leygardagur 26. februar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 40 - 26. februar 2005
Sólrún Michelsen og
Sámal Kristian Jacob-
sen vunnu kapping-
ina hjá Bókadeildini
um at skriva spøkils-
issøgu til børn
RITHØVUNDA-
KAPPING
tíðindaskriv
Fyrst í desember skrivaði
Bókadeild Føroya Lærara-
felags út kapping um at
skriva spøkilsissøgu til 9-12
ára gomul børn. Endamálið
er at vera við í stórari norð-
urlendskari bókaútgávu við
nýggjum spøkilsissøgum,
sum hava støði í gamlari
frásøgumentan. Í savninum
verða 8 norðurlendsk forløg
umboðað við einari ella
tveimum søgum hvørt.
33 søgur komu inn til
kappingina, og Bókadeild
Føroya Lærarafelags fegn-
ast um stóru undirtøkuna.
Nógvar søgur eru góðar, so
tað var ikki lætt at velja
burturúr. Men havandi í
huga, at søgurnar eru ætl-
aðar 9-12 ára gomlum børn-
um, máttu fleiri sáldast
burturfrá, tí tær venda sær
til ung.
Dómsnevndin
samdist
um tvær søgur: "Óvitar"
eftir Sólrún Michelsen og
"Spøkilsi, spøkilsi" eftir
Sámal Kristian Jacobsen.
Hesar søgur eru rættiligar
ólíkar, men eru báðar heil-
skapaðar og hóska væl til
aldursbólkin.
Avdúkað
verður ikki, hvussu søgu-
gongdin er, men báðar eru
sum vera man um tað
yvirnatúrliga, onnur meira
stillfør og innilig, hin við
meira aktión og humor. Og
báðar eru tær nútíðarligar.
Umframt at vinnararnir
fáa eina virðisløn á kr. 7.500
hvør, sleppa teir saman við
forlagsfólki á ráðstevnu í
Reykjavík eitt vikuskifti
fyrst í apríl, har úrvaldu søg-
urnar frá ymsu londunum
verða umrøddar og betraðar
saman við bókmentafólk-
um, ið eru serkøn í júst hes-
um bókmentaslag. Miðað
verður eftir bókaútgávu á
øllum norðurlendsku mál-
unum heystið 2006 í øllum
Norðurlondum samstundis.
Hvørt land finnur eitt lista-
fólk at myndprýða sínar
søgur.
Sum nevnt komu so
nógvar frálíkar søgur inn,
at Bókadeildin ætlar at
geva út eitt savn til ung og
annars øll, ið hava hug at
lesa spennandi søgur. Í
næstum fer dómsnevndin at
velja einar 10 - 15 søgur
burturúr, og síðan fer for-
lagið at seta seg í samband
við høvundarnar, ið eiga
hesar søgurnar, og greiða
teimum frá ætlanunum.
Spøkilsishøv-
undarnir funnir