Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 39 - 25. februar 2005 UTTAN ÚR HEIMI Fáa endurgjald fyri innrás Í Kekkia hevur tjóðartingið samtykt, at avvarandi hjá teimum, sum lótu lív undir sovjetsku innrásini í 1968, skulu fáa endurgjald fyri missin. Tey, sum mistu ein av sínum kæru, fáa 40.000 krónur í endurgjaldi, og fólk, sum vórðu særd ella neyðtikin, fáa nakað minni. Uppskotið um endurgjald kom frá einum lítlum andstøðuflokki, og sambært tølum, sum flokkurin hevur útvegað, kostaði sovjetska innrásin 72 kekkum lívið. Umleið 700 onur vórðu særd. Uppskotið um endurgjald kemur ikki í gildi, fyrr enn kekkiska senatið hevur samtykt tað, men roknað verður við, at tað verður eisini samtykt har. Neyðlendi tvær ferðir Eitt flogfar hjá skandinaviska flogfelagnum SAS noyddist at neyðlenda tvær ferðir, tá tað skuldi úr týska býnum Dússeldorf til Keypmannahavnar mikudagin. Flogfarið var júst farið á flog úr Dússeldorf, tá ferða- fólkini hildu seg hoyra, at motorarnir slóknaðu. Løtu seinni bað flogskiparin starvsfólkini koma at tosa við seg, og ferðafólkini fingu nú at vita, at flogfarið mátti venda aftur, tí hitaskipanin var í ólagi. Løtu seinni setti flogfarið seg aftur í Dússeldorf, og eftir ein stuttan steðg fór tað avstaðaftur. Men aftur hesa ferð noyddist tað at venda aftur. Ein talskvinna hjá SAS sigur við blaðið VG, at tað var ólag á hitaskipanini, sum gjørdi, at flogfarið mátti venda aftur. Hon sigur, at brekið var ikki serliga álvars- samt, men hon skilir væl, at ferðafólkini kendu seg illa, tá tey sóu, at sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar vóru komnir á flogvøllin at taka ímóti flogfarinum, tá tað neyðlendi. Deyðsfall skal kannast Myndugleikarnir í Brasil eru eftir áheitan úr Noregi farnir at kanna, hvat veruliga hendi, tá skiparin á einum norskum tangaskipi bleiv funnin druknaður týsmorg- unin. Tangaskipið "Bov Viking" var á veg til brasilska býin Suape. Á midnátt skuldi ein loðsur koma umborð, men tá manningin rópti á skiparan uppi á brúnni, svaraði hann ikki. Tað vísti seg, at tann 56 ára gamli Are Willy Falmår var ikki at finna umborð, og stýrimaðurin gjørdi tí av at venda og at leita eftir honum. Tíðliga um morgunin komu teir fram á líkið. "Bov Viking" liggur nú í Suape, og brasilsku mynd- ugleikarnir hava sett skipinum og manningini forboð fyri at fara haðani, fyrr enn málið er kannað. Sambært Dagsavisen dugir eingin av manningini at siga, hvussu skiparin endaði uttanborðs. Reiðaríið Odfjell eigur "Bov Viking", og Are Willy Falmår hevði siglt hjá reið- arínum síðani 1989. Sean Connery stevndur Ein granni hjá heimskenda filmsleikaranum Sean Connery krevur, at tann 74 ára gamli filmsleikarin skal rinda 30 milliónir dollarar í endurgjaldi. Grannin vil vera við, at tað er ikki livandi fyri gangi úr íbúðini hjá Sean Connery. Eitt nú sigur hann, at handverkarar hava arbeitt inni hjá Sean Connery, og at hetta arbeiðið hevur verið so ógvusligt, at leki er komin á vatnrør, og at hansara egna innbúgv javnan hevur ver- ið fjalt av dusti. Harafturat vil grannin vera við, at Sean Connery er sera óhøviskur, skrivar New York Daily Mail. Ein talskvinna hjá tí kenda filmsleikaranum sigur við blaðið, at sonur Sean Connery eigur íbúðina á Man- hattan, men at filmsleikarin sjálvur er sjáldan í New York. Hon