Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR2005 Venjarin sigur seg hava álit á, at ta› framvegis er íblástur í royndu monnunum, og hann roknar avgjørt vi›, at felags moralurin og samleikin skulu bera langt NSÍ Jóannes Hansen N‡bygt øki vi› nógvum tilflytar- um hevur ikki somu samleika kjølfestu, sum gomlu bygdirnar hava, og ta› er orsøkin til, at NSÍ ikki enn hevur rokki› tindi- num í FM kappingini. Solei›is hevur ofta veri› tiki› til. Orsøkin er, at Runavík er lut- falsliga n‡tt búpláss. Øki› úr Runavík og inn móti Lambar- ei›i er nógv bygt seinastu hálvu øldina. Ta› hevur bori› vi› sær, at tilflytingin hevur veri› stór. Í sovornum førum hevur ta› ofta víst seg, at n‡ggja fólki› í eins stóran mun ella størri mun enn n‡ggja plássi›, setir seg í samband vi› plássi›, sum tey eru ætta›i frá ella úr. Ta› sigst ganga rúm tí›, á›renn samleikamenningin í sovornum førum so at siga fæst upp á pláss. Forum til slíka menning eru ikki minst ítróttarfeløgini. Fót- bólturin hevur gó›a undirtøku úr Æ›uvík og inn til Skipanesar, og nú felagi› fer at gera enn eina roynd at røkka tindinum í FM kappingini, er politikkurin at dúva upp á egi› tilfeingi. NSÍ hevur tiki› avger› um, at ta› skulu vera teirra egnu, sum spæla og bera. Ta› hava teir gjørt, tí teir halda seg hava nógvar evnaríkar spælarar og kanska eisini tí, at royndirnar hava víst, at ta› er ikki meiri enn í besta lagi› løtuvinningur at dúva upp á fremmanda arb- ei›smegi, sum fyrst og fremst fer hagar, har inntøkan er størst. Strí›i› vi› at fáa pening til vega hevur veri› størri enn úrtøkan. -H‡rurin er gó›ur, og spælar- arnir eru ídnir. Vit hava møgu- leika at vinna ímóti øllum hin- um, og ta› er eisini møguleiki fyri, at vit kunnu missa stig ímóti øllum hinum. Máli› er at røkka millum tr‡ tey fremstu. Men skal ta› eydnast, so er ta› sera t‡dningarmiki›, at avrikini ver›a meiri stø›ug. Ofta hevur ta› veri› solei›is, at NSÍ hevur snáva›, tá i› ta› minst var› rokna› vi› tí, og í lykladystun- um ímóti teimum, sum vit hava kappast um plaseringarnar vi›, hevur ta› oftast ikki veri› nóg gott. Ta› sigur Trygvi Mortensen. Hann hevur bara spælt fótbólt í NSÍ, og hann hevur fleiri fer›ir vant NSÍ. Seinastu árini hevur hann veri› í EB/Streymi og B68, har hann hevur veri› væl dámdur. Nú er hann aftur á heimavølli, og hann sigur seg ætla at n‡ta lokala samleikan. - Li›i› er rættuliga homo- gent. Jens Martin Knudsen og Christian Høgni Jacobsen eru kendir frá landsli›num. Men fyri ta› mesta er talan um spælarar, sum eru NSÍarar um ein háls. Eg havi ta fatan, at teir eru sinna›ir at strí›ast fyri felagi› og heimsta›in, og ta› er eitt gott útgangsstø›i, held- ur venjarin. Alt árið N‡ggi leisturin í landskapping- ini er ókendur fyri venjaranum, solei›is sum hann er ta› fyri øllum hinum. Trygvi sigur seg rokna vi›, at ta› ver›ur brúk fyri meiri fólki, enn ta› higartil hevur veri›, og hann roknar eisini vi›, at fótbólturin nú er vor›in ítróttur, sum fer at vera á skránni alt ári›. - Fyrsta venjingin