fríggjadagur 25. februar 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 25. februar 2005
27
– NMT 450-skipanin verður niðurløgd 31. desember 2005
TÍÐINDASKRIV
31. desember 2005 verður
NMT 450-skipanin hjá
Føroya Tele niðurløgd.
Framleiðararnir av skipan-
ini kunnu ikki longur bjóða
eykaútgerð ella tænastu til
skipanina, og tí er Føroya
Tele ikki ført fyri at veita
nøktandi tænastu ella trygd
fyri NMT-samrøðum.
Í grannalondum okkara,
Danmark, Noregi og Svør-
íki (31.03.2005) er NMT
450-skipanin eisini avtikin.
Fyri NMT 450 hevur
Føroya Tele gjørt íløgur í
langtrøkkandi GSM. Lang-
trøkkandi GSM víðkar út-
breiðsluøkið av GSM á
havøkinum kring Føroyar.
Tríggjar støðir eru settar
upp í Føroyum: ein á
Klubbanum í Fugloy, ein á
Knúki í Mykinesi og ein á
Spóafelli í Suðuroy.
Langtrøkkandi
GSM
kann í stóran mun nøkta
tørvin á fiskileiðum kring
Føroyar, men skipanin bøtir
ikki munandi um sendi-
netið tætt undir landi ella
millum oyggjarnar. Nøkur
øki tætt undir landi, sum
NMT 450 hevur rokkið,
virka ikki við GSM. Hin-
vegin eru tað eisini øki,
sum NMT 450 ikki røkkur,
men sum virka við GSM.
Fyri at nøkta tørvin á
samskifti á teimum økjum,
har GSM-skipanin ikki
røkkur, er møguligt at nýta
nýtímans fylgisveinatæn-
astur, sum røkka útyvir
vanliga fjarskiftiskervi á
landi, á sjógvi og í luftini.
Føroya
Tele
arbeiðir
støðugt við at útbýggja
GSM-tænastuna. Við tíðini
vilja eisini tey øki, har
NMT 450 røkkur nú, men
ikki GSM, koma undir
útbreiðsløkið fyri GSM.
Vanligar GSM-telefonir
kunnu nýtast longri úti, enn
vanligt hevur verið fyrr. Alt
eftir hvør terminalútgerð
verður nýtt, hvørja støð
terminalurin hevur sam-
band við og hvussu høgt
antennan er sett yvir havið,
ber til at nýta GSM-fartele-
fonskipanina út til umleið
43-54 fjórðingar úr landi.
Tað er av alstórum týðn-
ingi at leggja til merkis, at
NMT 450 eins og GSM
ikki er ein trygdarskipan,
men ein samskiftistænasta
sum Føroya Tele veitur.
Skipini hava ábyrgd av at
hava góðkenda trygdar-
skipan umborð og ikki
leggja álit einans á eina
samskiftistænastu.
TÍÐINDASKRIV
Føroyingar hava, í samband
við sendingina »Stjerne
for en aften« hjá Danmarks
Radio, havt møguleika at
atkvøtt fyri luttakarunum í
sendingini. Føroya Tele
hevur staðið fyri tøkniliga
partinum, sum ger tað
møguligt hjá kundunum
hjá Føroya Tele at atkvøða
og eingir trupulleikar hava
verið hesum viðvíkjandi.
Føroya Tele harmast, at
vantandi kunning á sjón-
varpsskíggjanum
hevur
ført við sær ivamál um, um
tænastan hevur virkað.
Eisini kann Føroya Tele
upplýsa at føroyingar hava
atkvøtt og atkvøðurnar eru
taldar við.
Fyri at atkvøða skal
hyggjarin hava røttu enda-
tølini, sum verða upplýst í
sendingini.
Eisini
skal
hyggjarin minnast til at sláa
0045 framanfyri danska
nummarinum. Atkvøðan er
skrásett, tá ið hyggjarin fær
bundnan tóna, tvs. at
hyggjarin ikki fær samband
við
nakran
í
hinum
endanum. Uppringingin er
ókeypis. Ikki ber til hjá
føroyingum at atkvøða við
sms-boðum.
Føroya Tele:
»Stjerne for en aften»