vísir øllum skuldsetingunum hjá grannanum aftur og leggur afturat, at í USA ber til at krevja endurgjald fyri mangt og hvat. Amerikanski hermað- urin, sum bleiv av- myndaður, tá hann siktaði eftir einum særdum iraka, verður ikki revsaður IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Seinasta heyst vísti amerik- anska sjónvarpsstøðin NBC myndir frá amerikanska álopinum á irakska býin Falluja. Tann eina dagin al- mannakunngjørdi sjón- varpið myndir av nøkrum hermonnum, sum tóku seg inn í eini hús. Á gólvinum nakrir irakar. Brádliga rópti ein av amerikonsku her- monnunum, at ein av irak- unum var framvegis á lívi. Hann lyfti riflu síni og sikt- aði eftir tí særda mannin- um. Løtu seinni small eitt skot. Altjóða Reyði Krossur og fleiri aðrir felagsskapir kravdu, at hermaðurin skuldi revsast, men í gjár kunngjørdi ein kanningar- nevnd hjá amerikanska verjumálaráðnum, at mað- urin verður ikki skuldsettur. Um orsøkina varð sagt, at prógvini ímóti honum eru ikki nóg góð, til at tað ber til at døma hann. Kanningarnevndin stað- festir, at teir særdu irakarar- nir, sum vóru í húsunum í Faluja, vóru óvápnaðir, men leggur afturat, at tað kundi tann amerikanski hermaðurin ikki vita. Í Kongo hava ST-her- menn neyðtikið børn niður í 12 ára aldur. Bara nakrir fáir eru tiknir, og offur teirra fáa onga hjálp ÁGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tvey egg ella ein pakka av smøri. Tað eru dømi um, hvat kongolesiskar kvinnur og børn hava fingið sum sam- sýning fyri at hava havt kynsligt samband við her- menninar, sum vórðu send- ir hagar at verja tey. Verjar- arnir eru brádliga vorðnir teir, sum standa fyri ágang- inum. – Um eg fari til hermenn- inar um náttina og havi samlegu við teimum, fái eg mat, eina køku ella eina banan frá teimum, sigur tann 13 ára gamla Faela við BBC. Sjálv varð hon eina- ferð neyðtikin av einum kongolesiskum uppreistrar- manni og átti seinni sonin Joseph. Tá ST-hermeninir komu, helt hon, at hon kundi kenna seg trygga, men tær óskrivaðu reglur- nar í heimbygdini gjørdu, at sum ógift mamma hevur hon ikki rætt til at fáa mat har. Tí hevði hon einki ann- að í at velja enn at selja seg. – Eg noyddist at gera tað, tí eingin annar vil átaka sær at verja Joseph. Hann er tað einasta, sum eg eigi, og eg má ansa honum, sigur tann 13 ára gamla gentan. Ein katólskur prestur, sum BBC hevur tosað við, sigur: – Fyrr plagdu foreldrini at biðja børnini fjala seg, tá uppreistrarmenninir komu. Nú siga tey tað sama, tá ST- hermenninir koma. Tíðindini um ágangin hjá ST-hermonnunum frættust í fjør, og síðani hevur ST kannað viðurskiftini. Fyri einum mánað síðani kom tann fyrsta frágreiðingin, og hon staðfestir, at umleið hundrað ungar gentur eru vorðnar við barn eftir at hava verið saman við ST- hermonnum. Har verður eisini sagt frá fleiri hóp- neyðtøkum. ST kann ikki revsa her- menninar, tí skipanin sigur, at skulu teir revsast, skal tað gerast í teirra egna landi. Frágreiðingin vísir, at nógv teir flestu hermenn- inir sleppa undan revsing, men herfyri kunngjørdu myndugleikarnir í Mar- okko, at teir hava gjørt av at revsa seks hermenn, ið hava gjørt tænastu sum ST- hermenn í Kongo. Skjeyt særdan iraka men sleppur undan revsing ST-hermenn neyðtaka børn Í dag verða børn í Kongo ávarað ímóti at fara ST-hermonnunum ov nær