hjá okkum var 4. november. Undan jólum vandu vit tvær fer›ir um vik- una. Um jólini høvdu vit frí, men sí›ani 13. januar hevur veri› vant vi› fullari fer›. Und- an jólum stó› ta› upp til spæl- ararnar, um teir vildu vera vi› í venjingini ella ikki. Uppmøting- in vísti, at áhugin var stórur, og ta› hevur hann eisini veri› sí›- ani. Eg haldi ikki, at líkindini nakrantí› hava veri› so út av lagi vánalig, sum tey hava veri› í vetur. Um ta› ikki hevur veri› regn og vindur, so hevur ta› veri› kavarok. Sjálvandi hevur hetta darva›, men spælararnir skulu eiga rós fyri, hvussu hugaligir teir hava veri›, sta›- festir NSÍ venjarin. Hvussu fer ta› at ávirka NSÍ, at ta› ver›a níggju umfør meiri í landskappingini? - Onkrir hava spurt, nær summarste›gurin ver›ur. Tá eg havi víst teimum kappingar- skipanina, hevur ta› veri› skjótt at sta›fest, at talan ikki ver›ur um summarste›g. At ta› fer at ver›a spælt hvørt vikuskifti, og at kappingin ikki fer at ver›a li›ug fyrrenn sí›st í oktober ber vi› sær, at ta› iva- leyst ver›ur brúk fyri at geva fleiri spælarum møguleikan, enn ta› higartil hevur veri› vanligt. Ungu spælararnir ver›a neyvan lyklaspælarar beinan- vegin, men tá i› kappingin er long og strong, fara teir uttan iva at fáa høvi at vísa, hvør dugur er í teimum. Hevur tú lagt venjingina ø›rvísi til rættis, enn tú plagar at gera? - Eitt er, at vit fóru tí›liga undir venjingarnar, og at summarste›gurin er burtur. Hesir veruleikarnir hava vi› sær, at ta› ver›ur uppaftur meiri t‡dningarmiki› vi› resitu- tiónsvenjingum, enn ta› higar- til hevur veri›. Fysioterapeut- urin tekur sær av hesum, og vit fara at n‡ta meiri tí› til hetta, enn vit á›ur hava gjørt. Okkara spælarar arbei›a til klokkan fimm hvønn dag, og nógvir teirra hava likamliga hart arb- ei›i. Undanfarnu árini hava venjingarnar veri› klokkan 18.15. Nú hava vit gjørt av at flyta venjingarnar til klokkan 19. Ta› hava vit gjørt, tí vit halda, at spælararnir hava gott av at hvíla eitt sindur, á›renn teir møta til venjingar, og eg haldi, at royndin hevur víst, at ta› fæst meiri burturúr venjing- ini, sigur Trygvi Mortensen. Avbjó›ingarnar ver›a iva- leysa stórar. Í tveimum teimum fyrstu umførunum skal NSÍ spæla í Gundadali móti HB og B36! Metingin Í fjør endaði NSÍ á sætta plássi, og teir taptu steypafinaluna. Vánirnar fyri betri endastøðu hesa ferð eru eitt nú tengdar at, hvussu tað fer at hilnast í fyrstu umførunum, og hvussu førleikin fer at vera at spæla hjá lyklaspælarum. Her verður eitt nú hugsað um Christian Høgna Jacobsen, sum undanfarnu árini hevur verið nógv skaðaplágaður. Felagsandin skal bera NSÍ Hóast talan als ikki hevur veri› um frágongd, so hevur Trygvi Mortensen eisini ætlanir um at slúsa nakrar ungan leikarar inn á besta li›i› hjá NSÍ 27 Vunnu fer›asteypi› NSÍ er einasta felagið, sum hevur vunnið aðrudeildar steypið til ognar. Hetta tí teir ikki færri enn fimm ferðir hava vunnið deildina. Seinasta ferðin av hesum var í 1996, og síðani hava teir verið fastir fúsir í bestu deildini.