mikudagur 2. mars 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2005
3
Rætting til haganøvn
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at góða skerpikjøtið hjá
Páll í Dalsgarði, sum um vikuskiftið varð kosið sum
tað besta í landinum, kom úr Dalshaga.
Hetta er ikki rætt. Dalsgarðshagarnir eru Norðasti
hagi og Miðhagin, og er tað higani, at kjøtið stavaði.
-jm
Dorte Tilma, sum
flættar kurvar, málar
og bindir sum frítíð-
arítriv, hevur eina
framsýning við kurv-
um og myndum í
Sirri í Vági
FRAMSÝNING
tíðindaskriv
Dorte sigur sjálv at frá, at
heilt frá barnsbeini av hev-
ur tónleikur, litir, rytmur,
klangur, mynstur og linjur
havt ein høvuðsleiklut.
Hetta merkir hon eisini
sum vaksin antin hon er til
arbeiðis sum organistur, um
hon teknar, bindir, vevur,
flættar píl ella á onkran
annan hátt ger nakað
handaligt.
Tekniblokkurin er altíð
við í ferðasjáttuni, somu-
leiðis stokkar og tógv, og
vevurin er sum flyglið, tvey
tey
mest
umráðandi
amboðini í húsinum.
Áhugin fyri píli byrjaði
fyri einum 14 árum síðani
hjá Bent Winkler. Síðani
hava fólk úr m.a Írlandi, og
Onglandi verðið íbirtarar til
framhaldandi arbeiði við
pílafletting.
Dorte hevur havt fleiri
framsýningar av handa-
ligum arbeiði í Danmark.
Hon hevur tey seinastu 4
árini verðið fastur framsýn-
ari í Galleri Damcottage í
Vringsted
í
Vensyssel.
Hennara
seinasta
ferðaframsýning
var
í
gallarínum hjá Marianne
Isager í Århus.
Dorte Tilma er fødd í
1952, hon er útbúgvin á
Det Jyske Musikkonservat-
orium við kirkjumus-
ikalskari diplomeksamiu.
Hon er í løtuni organisktur
við Langeneskirkjuna í
Århus
og
lærari
við
Vestervig
kirkjumusikk-
skúla. Hon er eisini kór-
leiðari hjá kirkjukórinum
Ljómi í Vági.
Framsýningin í Sirri í
Vági er opin fram til 14.
mars
Framsýning av kurvum og myndum
Dorte Tilma hevur í hesum døgum framsýning hjá Sirri í Vági
KRIS svarar nógv-
um fólki eftir
sjónvarpssending
Sunnukvøldið og
mánakvøldið sendi
SvF sending um
kynsligan ágang
ímóti børnum, sum
fekk telefonirnar hjá
KRIS at kima
KRIS
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eftir at SvF hevði sent
sendingina
»Loynan«,
sum var um kynsligan
ágang
ímóti
børnum,
vórðu fólk víst til felags-
skapin KRIS, og tað fekk
telefonirnar at ringja.
– Telefonin ringdi allan
mánadagin
og
eisini
mánakvøldið, og tað eru
nógv ymisk fólk, sum
hava verið í sambandi við
okkum eftir sendingina,
sigur Gvøðbjørg West,
sum er forkvinna fyri
KRIS í Føroyum.
KRIS er ein tvørkirkju-
ligur felagsskapur, sum
hjálpir kynsliga misnýtt-
um og teirra avvarðandi.
– Vit eru altíð til reiðar
at lurta, og eftir telefon-
samrøður kunnu vit bjóða
ráðgeving á okkara skriv-
stovu. Vit hava nógv fak-
fólk við, og tað eru bara
fólk, sum hava tikið neyð-
ugu skeiðini hjá KRIS,
sum sleppa at veita ráð-
geving, sigur Gvøðbjørg
West.
Hon heldur, at ein send-
ing sum »Loynan« kann
fáa ymiskt fram í ljósið,
sum annars ikki hevði
komið fram.
– Sendingin var sera
sterk, og hon hevði eisini
nógvar reaktiónir við sær.
Millum annað frá avvarð-
andi og børnum.
Tað ber til at fáa meira
at vita um KRIS á heima-
síðuni hjá felasskapinum
– www.kris.fo.