Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 47

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 FÓTBÓLTUR2005 num enn í Europa, hava tiki› seg fram, og broytingarnar hjá Føroy- um hava ikki veri› serliga stórar tey bæ›i seinastu árini. Ey›kenni› fyri tri›ja ættarli›i› av landsli›sspælarum og teim- um, sum sí›ani eru komnir aftur- at, er, at teir ikki hava kent til anna›, enn at Føroyar hava lut- tiki› í undankappingum, og at teir hava havt møguleika fyri altjó›a royndum frá tí at teir hava veri› 15-16 ára gamlir. Í hesum ættarli›num eru Fró›i Benjaminsen, Rógvi Jacobsen, Claus Bech Jørgensen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen og Jákup á Borg, sum hava veri› sjálvskriv- a›ir millum teir fyrstu ellivu í fleiri ár og harvi› mugu roknast at vera stu›ulsspælarar, og so Atli Danielsen, He›in á Lakjuni, Christian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum, sum hava veri› vi› so miki› ofta, at teir vita, hvat ta› sn‡r seg um. Mill- um hesar eiga eisini at ver›a nevndir Hjalgrím Elttør og Jann Ingi Petersen, sum vóru í lands- li›shitanum, og sum nú fara at strí›ast fyri at koma aftur hagar, eftir at uppihaldi› í Keypmanna- havn í fjør hev›i vi› sær, at teir vór›u settir longri aftur í rø›ina. Skálamenninir Jónhard Frede- riksberg, Arnhold Berg og Pauli G. Hansen hava saman vi› HB spæl- arunum Kára Nielsen og Vagnur Mohr Mortensen veri› í hitanum, og so eru ta› uppaftur yngri spælarar, sum kunnu roknast at hoyra til fjór›a ættarli›i›. Her ver›ur hugsa› um Inga Højsted, sum í B36 skal koma fyri seg aft- ur, og sum - um hann fer at fáa landsli›smøguleikan - kann n‡ta ta› høvi› at vísa, at ta› er dugur í honum í altjó›a høpi, eisini ver›- ur hugsa› um Símun Samuelsen hjá VB, og ivaleyst kundu fleiri a›rir eisini veri› nevndir. Eitt nú teir meiri og minni ey›s‡ndu framtí›ar landsli›sspælararnir, sum vóru vi› á venjingarleguni í La Manga fyrr í ár, og so Gunnar Nielsen og Jónas fiór Næs í Frem og teir uppaftur yngri Christian R. Mouritsen og Jóhan Troest David- sen í Onglandi. Tyngdin heimeftir Ta› ver›ur tungt og torført stø›- ugt at lyfta Føroyum fram á styrk- islistanum. Longri landskapping hevur veri› rokna›ur sum ein heilivágur. Hetta stigi› ver›ur tik- i› í ár, men ta› fer neyvan at kennast aftur beinavegin. Ein annar máti at røkka tí málinum hevur veri› hildin at vera fleiri landsli›sspælarar í útlendskum feløgum. Her er skjótt at sta›- festa, at ta› leingi hevur sta›i› í sta› ella kanska gingi› skeiva vegin. Fyri 3-5 árum sí›ani kom ta› fleiri fer›ir fyri, at fleiri spælarar í átjan manna landsli›shópinum vóru úr útlendskum feløgum, enn ta› vóru úr føroyskum feløgum. Nú ta› ver›ur fari› undir seinna ári› í HM undankappingini, i› hevur sum mál at finna fram til, hvørjir luttakararnir skulu vera í enda- spælinum í T‡sklandi næsta summar, eru sjey møguligir úti- setar á landsli›num. Teir eru Todi Jónsson, Jón Rói Jacobsen, Claus