hósdagur 17. mars 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
FÓTBÓLTUR2005
– Ta› riggar betur at
hava eina stammu vi›
lokalum spælarum, og
so fáa nakrar spælarar
afturat úti frá, heldur
Knút Vesturtún, sum er
ein av royndu monnun-
um á li›num hjá EB/-
Streymi
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ta› hingu hóttandi sk‡ggj yvir
Mølini í fjør, tá i› fótbóltskapp-
ingin byrja›i. Fleiri profilar á li›-
num vóru farnir a›rasta›ni at
spæla, og nógv skuldi leggjast
á her›arnar á ungum spælar-
um, sum vóru vaksnir upp í EB
og Streymi.
Stóri spurningurin var, um
li›i› fór at klára seg eftir miss-
in, og um teir ungu menninir
fór at standa royndina, tá i›
ta› gjørdist álvari í fremstu før-
oysku fótbóltsdeildini.
Men ta› gjørdu teir – væl og
vir›iliga.
EB/Streymur fekk í fjør sítt
besta úrslit nakrantí›, og sætta
plássi›, sum teir at enda fingu í
1. deild, kundi veri› eitt tri›ja
pláss og bronsumerki, um teir
bara høvdu vunni› seinasta
dystin á árinum.
Og tá i› sólin skein gjøgnum
sk‡ggini yvir Mølini, bleiktra›u
ungir spælarar sum Hans Pauli
Samuelsen, Marni Djurhuus,
Bár›ur Olsen og Gert Hansen.
Eitt n‡tt ættarli› hev›i biti› seg
fast á li›num hjá EB/Streymi,
og avrikini vóru so gó›, at onk-
ur teirra var bi›in um at koma
til landsli›svenjing fyrr í ár.
– Teir ungu spælararnir eru
nú eitt ár eldri, teir hava fingi›
fleiri royndir, og tí skuldu li›i›
ikki veri› verri fyri í ár, sigur
Knút Vesturtún, sum vi› 29 ár-
um á baki telist millum teir
eldru spælararnar á li›num.
– Ta› ber eisini til at siga, at
nú eru teir ikki so ókendir long-
ur, mótstø›uli›ini kenna teir,
men ta› skuldi ikki veri› nakar
vansi, tí teir hava sera gó›
evni.
Minst líka sterkir í ár
Knút Vesturtún heldur, at hóp-
urin hjá EB/Streymi er minst
líka sterkur í ár, sum hann var í
fjør.
– Eitt er ta›, at teir ungu
spælararnir hava fingi› fleiri
royndir, men vit hava eisini
fingi› eitt nú Egil á Bø aftur til
EB/Streym, og hann er gó›ur
og royndur spælari. Teir flestu,
sum vóru vi› á li›num í fjør,
eru vi›aftur í ár, og tí kunnu vit
byggja ví›ari á ta›, sum vit
klára›u í fjør, sigur hann.
– Vit vóru heilt nær vi› at fáa
bronsuna, men vit taptu sí›sta
dystin, og so ruku vit eitt sind-
ur aftur á stigatalvuni. Máli›
hjá okkum má vera, at vit skulu
hava minst líka gott úrslit í fjør.
Eg haldi, at vit hava líka gott li›
sum fleiri av teimum, sum end-
a›u frammanfyri okkum í fjør,
og tí er máli› realistiskt.
EB/Streymur enda›i í fjør
sum nummar 6 í 1. deild, og
ta› var besta avriki› hjá felags-
li›num nakrantí›.
Í 1994 var li›i› í 1. deild og
vendi eitt ár, men flutti aftur í
2. deild. Har var› li›i› ver›andi
í nøkur ár, men í 2000 eydna›-
ist ta› aftur at vinna uppflyting,
og sí›ani 2001 hevur li›i›
spælt í 1. deild.
Fyrstu tvey árini vóru trupul,
og EB/Streymur stríddist í
botninum vi› fáum stigum og
vánaligum málmuni, men bæ›i
í 2003 og í 2004 vóru nógv
meira flog yvir li›num, sum
hesi bæ›i árini enda›i sum
nummar 6. Í 2003 fekk li›i› 24
stig, men hev›i framvegis
negativan málmun. Í fjør komu
teir upp á 25 stig og høvdu fyri
fyrstu fer› positivan málmunn
30-25.
