Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 42 - 2. mars 2005 Tobbi spyr um leiklutin hjá tyrluni í vanlukku Torbjørn Jacobsen vil hava at vita frá lands- stýrismanninum við fiskivinnumálum, hví føroyska sjóbjarging- artyrlan ikki beinan- vegin varð send av- stað, tá ið Jøkulfell sakk í ein landnyrð- ing úr Fugloynni, og seks mans fórust VANLUKKA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tann 7. februar fórst ís- lendska farmaskipið Jøkul- fell einar 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Fimm mans vórðu bjargað- ir, meðan seks fórust í van- lukkuni. Nú er tilburðurin endaður í løgtinginum, tí løgtings- maðurin Torbjørn Jacobsen hevur boðað frá einum munnligum fyrispurningi til Bjørn Kalsø, landsstýris- mann við fiskivinnumál- um, sum væntandi skal svarast mikudagin. Hví skuldi tyrlan bíða? Torbjørn Jacobsen vil hava at vita, hvussu long tíð gekk frá tí, at neyðarkallið var komið frá Jøkulfell inn á Sjóbjargingarstøðina, til føroyska sjóbjargingartyrl- an fór á flog úr Vágum. Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hví før- oyska tyrlan ikki varð send avstað beinanvegin, ella tá ið hon var búgvin at fara á flog, soleiðis sum tað stóð at lesa í Dimmalætting eftir vanlukkuna. Í andsøgn til andan í tilbúgvingini Torbjørn Jacobsen vísir á, at ein heil skipsmanning var í vanda, men føroyska sjóbjargingartyrlan sam- bært frásøgnunum fekk boð um at bíða í Vágum. Seinni var hon so send avstað at leita eftir monnunum. – Hetta stendur eitt sind- ur í andsøgn til andan í allari tilbúgving, soleiðis sum vanligi maðurin skilir støðuna, serliga tá ið neyð- arkall er sent av søkkandi skipi, og vanligt skil sigur øllum, at tað tá stendur um lív hjá eini heilari skips- manning, soleiðis sum tað eisini skuldi vísa seg at gera í hesum førinum, sigur Torbjørn Jacobsen í við- merkingunum til fyrispurn- ingin hjá sær. Tingmenn hava úr at gera Nógv mál standa á skránni til løgtings- fundirnar hesa vik- una, og harafturat plaga nógv nýggj uppskot at verða løgd fram beint áðr- enn freistina 5. mars LØGTINGIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Løgtingsmenn fara ikki at keða seg til arbeiðis hesa vikuna. Ein rúgva av málum skulu til viðgerðar í løgtinginum, ein heilur dagur er settur av til munnligar fyrispurningar, og fríggjadagin er seinasti møguleikin at leggja nýggj uppskot fyri tingið í hesari tingsetuni. Týsdagin vóru seks løg- tingsmál til viðgerðar, og seinnapartin mikudagin er tíðin sett av til munn- ligar fyrispurningar frá løgtingsfólki, og tað plag- ar at skapa bæði nógv og fjølbroytt kjak. Freistin hesa vikuna Hósdagin standa 9 ting- mál á skránni fyri løg- tingsfundin, umframt at ófráboðaðir fyrispurning- ar kunnu setast, og fríggjadagin koma fýra mál fyri. Umframt alt hetta verður hendan vikan eisini merkt av, at seinasti framløgu- dagur nærkast, og vanligt hevur verið, at nógv nýggj uppskot verða løgd fyri tingið í evstu løtu. Sambært tingskipanini skulu uppskot verða løgd fyri løgtingið áðrenn 5. mars, og seinasti ting- fundurin áðrenn hesa freist er fríggjadagin. Eitt nýtt felag skal bjóða fram livandi tónleik og verkætlan- ir í skúlanum. Hetta kann geva børnunum