mikudagur 2. mars 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 42 - 2. mars 2005
Hjálparpresturin einsamallur
Tað tykist vera rætti-
liga alment, at stríð er
millum prestarnar í
Suðurstreymoyar
eystara prestagjaldi. Í
lesarabrævi í bløðun-
um í dag fara kirkju-
tænararnir í Havnar
Kirkju beinleiðis í
part við Bjarna Bæk
og Sonju Klein
PRESTAMÁL
Edvard Joensen
Hóast partarnir í málinum
um ósemjuna millum prest-
arnar í Suðurstreymoyar
eystara prestagjaldi tykjast
vilja halda málið innanhýs-
is, tykist nú vera rættiliga
alment, at stríð er millum
prestarnar. Nú hava eisini
kirkjutænararnir í Havnar
Kirkju valt part í málinum
og stuðla Bjarna Bæk og
Sonju Klein.
Í lesarabrævi í dag siga
teir níggju kirkjutænararnir
í Havnar Kirkju soleiðis:
»Undirritaður kirkjutæn-
arar í Havnar Kirkju veita
prestum okkara Bjarna
Bæk og Sonju Klein okkara
fulla stuðul«.
Sostatt tykist vera púra
alment, at stríð er innan-
veggja í dómkirkjuni.
Tað er ringt at fáa fólk við
tilknýti til kirkjuna at gera
vimerkingar til hetta málið,
sum teimum flestu man
tykjast rættiliga eymt og,
sum onkur tekur til, eisini
óneyðugt. Tí kirkjan skuldi
hevur verið savnandi enn
spjaðandi, sum tey siga.
Sosialurin hevur tosað
við nógv fólk við kirkju-
ligum tilknýti. Bæði leik og
lærd. Men hóast viðmerk-
ingarnar ikki skorta, vilja
fólk ikki verða endurgivin
við navni í fjølmiðlunum.
Tó gongur aftur, at tey
halda, at kirkjuráðini, sum
hava innstillað prestin, sum
í hesum føri talan er um,
hava ikki verið nóg ágang-
andi, áðrenn støða er tikin
til innstilling.
Skilliga gongur fram, at
eingin setanarsamrøða hev-
ur verið annað enn tað,
prestur og krikjuráðsfor-
menn hava tosað um í tele-
fon, umframt ta obligator-
isku bisparoyndina, sum
allir prestar skulu ígjøgn-
um.
Onkur kelda, sum tosað
er við, vísir á, at tað tykist,
sum vit eru við at fáa eina
tvíbýtta kirkju við prestum
frá univeristetunum, og
prestum frá Dansk Bibel
Institut. Og tað eru prestar-
nir frá DBI, sum eru teir
sjónskaru, tá ræður um at
koma
við
persónligum
meiningum.
Tað tulka somu keldur
soleiðis sum, at nú eru vit
við at fáa fundamentalismu
av sama slagi sum ta musl-
imsku inn í kirkjuna. Og
hesum hava kirkjuráðini
ábyrgdina av, tí tey eru ikki
nóg vakin, tá prestar verða
settir.
Ella kanska eru tey
árvakin og seta bara teir
prestar, sum hava hesa
áskoðan. Tí í veruleikanum
er tað kirkjufólkið sjálvt,
sum skal velja kirkjuráðini,
ið ikki er vakið. Sosleiðis at
bert tey við fundamentalist-
iskum áskoðanum halda
seg fram at og velja tey í
kirkujráðini,
sum
hava
somu hugsan sum DBI
prestarnir, sigur ein kelda,
sum ynskir at vera ónevnd.
Jóannis Fonsdal,
prestur, sigur, at hann
boðaði dómprósti og
pørtum av kirkjuráð-
unum frá síni støðu,
áðrenn hann varð
settur í starv
PRESTAMÁL
Edvard Joensen
Hjálparpresturin í Suður-
streymoyar eystara presta-
gjaldi, Jóannis Fonsdal,
sigur, at hann segði Bjarna
Bæk, dómprósti, frá støðu
síni til kvinnuligar prestar,
sum hann grundar á læru
Bíbliunnar um, at kvinnur
eru frítiknar fyri lærara-
gerninginum. Tað hevði
dómprósturin ongar við-
merkingar til, sigur hann.
At kirkjuráðini, sum hava
sett prestin í starv, ikki
gjørdu nakað við hendan
spurningin, var so teirra
val. Men formaðurin í
kirkjuráðnum í Nólsoy,
sum er eitt av trimum
krikjuráðum í prestagjald-
inum, varð eisini kunnaður
um hesa støðuna hjá presti.
Tí hann spurdi um tað,
sigur Jóannis Fonsdal.
– Kirkjuráðsformaðurin í
Nólsoy var tann einasti,
sum spurdi um hesi viður-
skifti, og eg legði kortini
opin á borðið. Hann hevði
ongar viðmerkingar, og eg
hoyrdi einki aftur um tað,
greiðir prestur frá.
Hann sigur, at hann vænt-
aði, at tá hann var til sam-
røðu hjá biskupi, fór hetta
at verða tikið fram aftur, tí
hann var ikki í iva um, at
dómprosturin og kirkju-
ráðsformaðurin í Nólsoy
mundu hava nevnt hetta
fyri biskupinum. Men tað
tóktist ikki so, tí tá samrøða
teirra var liðug, hevði hetta
málið als ikki verið nevnt.
Jóannis Fonsdal sigur, at
hann eisini tosaði við for-
menninar í kirkjuráðunum
við Havnar Kirkju og í
Kaldbak um ymisk viður-
skifti viðvíkjandi starvin-
um. Talan var um langar
telefonsamrøður,
men
hvørgin teirra gretti við
einum orðið hetta málið,
sigur hann.
Kirkjuráðsformaðurin í
Nólsoy váttar fyri Sosialin-
um, at hann spurdi kom-
andi prestin um hesi viður-
skifti, og at prestur segði
sína støðu. Hetta bar for-
maðurin so fram á kirkju-
ráðsfundi í Nólsoy, en
meira varð ikki gjørt við
tað. Presturin varð innstill-
aður og settur í starv.
Bjarni Bæk, dómpróstur,
tykist hinvegin vera eitt
sindur ovfarin, tá hann
verður spurdur um hesa
samrøðuna við prestin.
Hann vil ikki gera við-
merkingar til tað í bløð-
unum, sigur hann. Hatta vil
hann tosa beinleiðis við
prestin um.
Kirkjutænararnir í Havnar
Kirkju hava nú lagt seg út í
prestastríðið, ið tískil má
sigast vera vera vorðið
víðopið
Støðan hjá presti var kend
Bæði dómpróstur og kirkju-
ráðsformaðurin í Nólsoy
vistu um støðu mína til
kvinnuligar prestar, áðrenn
eg varð settur í starv, sigur
Jóannis Fonsdal, prestur