mikudagur 2. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 42 - 2. mars 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Eiga at keypa Dell
Stjórin í norska flogfelagnum SAS Braathens, Petter
Jansen, heldur, at norðmenn eiga at keypa ta risastóru
teldufyritøkuna Dell.
Petter Jansen heldur, at norðmenn eiga at keypa Dell
við pengum úr tí almenna oljugrunninum. Partabræva-
virðið í fyritøkuni liggur um 600 milliardir krónur, og
tað merkir, at norðmenn mugu brúka umleið 60 prosent
av oljugrunninum, skal keypið fullførast, skrivar
Aftenposten.
Men tað hevði loyst seg væl, sigur stjórin í SAS
Braathens. Hann vísir á, at tey seinastu árini hava fleiri
fyritøkur kastað meiri av sær enn norski oljugrunnurin,
og at Dell er ein av hesum fyritøkunum. Harafturat
heldur Petter Jansen, at tað hevði verið ein fyrimunur
at savnað ein størri part av íløgupengunum í eina stóra
fyritøku.
Norski oljugrunnurin eigur frammanundan 0,158
prosent av partapeninginum í Dell.
Vil hava meiri olju
Týski kanslarin, Gerhard Schrøder, stúrir fyri teimum
høgu oljuprísunum, og nú vil hann hava tey oljufram-
leiðandi londini til at økja framleiðsluna fyri at tálma
prísunum.
Mánadagin hitti Schrøder forsætisráðharran í
Kuwait, Sabah al-Ahmed al-Sabah, og á fundinum bað
hann tey oljuframleiðandi londini hava størri ans fyri
heimsbúskapinum. Tað var kortini ikki líkt til, at orð
hansara ávirkaðu kuwaitiska stjórnarleiðaran, tí hann
svaraði, at OPEC-londini fara eftir øllum at døma at
halda fram við somu framleiðslu sum nú.
Kuwait hevur í løtuni formansskapin í OPEC. Fel-
agsskapurin fer at halda fund seinni í hesum mánað-
inum, men eygleiðarar vænta ikki, at londini fara at
økja framleiðsluna fyri at tálma oljuprísunum.
Gav seg yvir
Ein fyrrverandi bosniskur herovasti, Rasim Delic,
gjørdi mánadagin av at geva seg yvir til krígsbrots-
mannadómstólin í Haag.
Nakrir hundrað fyrrverandi bosniskir hermenn vóru
í floghavnini í Sarajevo og søgdu herovastanum farvæl,
áðrenn hann fór við flogfari til Haag. Tann 56 ára gamli
fyrrverandi herovastin kunngjørdi í síðstu viku, at hann
ætlaði at geva seg yvir til dómstólin, so hann kundi fáa
høvi at verja seg ímóti ákærunum hjá dómstólinum.
Áðrenn hann fór í flogfarið, bað hann sínar gomlu
hermenn ikki stúra, tí at rættvísið mundi fara at sigra.
Dómstólurin hevur ákært Rasim Delic fyri at hava
framt krígsbrotsverk ímóti serbum og kroatum í Bosnia
í árunum frá 1993 til 1995. Hann er eisini ákærdur fyri
at hava eggjað útlendskum muslimum til krígsbrots-
verk í Bosnia.
Finnast at Saudiarabia
Herfyri skipaðu saudiarabisku myndugleikarnir fyri
kommunuvali, men valið var av slíkum slagi, at tað
hevur ikki sissað amerikonsku stjórnina, sum vil hava
kongshúsið at fremja umfatandi demokratiskar
nýskipanir.
Í einari nýggjari frágreiðing sigur stjórnin í Washing-
ton, at mannarættindini verða als ikki hildin í Saudi-
arabia, og at tað serliga eru kvinnurnar, sum líða undir
teimum tvørrandi rættindunum. Amerikanska uttan-
ríkisráðið ásannar, at ávís framstig eru hend, men legg-
ur afturat, at enn er langt á mál.