Gott við
føroyskari stammu
EB/Streymur hevur gingi› eitt
sindur ímóti rákinum, sum hev-
ur veri› millum fleiri av smærru
feløgunum í Føroyum. Teir
hava havt fáar útlendskar
spælarar á li›num, og í ár eru
teir bara tveir í tali.
– Felagi› hevur satsa upp á
sínar egnu spælarar, og ta›
hevur veri› gott. Ta› riggar
betur at hava eina stammu vi›
lokalum spælarum, og so fáa
nakrar spælarar afturat úti frá,
heldur Knút Vesturtún.
– Ta› er trupult at byggja eitt
li› upp um útlendskar spælar-
ar, tí tú veitst ikki, hvussu leingi
tú hevur teir í felagnum, og tí
hevur EB/Streymur gjørt ta›
rætta vi› fyrst og fremst at
hava sínar egnu spælarar á li›-
num, og so fáa nakrar afturat
úti frá.
Teir bá›ir útlendingarnir,
sum spæla í EB/Streymi í ár,
eru næstan at rokna sum lokal-
ir. Teir spæla bá›ir sum føroy-
ingar og hava stø›ast væl í
EB/Streymi. Pólverjin Andzrei
Pacek er stinnur í verjuparti-
num, og rumenin Sorin Anghel
telist millum bestu álopsspæl-
ararnar í landinum.
Umframt hesar hevur EB/-
Streymi eisini onkrar einstakar
spælarar úr ø›rum føroyskum
feløgum. Fró›i Clementsen er
komin úr Havn, og klaksvíking-
urin Gunnar á Steig hevur vart
máli› hjá EB/Streymi í meira
enn hundra› dystum. Sonni L.
Petersen, sum hev›i sín fót-
bóltsuppvøkstur í NSÍ, hevur
eisini styrkt um álopspartin á
li›num.
Gott við broyttari
kapping
Besta mansdeildin í fótbólti
ver›ur í ár munandi longri, enn
hon hevur veri› á›ur. Dystar-
tali› hjá hvørjum felag fer úr 18
dystum og upp í 27 dystir, og
summi halda, at ta› er ein
vansi fyri tey smærru feløgini,
sum ikki hava somu breiddina
sum høvu›ssta›arfeløgini og
hini størru feløgini.
Men Knút Vesturtún heldur,
at n‡ggi kappingin er spenn-
andi og ein gó› avbjó›ing – ikki
minst hjá teimum yngru spæl-
arunum.
– Ta› vera færri steypadystir
í ár, og tí ver›ur tali› á dystum
samanlagt ikki so nógv hægri,
enn ta› hevur veri›. Men ta›
vera fleiri landskappingardystir,
og ta› er fínt. Serliga hjá teim-
um ungu spælarunum, sum
veruliga vilja naka› vi› fótbólti-
num, og tí sleppa at royna seg í
fleiri dystum, sigur hann.
Og stendur ta› til Knút Vest-
urtún og hinar spælararnar hjá
EB/Streymi, so fer tann broytta
kappingin at hava vi› sær, at
EB/Streymur fer at taka enn
eitt fet upp eftir stigatalvuni í
fremstu føroysku fótbóltsdeild-
ini.
Meira støðugt at líta á sínar egnu
– Ta› er trupult at byggja eitt li› upp um útlendskar spælarar, tí tú veitst ikki, hvussu leingi tú hevur teir í felagnum, og tí hevur EB/Streymur gjørt ta›
rætta vi› fyrst og fremst at hava sínar egnu spælarar á li›num, og so fáa nakrar afturat úti frá, sigur Knút Vesturtún, sum her sæst vi›
li›formansbindinum um armin í luftdysti vi› KÍ’ara
Metingin
Tað er eitt stórt og spennandi
potentiali í EB/Streymi. Liðið fer
uttan iva at fáa fleiri góð úrslit í
ár, men skal endastøðan gerast
betur, mugu avrikini verða meira
støðug, enn tey vóru í fjør.
Eingir landsdystir
Av teimum 10 liðunum í fyrstu deild
er EB/Streymur tað einasta, sum ong-
an skrásettan landsdyst eigur millum
leikararnar. Kanska eru fyrstu altjóða
minuttirnir tó ikki so langt burturi, tí
bæði Hans Pauli Samuelsen og Marni
Djurhuus vóru við á venjingarleguni,
sum landsliðið hevði á la Manga í vár