Bech Jørgensen, Andrew av Fløt- um, Rógvi Jacobsen, Hans Fró›i Hansen og Johan B. Hansen. John Petersen spælir í tri›ju bestu deildini í Danmark. Hann hevur bo›a› frá, at hann nú er fyrrver- andi landsli›sspælari. Men nú hava vit nevnt hann, og harvi› er hann ikki gloymdur! At fleiri útisetar eru á li›num hevur ikki altí› av sær sjálvum havt vi› sær, at li›i› er vor›i› betri. Eitt nú hevur ta› ikki víst seg at veri› sjálvsagdur styrkur, at spælarar úr næstbestu donsku deildini hava veri› á li›num, og royndirnar hava heldur ikki víst, at spælarar, i› eru fluttir úr bestu føroysku deildini og í bestu ís- lendsku deildina eru vornir betri fótbóltsspælarar og harvi› stinn- ari umbo› fyri Føroyar. Men tá i› alt kemur til alt, so sær ta› ikki so gali› út. Javnvágin millum eldri og yngri spælarar og teir heima á landi og í útlandinum er ikki so galin, og avbjó›ingun- um bilar einki. Sveis, Ísrael, Ír- land og Kypros á heimavølli og Frakland í París og Ísrael í brenni- deplinum í Mi›eystri er ikki so gali›, sum ma›urin plagar at taka til. Okkara bólkur Ikki óvænta› eru Føroyar higartil á aftasta plássinum í okkara undankapingarbólki. Men fyrsta stigi› er longu komi› til høldar, og møguliga kann stø›an broytast, tá Cypros kemur á vitjan hjá okkum tann 17. august í ár. Úrslit 04.09.04 Írland-Cypros 3-0 (2-0) 04.09.04 Sveis-Føroyar 6-0 (4-0) 04.09.04 Frakland-Ísrael 0-0 08.09.04 Føroyar-Frakland 0-2 (0-1) 08.09.04 Sveis-Írland 1-1 (1-1) 08.09.04 Ísrael-Cypern 2-1 (0-0) 09.10.04 Cypros-Føroyar 2-2 (1-2) 09.10.04 Ísrael-Sveis 2-2 (1-2) 09.10.04 Frakland-Írland 0-0 13.10.04 Írland-Føroyar 2-0 (2-0) 13.10.04 Frakland-Cypros 0-2 (0-1) 17.11.04 Cypros-Ísrael 1-2 (1-1) Stø›an Land d v j t mál stig Írland 4 2 2 0 6-1 8 Frakland 4 2 2 0 4-0 8 Ísrael 4 2 2 0 6-4 8 Sveis 3 1 2 0 9-3 5 Cypros 5 0 1 4 4-11 1 Føroyar 4 0 1 3 2-12 1 Komandi dystir 26.03.05 Ísrael-Írland 26.03.05 Frakland-Sveis 30.03.05 Sveis-Cypros 30.03.05 Ísrael-Frakland 04.06.05 Føroyar-Sveis 04.06.05 Írland-Ísrael 08.06.05 Føroyar-Írland 17.08.05 Føroyar-Cypros 03.09.05 Frakland-Føroyar 03.09.05 Sveis-Ísrael 07.09.05 Cypros-Sveis 07.09.05 Føroyar-Ísrael 07.09.05 Írland-Frakland 08.10.05 Cypros-Ísrael 08.10.05 Ísrael-Føroyar 08.10.05 Sveis-Frakland 12.10.05 Frakland-Cypros 12.10.05 Írland-Sveis Málskjúttar Johan Vonlanthen, Sveis 4 Robbie Keane, Írland 3 Yossi Benayoun, Ísrael 3 Alaxandre Rey, Sveis 3 Michael Konstantionou, Cypros 2 Ioannis Okkas, Cypros 2 Clinton Morrison, Írland 2 Valeed Badeer, Ísrael 1 Adoram Keisi, Ísrael 1 Avi Nimni, Ísrael 1 Ludovic Giuly, Frakland 1 Djibril Cisse, Frakland 1 Sylvain Wiltord, Frakland 1 Thierry Henry, Frakland 1 Claus Bech Jørgensen, Føroyar 1 Rógvi Jacobsen, Føroyar 1 Andy Reid, Írland 1 Alaxandar Rey, Sveis 1 Hakan Yakin, Sveis 1 Jens Martin Knudsen er tann einasti, i› er eftir av sekstan manna li›num, sum í 1988 spældi fyrsta altjó›a skrásetta landsdystin í Akranesi 8. august í 1988