Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 159 - 22. august 2000 Nr. 159 - 22. august 2000 Almenn móttøka í sambandi við at Hildibjart Johansen, stjóri á Lønjavningarstovuni, hevur havt 40 ára starvsdag verður móttøka í Fiskimálastýrinum, hósdagin 24. august 2000 millum kl. 14.00-16.00. Øll eru vælkomin. Fiskimálastýrið Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 2515, Sp/f Málingabú›in, 600 Saltangará. Vi›tøkur broyttar: 22.06.2000. N‡tt navn: Sp/f Petur Gaardlykke Stjórn: Farin frá sum stjóri: Fró›i Sigvardsen, Onnugøta 3, 188 Hoyvík. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› av stjóranum. Grannsko›ari: Farin frá sum grannsko›ari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Innkomin sum grannsko›ari: P/F Rasmussen & Weihe, á Gla›sheyggi, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 18. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 3026, Sp/f 26, juni 2000, 100 Tórshavn. Vi›tøkur broyttar: 05.07.2000. N‡tt navn: Sp/f Bor›oyarnes N‡ggj adressa: Víkavegur 105, 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Nevnd: Farin úr nevndini: Annfinn V. Hansen, á Fløtum, 180 Kaldbak (forma›ur). Innkomin í nevndina sum forma›ur: Poul Martin Rasmussen, Víkavegur 105, 700 Kalskvík. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jóannes Madsen, Heygsvegur 34, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Jón Nolsøe Olsen, 530 Kambsdalur. Skráseting Føroya tann 21. aaugust 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. P/F 289, P/F Grannsko›aravirki› Inpact, statsaut. revisorar, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jógvan Sundstein, Skáki› 9, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 18. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. P/F 2867, P/F Fodan, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Eivind Sundstein, Sprogøvej 7, DK-2000 Frederiksberg. Innkomin sum stjóri: Jógvan Sundstein, Skáki› 9, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 18. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3060 Navn: Sp/f Arabo Consultants Adressa: 415 Oyrareingir Kommuna: Kollafjar›ar Kommuna Stovningardato: 12.08.2000 Vi›tøkudato: 12.08.2000 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Thomas Arabo, 415 Oyrareingir, Jan Arabo, Landavegur 115, 3th., 100 Tórshavn og Anna Arabo, 415 Oyrareingir. Nevnd: Thomas Arabo, 415 Oyrareingir (forma›ur), Anna Arabo, 415 Oyrareingir og Jan Arabo, Landavegur 115,3th, 100 Tórshavn. Stjórn: Anna Arabo, 415 Oyrareingir. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av stjóranum ella nevndarformanninum. Grannsko›ari: : P/F Rasmussen & Weihe, á Gla›sheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 12.08.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at veita rá›geving, keyp og sølu og anna› virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 18. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3061 Navn: Sp/f Ergo Design Adressa: Tinghúsvegur 40, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 10.08.2000 Vi›tøkudato: 10.08.2000 Kapitalur: Kr. 90.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 90.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Heini Weihe, Tjarnardeild 19, 100 Tórshavn, P/F Formula.fo, Sti›jagøta 5 og 11, 100 Tórshavn og Ergonomic Products Aps, Roholmsvej 15, DK-2620 Albertslund. Nevnd: Kim Morgan Ejdesgaard, Spógvavegur 44, 100 Tórshavn (forma›ur), Heini Weihe, Tjarnardeild 19, 100 Tórshavn og Poul Davidsen, Ertemarken 29, DK-2860 Søborg. Stjórn: Heini Weihe, Tjarnardeild 19, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av stjóra, nevndarformanni ella tveimum nevndarlimum. Grannsko›ari: : Sp/f KPMG, statsaut. Revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 10.08.2000 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka møblasølu og anna› starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 18. august 2000 Kristin Balle _____________________ www.sosialurin.fo STEFAN Í SKORINI Berg Vatnhamar og Jógv- an Júst Olsen hava tikið yvir sum venjarar hjá LÍF, nú Hans Mourits Foldbo fer av landinum. Nýggju venjararnir megnaðu tó ikki at fáa fulla úrtøku burturúr botndystinum móti Royn, og LÍF er nú bara eitt stig frammanfyri niðasta liðið, sum er Royn. Hetta var tó ein lítil uppreisn hjá LÍF eftir 5-0 avsmurningin móti NSÍ seinasta vikuskiftið. LÍF hevði yvirvágina í fyrra hálvleiki, men hóast tað so vóru tað suðuroy- ingarnir, sum løgdu seg framum. Spælandi ven- jarin hjá Royn, Zoran Mancic, royndi seg við skoti, sum fór dygst úti við stongina og í málið. Hetta var tá bara fimm minuttir fóru farnir. Hetta var eisini stórt sæð tað, sum hvalbingar høvdu at bjóða uppá fyri steðgin, men tað var eisini nóg mikið hjá teimum. LÍF hevði bóltin meira í fyrra hálvleiki, men hóast leik- ligu yvirvágina høvdu teir ikki nógvar málmøgu- leikar, og tá liðini fóru til hálvleik var Royn fram- manfyri 1-0. Eftir steðgin sendi LÍF nógv fólk fram á vøllin fyri at fáa tað útjavnandi málið, og tað lá eisini í luftini, at leirvíkingar fóru at skora fyrr ella seinni. Tað gjørdist eitt øgiligt trýst á Royn málið, men einki kom burturúr, hóast fleiri málmøguleikar. Royn hevði eisini ein møguleika í seinna hálv- leiki, men Allan Mikkel- sen fekk einki burturúr, tá hann kom at standa væl fyri. Tá tíggju minuttir vóru eftir, fekk heimaliðið at enda mál. Hornaspark varð sent innfyri, og Sig- fríður Olsen sendi bóltin í netið til endaliga úrslitið 1-1. Áðrenn tað hevði Páll Suni Dam havt eitt dundrandi langskot á tvørstongina, sum tó fór útaftur í spælið. Eftir út- javnandi málið hevði Sig- nar á Reynatrøð ein góð- an møguleika at skora vinnandi málið, men hann sendi sítt skot omanfyri, tá hann kom at standa frí- ur beint uttanfyri málteig- in. Hesin dysturin hevði stóran týdning fyri niður- flytingingarstríðið, tí hesi bæði liðini stríðast í botn- inum saman við KÍ, GÍ og HB, sum eisini eru kandidatar at flyta niður. LÍF er tvey tey seinastu árini endað á øðrum plássi í 2. deild, men báðu ferðina hevur liðið tapt fyri Sumba í dystinum um at sleppa upp í 1. deild. Í ár er tó øðrvísi, og nú hugsa leirvíkingar mest um at verða verandi í 2. deild. LÍF-Royn 1-1(0-1) 0-1: Zoran Mancic 1-1: Sigfríður Olsen Niðurflyting hóttir LÍF 2. deild: Nýggja venjaraparið hjá LÍF fekk ikki eina ynskibyrjan, men fekk tó eitt stig burturúr dyst- inum móti Royn, sum nú aftur er botnlið Einki tykist at bera til í løtuni hjá silvurvinnarunum tey bæði seinastu árini Fríggjadagin spældi føroyska A-landsliðið í hondbólti venjingardyst ímóti einum pressuliði sum liður í fyrireikingum til eina kapping í Danmark í seinni í vikuni STEFAN Í SKORINI A-landsliðið vann dystin 23-18, eftir at pressuliðið hevði verið frammanfyri 12-11 eftir fyrra hálva tím- an. Liðini fylgdust í fyrra hálvleiki, og ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni. Eftir fyrstu løtuna var lands- liðið tvey mál frammanfyri, og vísti eisini tað betra spælið eftir fyrstu minuttir- nar. Pressuliðið menti seg tó, sum hálvleikurin leið, og móti endanum førdi pressu- liðið 11-9. Tá hevði pressu- liðið hjá Kára O. Durhuus eisini fleiri møguleikar at leggja seg fleiri mál fram- um. Pressuliðið misnýtti møguleikarnar, og ístaðin vóru tað Áki Olsen og Hans Áki Dahl Christiansen, sum javnaðu til 11-11. Beint undan steðginum legði Áki Mørk tó pressuliðið framum aftur, tá hann lobbaði bóltin uppum málverjan í seinasta álopinum í fyrra hálvleiki. Tá liðini komu aftur á vøllin í seinna hálvleiki var eingin ivi um, hvat av teim- um hevði teir betru spælar- arnar og orkuna at vinna dystin. Fyrstu minuttirnar