íblástur og skapa áhuga fyri tónleiki, heldur arbeiðsbólk- urin, sum hevur gjørt álit um rútmiskan tónleik í Føroyum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Besti háttur at geva børnum íblástur og skapa virðing er at lata tey upp- liva (yrkis)tónleikarar í skúlastovuni ella á tón- leikapallinum. Tað stendur at lesa í álit- inum rútmiskan tónleik í Føroyum, sum í farnu viku varð handað landsstýris- monnunum við menta- málum og vinnumálum. Ein arbeiðsbólkur hevur í hálvtannað ár kanna før- oyska tónleikalívið, og arbeiðið endaði við einum áliti, sum nú er latið av- varðandi myndugleikum. Ein av tilráðingunum í áltinum er nýtt felag ella átak, sum kallast »Durur«. Hetta felag skal skipa fyri framførslum og verkætlan- um í skúlum – At fáa okkurt nýtt inn um skúlagátt skapar áhuga í sjálvum sær, men tað ger næmingarnar eisini tilvit- aðar um tónleik sum ein skapandi førleika, heldur arbeiðsbólkurin. – Tað hevur eisini týdn- ing fyri tónleikaran at hava aðrar framførslupallar og áhoyrarar enn á vanligu, kvøldligu spælistøðunum. Hetta snýr seg eisini um eina uppalandi frálæru og medvit um tónleik, tón- leikasøgu, ástøði og annað. Nýggjan samskipara Arbeiðsbólkurin heldur, at fleiri møguleikar eru at skipa tónleikaligu tilboðini til skúlarnar. Ein møguleiki hevði ver- ið Føroya Musikkskúla- skipan, har ein persónur sit- ur og samskipar ymisku til- tøkini og tilboðini. Virk- semið kundi eisini komið undir virksemið hjá Kon- sertfelagnum. Og uppaftur ein annar møguleiki kundi verið eitt samstarv við Landsmiðstøðina, sum millum annað hevur til endamáls at veita skúlum tilfar, soleiðis at tað er námsfrøðiliga væl lagt til rættis og viðgjørt, heldur arbeiðsbólkurin. Í álitnum um rútmiskan tónleik verður ført fram, at hetta átakið kundi verið fyrireikað longu í ár, so tað kom at virka frá komandi skúlaári. Leygardagin verður uppboðssøla av listar- verkum í Klaksvík. Í tríggjar dagar framm- anundan kunnu verkini, sum Amariel Norðoy, Anfinn Kalls- berg, Torbjørn Jacob- sen og onnur hava málað, síggjast á framsýning í Café KÍ UPPBOÐSSØLA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygardagin hevur Klaks- víkar Ítróttarfelag uppboðs- sølu av listarverkum. Hetta tiltak er áður roynt við góð- um úrsliti, og nú verður ein nýggj roynd gjørd. Mikukvøldið letur fram- sýningin av verkunum upp, og listin hjá royndum listar- monnum og øðrum kendum persónum kann síggjast í Café KÍ fram til leygardag- in. Tá ið framsýningin letur upp mikukvøldið, fara limir úr bólkinum I Am at spæla. Leygarkvøldið kl. 19.00 verður so sjálv uppboðssøl- an, har øll kunnu bjóða upp á verkini. Tað er ein røð av kendum listarmonnum og kendum persónum, sum ikki hava útmerkað seg við máln- ingalista áður, sum hava málað málningarnar. Amariel Norðoy og Eli Smith er millum tey kendu listarfólkini, men fólk sum Anfinn Kallsberg, Torbjørn Jacobsen, Jastrid Gullak- sen, Jákup Mikkelsen, Steinbjørn O. Jacobsen og Bjørn Kalsø eisini royna seg við penslinum. Selja listarverk á uppboði Skúlakonsertir skulu kveikja tónleikarar Føroyskir tónleikarar skulu verða við til at kveikja áhugan fyri tónleiki og framførslum við at spæla fyri skúlabørnum, heldur arbeiðsbólkur