Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 38 - 24. februar 2005 Sósin tikin av hillunum Týskvøldið kom fram, at fleiri danskir matvørufram- leiðarar hava nýtt eina worcestershire sauce við ólóglia litevninum, Sudan 1, í framleiðslu síni. Danskir miðlar hava gjørt nógv burturúr hesum, men mikudagin hevði Heilsu- frøðiliga Starvsstovan í Føroyum tó ikki fingið nakað alment skriv hesum viðvíkjandi. Erla Jensen á Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni sig- ur, at tey vanliga fáa frá- boðanir, tá slík evni stinga seg upp, men at eingin slík er komin hesaferð. Starvs- stovan vísir tó til heima- síðani hjá danska Føde- varestyrelsen, eins og tey hava givið boð til handlar um at ansa eftir, at vørurnar á listanum hjá donsku myndugleikunum ikki eru á føroyskum handilshillum. Tey boðini vórðu givin beint fyri døgurða miku- dagin, og sum vit hava skilt, so eru føroysku mat- vøruhandlarnir nú farnir at kanna, hvørt tey hava nakr- ar av hesum vørum. – Vit hava júst fingið boðini, so eg veit ikki, um vit hava hesar vørur á goymslu, ella um vit møgu- liga hava selt nakað. Tað fara vit at kanna nú, og er nakað, so verður tað sjálv- sagt tikið av hillini, sigur Dánjal Jespersen í Mikla- garði, har tey nú eru um at kanna handilshillarnar. Í danska tíðindaskrivin- um verður niðanfyristand- andi vørur givnar upp sum vandamiklar, og heitt verð- ur á fólk, sum møguliga hava keypt hesar, um at koyra tær í skrell. Samstundis verður sagt, at hóast fólk hava nýtt hesar vørurnar, so er heilsu- vandin ikki ræðandi stórur. Talan er nevnliga um ógvu- liga smáar mongdir av Sud- an 1, sum verða nýttar í hesum. -jm Íslend- ingur fekk bók- menta- virðis- lønina Íslendski rithøv- undurin Sjón fekk norðurlendsku bókmentavirðisløn ina 2005 fyri skald- søguna Skugga- Baldur BÓKMENTAVIÐIS- LØN Íslendski rithøvundurin Sjón ( Sigurjón Birgir Sigurðsson) fekk norð- urlendsku bókmenta- virðislønina í ár, sigur Norðurlandaráðið í tíð- indaskrivi. Metingarnevndin sigur í grundgeving síni, at Skugga-Baldur er ein passalig blanding av skaldskapi og prosa við evnum úr íslendskum sagnum og romantisk- um frásøgukynstri, har eisini nútíðar etisk mál verða tikin upp. Sjón er føddur í 1962, og Skugga-Baldur er hansara fimta skald- søga. Umframt hevur hann millum annað givið út yrkingarsøvn, barnabøkur og stutt- søgur. Norðurlendska bók- mentavirðislønin, sum er 350.000,- danskar krónur, verður latin Sigurjóni Birgiri Sig- urðsson (Sjón) á Norð- urlandaráðsfundi í Reykjavík tann 26. oktober. Virðirlønin er latin síðan 1962 og er sostatt javngomul við ársins vinnara. ej Vørurnar á listanum hjá danska Fødevare- styrelsen eru hesar Frá Arla Foods: * Karolines Whisky Sauce. Frá Jensen's Foods: * Jensen´s Whisky sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005 * Jensen´s Cognac sauce.Mindst holdbar til 21.06.2005 * Jensen´s Favorit sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005 * Jensen´s Peber sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005 * Whisky sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005 * Steak sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005 Frá Kolding Salater: Selt til Fakta og Liva handilsketurnar * Steak sauce, med holdbarheder frem til 16.06.2005 * Whisky sauce, med holdbarheder frem til 16.06.2005 Frá Bähncke A/S: Vørurnar eru bert seld catering-marknaðinum í tíðarskeiðinum 1. apríl 2004 til 18. februar 2005-02-23 * Bähncke Tomat Ketchup 125 x 20 g mindst holdbar fra - til 28.01.05 16.09.05 * Sunset Boulevard Ketchup 20 g Mini Pose mindst holdbar fra - til 04.03.05 15.10.05 * Bähncke Power Tomat Ketchup 6 x 900 g mindst holdbar fra - til 14.01.05 18.10.05 * Bähncke Power Tomat Ketchup 1 x 11 kg mindst holdbar fra - til 06.03.05 25.09.05 * Bähncke Power Tomat Ketchup 1 x 4,25 kg (Bag in Box) mindst holdbar fra - til 03.02.05 16.08.05 * Bähncke Barbecue Sauce 1 x 4,25 kg (Bag in Box) mindst holdbar fra - til 19.01.05 26.09.05 * Bähncke Barbecue Sauce 6 x 900 g mindst holdbar fra - til 26.01.05 22.09.05 * Bähncke Barbecue Sauce 1 x 5 kg mindst holdbar fra - til 22.02.05 02.08.05 Frá Crown-Food: * Peber sauce 335 ml glas til Irma, DETAIL Irmas Pebersauce * Produceret 23.12.2004 mindst holdbar til 23.12.2005 * Produceret 18.11.2004 mindst holdbar til 18.11.2005 * Produceret 29.10.2004 mindst holdbar til 29.10.2005 * BBBQ Sauce 8 kg seld til Tasty Brand Restaurant- ketuna. Mindst holdbar til 23.02.2005 og 25.05.2005 Myndatxt Føroyskir handlar eru nú fanir at kanna, hvørt teir liggja inni við nøkrum av vørunum, sum nú eru forbodnar Tilvildarlig modellmynd: Jens Kristian Vang Í Íslandi hevur út- varpsstøðin Rás 2 havt atkvøðu um, hvør er eiggiligasta sprund Íslands. Eivør Pálsdóttir er nummar tvey á hesum topp 10 listanum og í fjør var hon nummar 10 VAKURLEIKA- KAPPING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sunnudagin var sonevndur kvinnudagur í Íslandi. Henda dag eru menn ser- stakliga góðir mótvegis kvinnum. Hetta er eitt slag av valentindegi í Íslandi. Henda dag skipaði ís- lendska Ras 2 fyri at- kvøðugreiðslu um, hvør er ársins eiggiligasta sprund í Íslandi. Í túsundatali av lurtarum, mest mannligir, atkvøða. Í fjør var Eivør Pálsdóttir nummar 10 á hesum topp 10 listanum, hóast ymisk mótmæli, tí Eivør jú ikki er íslendsk, men føroysk. Í ár gjørdist Eivør numm- ar 2 á hesum topp 10 listan- um yvir eiggiligastu sprund Íslands. Hóast somu mót- mæli aftur hava verið frammi hesaferð, so verur mest smílst at hesum, tí øll halda nógv av Eivør, sigur heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð. Nummar eitt á topp 10 listanum er sjónvarpstíð- indakvinnan Eyrún Magnúsdóttir. Eivør nærum eiggiligasta sprund Íslands