at hann ætlar sær at royna at verða ver- andi í embætinum, men av tí at flokkur hansara bert fekk 14 prosent av atkvøð- unum á tjóðartingsvalin- um, eru møguleikar hans- ara sera smáir. Ibrahim al-Jafaari, sum er útbúgvin lækni, hoyrir til tann shiamuslimska átrún- aðarbólkin í Irak, og hann er formaður í flokkinum Dawa. Hann verður ikki hildin at vera serliga USA- vinarligur, men hann hevur tó sagt, at teir amerikonsku hermenninir ega at verða verandi í Irak, til endi er fingin á ófriðinum. Shiamuslimska sam- gongan hevur 140 av teim- um 275 tinglimunum og so- statt meiriluta. Reglurnar áseta, at tveir triðingar skulu atkvøða fyri teirri komandi stjórnini, og tí er hugsandi, at shiamuslimska samgongan og kurdarnir fara at taka seg saman. Kurdarnir hava 75 ting- menn, og tí kunnu hesir báðir bólkarnir gera av, hvør skal manna teir týdn- ingarmestu sessirnar í stjórnini, skrivar AP. Kurdarnir hava framman undan boðað frá, at teirra leiðari, Jalal Talabani, eigur at fáa forsetaembætið. Vilja hava aðra stjórn Vilja hava eina kvinnu í Hvítu Húsini Tað bleiv al-Jafari Meiri enn helmingurin av amerikanarunum halda, at Hillary Clinton eigur at stilla upp til forseta Ibrahim al-Jafaari verður tann fyrsti valdi forsætisráðharrin í Irak eftir einaveldið hjá Saddam Hussein