Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 39 - 25. februar 2005 Jerry (Brad Pitt) er noyddur at fara eitt ørindi til Meksiko fyri ein gangstara. Samantha (Julia Roberts), daman hjá Jerry, heldur hetta vera eitt sera vánaligt hugskot. Hesum hevur hon so væl og virðiliga rætt í. Filmurin verður bólkaður sum ein romantiskur skemtifilmur, men minnir nógv um eitt gangstara- drama. Tað byrjaði við einum bilóhappi. Jerry rendi á ein gangstara, ið hevði ein fanga í viðføris- rúminum. Løgreglan kom uppí, og gangstarin var tik- in og settur inn at sita. Líka síðan hetta óhappið hevur Jerry verið noyddur at gera ólóglig ørindi fyri at end- urgjalda fyri óhappið. Hetta ørindið í Meksiko skal verða hansara síðsta ørindi fyri gangstaran. Hann skal eftir eini gamlari pistól, ið er gull verd. Eisini skal hann eftir einum unglingi, sum er abbasonur gangst- aran. Fimm minuttir eftir at Jerry er komin til ásettu bandidos-bygdina er pistól- in stolin, unglingin deyður og bilurin hjá Jerry er horvin. Tað stendur sostatt sera illa til hjá Jerry. Men tað stendur í veruleikanum nógv verri til, enn hann veit av. Daman, Samantha, sum næstan hevur fingið nokk av honum og hansara ørind- um, er farin til Las Vegas fyri at kobla úr og hava tað skeg. Men hon verður burt- urførd av leigudrápsmann- inum Leroy, hetta fyri at tryggja at Jerry ikki skal rýma avstað við virðis- miklu pistólini. Men Sa- mantha dugir nevniliga væl at tosa, og skjótt eru hon og Leroy mitt í einum sera kenslubornum práti um parlív, kærleika, Mars og Venus og um psykoterapi. Og skjótt hevur hon gloymt alt um veruligu uppgávuna hjá leigudrápsmanninum Leroy. Einki er eftir at stríðast fyri, alt er meiningsleyst! Lester Burnham, ein frustraður miðaldrandi familjumaður, er sannførdur um, at til- veran einki hevur uppá seg. Arbeiðið hjá honum hevur hann ongan áhuga í. For- holdið við konuna, ta ís- kaldu Carolyn, er ikki tað, sum tað einaferð var. Uttaná roynir Carolyn at lata sum um hon hevur skil á øllum, meðan hon innaní kennir seg tóma og vón- leysa. Døttir teirra, tanár- ingurin Jane, er støðugt tunglynt og sannførd um at eingin heldur hana vera vakra. Hendan negativa kensla hennara verður styrkt av at besta vinkonan er sera vakra modellin Angela. Hon hevur eina sterka sjálvsvirðing, einans orsakað av sínum vakur- leika, ið eisini hevur fanga Lester, pápa Jane. Lester er hjálparleysur og verður bergtikin av hesi vøkru gentu. Tilveran hjá Lester ávirkast, hann fer m.a. undir miðvísa kroppsvenj- ing og so sigur hann starv sítt frá sær - alt hetta fyri at tekkjast Angela. Í húsinum við síðuna av býr ein pen- sioneraður oberstur, hvørs sonur, Ricky, droymir um at arbeiða við filmum. Ricky arbeiðir við síðuna av skúlanum sum pushari, og hann selur m.a. hash til Lester, og so er hann eisini djúpt forelskaður í Jane. The Mexican American Beauty Brad Pitt og Julia Roberts í The Mexican Samantha (Julia Roberts) fellir fyri leigudrápsmann inum Leroy (James Gandolfini) Á DR1 í kvøld kl. 20.55 Lester (Kevin Spacey) er troyttur av at vera ein púra vanligur familjumaður, samstundis er hann bergtikin av vinkonuni hjá døtrini, Angela (Mena Suvari) Familjan Burnham hevur fleiri trupulleikar at dragast við í American Beauty Á TvDanmark leygarkvøldið kl. 20.25