týsdagur 1. mars 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 41 - 1. mars 2005
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góða elskaða
Bjørg
Hjartaliga
tillukku við 1
ára degnum í
dag.
Kærastu
heilsanir
omman og
abbin á Skála
Góði langabbi
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 75 ára føðingar-
degnum 1. mars. Eisini ein heilsan til langommu. Vit eru
so góð við tykkum.
Ynskja Bjarta og Jóhannes
Góði elskaði Regin
Hjartaliga tillukku við 8 ára føðingardegnum.
Ynskja mamma, babba, Irena og Jógvan Tobias
Góða Siri
Hjartaliga tillukku
við 30 ára degnum
25. febr. Eisini Lív
og Natalia 19. febr
og 3. mars verður
ynskt tillukku.
Vit í Lopra
Fýra nýggjar
bøkur
Suttur, barnagarður,
klandursvætti og ein
eldfuglur eru høv-
uðsevnini í teimum
fýra bókunum, sum
Bókadeild Føroya
Lærarafelags gav út í
februar
BÓKAÚTGÁVA
tíðindaskriv
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út fýra
nýggjar bøkur í februar:
Tony Ross: Eg vil
hava suttuna
Hetta er triðja bókin hjá
Tony Ross, sum Bóka-
deildin gevur út. Hinar
báðar eru: Eg vil hava eina
systur og Eg vil hava
pottin.
Innbindingin á hesari
bókini er øðrvísi enn á
hinum, hon er meira hósk-
andi til hendan aldurs-
bólkin ímillum 0-2 ár. Hon
er innbundin í hart papp,
so einki ger, um barnið
slevar ella stoytir á bókina,
tað kann turkast av aftur!
Hóast innbindingin er
ein onnur, so er hon fram-
vegis um somu tvitnu,
lítlu prinsessuna, sum
bara forlangar og forlang-
ar, men fitt er hon álíka-
væl, ikki slepst undan at
gerast góð við hana, sjálvt
um hon bæði trampar í
gólvið og geylar øgiligt.
Hesaferð
vilja
tey
vaksnu hava lítlu prins-
essuna at gevast at brúka
suttu, og hvat kemur burt-
ur úr hesum fæst at vita
við at lesa bókina, sum
fæst í bókabúðunum fyri
60 kr.
Niels Jákup Thomsen
hevur týtt bókina, hon er
20 síður og í litum.
Steve Augarde/-
Atsuko Morozumi:
Rósa fer í barnagarð
Bókin sigur frá, hvussu tað
er at ganga í barnagarði,
men er samstundis ein
spælibók. Til ber at toga í
ymiskt fyri at fáa tað at
flyta seg ella okkurt at
henda.
Bókin er um Rósu, sum
fer í barnagarð á fyrsta
sinni, men hon er eisini
stuttlig at lesa fyri og at
spæla við hjá teimum,
sum longu hava gingið
leingi í barnagarð.
Hon sigur frá nógvum,
bæði tí, sum er stuttligt og
tí, sum er meira álvar-
samt, t.d. at fara upp at
skeldast við ein annan. Tí-
betur eru vaksin har, sum
kunnu ugga og hjálpa.
Men sjálvandi verður
størsti parturin av degnum
brúktur til spæl bæði úti
og inni.
Eydna Magnussen hev-
ur týtt bókina. Hon er ætl-
að teimum umleið 3-6 ára
gomlu og kostar 75 kr.
Ingvar Ambjørnsen:
Klandursvættini
Í røðini um tann ógvuliga
ljóta hundin Samson og
hin listinlærda og svanga
fressin Roberto er nú onn-
ur bókin komin. Tey, ið
kenna hesar báðar, vita at
teir, í fyrru bókini Arvurin
eftir Rin-Tin-Tei farbróð-
ur, fluttu á pensjonatið
Sjóvargarð, sum teir arv-
aðu. Í hesum partinum
verða høvdini løgd í blot, tí
teir skulu finna út av,
hvussu ein 14 kilo tungur
toskur kann búgva á pen-
sjonati. Men tann trupul-
leiki er ikki til, sum alla-
handa-oturin Oda ikki
kann loysa. Frøkun Krillu-
berg er framvegis hjá teim-
um, og hon er framvegis
líka gronut, og tað er held-
ur ikki sørt, at Greta verð-
ur forelskað, tí hvør megn-
ar at standa ímóti einum
yrkjandi skota?
Alexandur Kristiansen
hevur týtt Klandursvætt-
ini, hon er 100 blaðsíður
og hevur frálíkar myndir,
sum Per Dybvig hevur
teknað. Bókin er innbund-
in og kostar 130 kr.
Annika Thor:
Eldfuglurin
Knút Olsen hevur týtt bók-
ina, sum gongur fyri seg í
miðøld, men har evnini og
viðurskiftini millum ung
fólk eru nærum tíðarleys.
Hóast føroyskur nútíð-
arungdómur neyvan hev-
ur eina so strævna tilveru
sum
høvuðspersónurin
Mathias, so ber til at liva
seg inn í gerandisdagin
hjá honum, serliga tí at
rithøvundin Annika Thor
er ein meistari í at skriva
fyri ungum fólki.
Huglagið er ófrætta-
kent, og tí er gott at hava
ein góðan vin. Mathias
hevur Símun, sum hjálpir
honum
at
klára
seg
ígjøgnum ta hørðu til-
veruna hjá hansakeyp-
monnunum í Bergen.
Í slíkari støðu er tað
ringt at skilja, at besti
vinurin knappliga gerst
góður við ein annan, og
burtur úr hesum stendst
eisini ein sorgarleikur.
Hvussu leikur fer skal
ikki avdúkast her, men tá
ið Mathias at enda ger
upp við tað, honum hevur
verið fyri, er hann hóast
alt takksamur og tilvitað-
ur um, at sítt lív hevur
hann sjálvur ræði á.
Eldfuglurin er 127 síð-
ur, heft við klaffum og
kostar 130 kr.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Góði fittasti
abbi
Hjartaliga
tillukku við
degnum 26.
febr. Alt tað
besta í fram-
tíðini. Takk
fyri at tú ert so
góður við meg.
Muss og
klemm.
Rakul