Eitt nú vísir uttanríkisráðið á, at saudiarabisku
myndugleikarnir hava fleiri serlig átrúnaðarlig løg-
reglulið, og at hesi javnan gera seg inn á ósekar saudi-
arabar og útlendingar. Amerikanararnir siga seg eisini
hava fleiri dømi um, at tær saudiarabisku trygdar-
deildirnar pína fangar.
Tann 27. september
skulu danir á fólkaat-
kvøðu um ES-grund-
lógina
DANMARK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
27. september skulu danir
taka støðu til ES-grund-
lógina, sum ríkis- og stjórn-
arleiðararnir í teimum 25
londunum skrivaðu undir í
Rom í oktober í fjør.
Avgerðin um at halda
fólkaatkvøðuna í septem-
ber bleiv tikin aftan á ting-
ingar ímillum teir flokk-
arnar, sum taka undir við
grundlógini, og Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharri, segði fyrrakvøld-
ið, at nú fáa danir góða tíð
til at viðgera evnið og til at
taka støðu.
Danmark verður ætlandi
tað sætta landið, sum tekur
støðu til ES-grundlógina.
Spaniumenn hava longu
sagt ja, og teir næstu mán-
aðarnar verður fólkaat-
kvøða í Portugal, Frak-
landi, Niðurlondum og
Luksenburg. Ætlanin var
eisini,
at
pólendingar
skuldu taka støðu í summ-
ar, men har er fólkaat-
kvøðan útsett. Næsta ár
skulu bretar og kekkar siga
sína hugsan um grund-
lógina.
Í hinum 15 limalondun-
um verður eingin fólka-
atkvøða um grundlógina.
Har skulu tey einstøku tjóð-
artingini avgreiða málið.
Hóast forboð gingu
túsundtals libanar
mótmælisgongu í
gørunum í Beirut, og
endin var eisini, at
stjórnin legði frá sær
LIBANON
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fagnaðurin á Pínslarváttar-
torginum í Beirut mundi
ongan enda fingið, tá tað
frætist, at Omar Karimi,
forsætisráðharri,
hevði
boðað tjóðartinginum frá,
at hann og stjórnin høvdu
gjørt av at leggja frá sær.
Fráboðanin
bleiv
send
beinleiðis í sjónvarpinum.
Mótmælissigurin
var
søguligur - ikki bara í Lib-
anon, men í Miðeystri sum
heild,
siga
eygleiðarar.
Mánakvøldið hevði and-
støðan lagt eitt uppskot um
misálit á stjórnina fyri
tjóðartingið, men alt bendi
á, at stjórnin fór at vinna. Tí
kom tað sera óvart á bæði
tingmenn og libanar sum
heild, at forsætisráðharrin
tók málið í egnar hendur og
legði frá sær.
Sjálvt um avgerðin hjá
Karimi, forsætisráðharra,
var í samsvari við krøvini
hjá mótmælisfólkunum, so
eru tey ikki komin á mál
enn. Tí tað veruliga málið
er at fáa Sýrialand at taka
sínar 14.000 hermenn úr
Libanon. Tað stríðið heldur
fram, og í gjár kunngjørdi
tann politiska andstøðan, at
mótmælisgongurnar fara at
halda fram, til málið er
rokkið.
Ófriðurin í Libanon tók
seg upp, tá fyrrverandi for-
sætisráðharrin Rafik Hariri
bleiv
myrdur
í
einari
bumbuatsókn fyri fjúrtan
døgum síðani. Libanar vilja
vera við, at tað var sýriska
fregnartænastan,
sum
myrdi hann, men tað hevur
sýriska stjórnin avsannað.
Danir taka støðu í september
Søguligur fólksins sigur
Nógvir hermenn vóru settir at forða mótmælisgongunum í Beirut, men hermenninir løgdu ikki uppí