gekk tó javnt á, men tá hálv- leikurin varð hálvrunnin tók landsliðið yvir og vann eisini sannførandi at enda. Hevði tað ikki verið fyri fleiri góðar bjargingar hjá Óla Kristian Djurhuus í málinum hjá pressuliðnum, so hevði sigurin verið enn størri. Áki Olsen var toppskjútti hjá landsliðnum við sjey málum, meðan Heini Joen- sen og Hans Áki Dahl Christiansen skutu fýra mál í part. Hjá pressuliðnum var Halgir Dahl Olesen topp- skjútti við fýra málum, meðan Petur Martin Johan- sen og Annfinn N. Debes skutu trý mál í part. Ikki í venjing Tað var týðuligt, at spælar- arnir ikki eru í venjing enn. Nógv mistøk vórðu gjørd, sum ikki verða at síggja seinni í vetur, tá spælararnir veruliga eru komnir í venj- ing. - Eg gangi ikki so høgt Palli var ikki nøgdur uppí úrslitið, men tað, sum eg serliga eri misnøgdur við er, at verjan ov passiv og ikki nóg kontant í sínum spæli, og mótstøðuliðið slapp tí alt ov lætt til møgu- leikar, sigur Palli Joensen, venjari hjá A-landsliðnum. - Hetta verða vit revsaðir fyri, tá ið vit møta sterkari mótstøðuliðum niðri í Dan- mark, sigur Palli. Spælararnir vóru ikki í dystarvenjing, og Palli Jo- ensen var eisini misnøgdur við allar teir brendu møgu- leikarnar. - Eg haldi eisini, at vit brenna ótrúliga nógvar upp- lagdar møguleikar, og í fyrra hálvleiki lá prosentið niðri á einum triðingi, og tað er alt ov høgt, sigur Palli. Palli segði eisini, at hetta er ein afturvendandi trupul- leiki, at spælararnir brenna so nógvar møguleikar. Stórur saknur var í Inga Olsen, sum ikki var við móti pressuliðnum. Hann hevur stóran týdning fyri bindandi spælið á landsliðnum, og hann saknaði Palli Joensen eisini. A-landsliðið fór avstað mánadagin, og kappingin byrjar 25. og endar 27. au- gust. Kappingin nevnist Hummel Cup, og hon verður í Aalborg. Kvinnu- landsliðið er eisini við á ferðini niður til Aalborg. Áðrenn kappingina skal landsliðið spæla venjingar- dystir móti tveimum liðum niðri í Danmark. Kappingin í Aalborg er ein liður í fyrireikingunum til HM undankappingar dystirnar hjá kvinnum móti Svøríki í desember og EM undankappingar dystirnar hjá monnum móti Rumenia, Litava og Sveis. Landsliðið skal í minsta lagi spæla seks venjingardystir áðrenn EM dystirnar. 21 rennarar høvdu hættað sær undir tann 21 kilometra langa teinin, og ikki óvæntað vann Guttorm Søren- sen frammanfyri Signar Røsvig STEFAN Í SKORINI Guttorm Sørensen tók seg 10 sekund framum Signar Røsvig, tá bara fimm kilo- metrar vórðu lagdir afturum bak, og hesa leiðsluna helt hann heilt á málstrikuna. Guttorm ognaði sær sostatt føroyameistaraheitið, 8 se- kund frammanfyri Signar á øðrum plássi. Dystin um triðja plássið vann Cecil Weihe framm- anfyri Sølva Reinert Han- sen og Niels Jákup Jakob- sen, sum kom inn á fjórða plássi. Cecil legði hart út, og hann megnaði at halda fast um triðja plássi. Hjá kvinnunum vann Rigmor N. Joensen ikki óvæntað. Bara tvær kvinnur luttóku, og hin var Brindis Weihe. Tíðin hjá Rigmor var hálvanannan minutt betri enn besta tíðin á oyggjaleikunum seinast. Bæði Rigmor og Guttorm vunnu eisini føroyameistar- aheitið í hálvum marathon í fjør. Henda kappingin var samstundis ein partur av Daewoo Marathon kapp- ingini, har luttakararnir renna marathon tilsamans, um teir fullføra allar kapp- ingarnar. Vinnarin verður so tann, ið hevur nýtt minst tíð til samlaða teinin. F. M. Í Hálvum Marathon í Havn 19 august Menn 1. Guttorm Sørensen Treysti 1 t. 16 min. 18 sek. 2. Signar Røsvig Bragdið 1 t. 16 min. 26 sek. 3. Cecil Weihe Bragdið 1 t. 20 min. 45 sek. 4. Niels Jákup Jakobsen 1 t. 22 min. 51 sek. 5. Sølvi Reinert Hansen 1 t. 24 min. 2 sek. 6. Sigurð Justinussen 1 t. 25 min. 22 sek. Kvinnur 1. Rigmor N. Joensen Bragdið 1 t. 24 min. 49 sek. 2. Brindis R. Weihe Bragdið 2 t. 4 min. 10 sek. Guttorm Sørensen FM-vinnari í hálvum marathon