mikudagur 2. mars 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2005
7
– Kjarnin í hesum
málinum er, at at fólk
ikki verða upplýst
um, hvørja kirkju-
politiska dagskrá
kirkjuráðini hava.
Vistu tey tað, vistu tey
eisini, hvussu tey
kundu gjørt sína
ávirkan galdandi, tá
prestur verður settur
í starv. Sum er, fær
man illgruna um at
onkur hevur áhuga í
at lirka ávísar prestar
inn um kirkjugátt,
sigur Armgarð Arge,
gudfrøðingur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Eg dugi ikki við mín
besta vilja at síggja, at
hendan
ósemjan
innan
fólkakirkjuna kann føra
nakað gott við sær. Støðan
er so burturvið, at tað er
ikki trupult at síggja fyri
sær, at vit eru við at fáa
eina prestakirkju við einum
topp 10 lista yvir teir gud-
ligastu prestarnar, í staðin
fyri eina fólkakirkju. Og tá
kunnu vit kanska hóskandi
eisini byrja at býta kirkju-
liðið upp í tey gudligu og
tey ógudligu og lata fyrra
liðið koma í kirkju kl 10,
meðan hini møta ein tíma
seinni. Støðan er jú full-
komiliga grotesk og eftir
mínum tykki ómetaliga
syndarlig, sigur Armgarð
Arge.
Illgruni um lusk
Armgarð Arge er stórliga
bangin fyri, at innanhýsis
ósemjan millum prestarnar
er við at spreingja okkara
fólkakirkju. Hetta er sera
harmiligt, tí hetta er í
grundini eitt nýtt fyribrigdi.
Hesir sokallaðu bíbliu-
trúgvu prestarnir hava lisið
á Dansk Bibel Institut, og tá
vita vit, hvørja áskoðan teir
hava
á
millum
annað
kvinnuligar og fráskildar
prestar. Beint nú er ein
heilur árgangur av hesum
prestum á veg út í donsku
og føroysku fólkakirkjur-
nar, og tí má kirkjan melda
út, hvørja støðu hon hevur
til teir. Kirkjuliðið hevur
eisini krav uppá at vita,
hvørji gudfrøðilig sjónar-
mið teirra prestur hevur. Og
er hann ikki sinnaður at
gera tað greitt sjálvur,
mugu kirkjuráðini skaffa
sær upplýsingarnar
- Eg meini bara, at tá ein
prestur søkir eitt starv,
mátti minsta kravið verið,
at kirkjuráðini hittu hann,
tosaðu við hann og hoyrdu
hann prædika. So kann
ongin koma aftaná og siga,
at tey ikki vistu, hvat hesin
presturin stóð fyri.
Sambært Armgarð er
stóri trupulleikin er at fólk
stutt sagt ikki vita, hvussu
tey kunnu gera sína ávirkan
galdandi kirkjupolitiskt. Og
tað vita tey ikki, tí ongin
fortelur teimum tað. Sum
er, kemur ein lítil notits
onkustaðni, um at kirkju-
ráðsval verður um nakrar
dagar. Onki verður gjørt
fyri at skunda undir fólk til
at fara á val, og tey sum
fara, mugu sjálvi syrgja fyri
at finna út av, hvørji kirkju-
politisk
sjónarmið,
tey
ymsu valevnini hava.
- Eg meini at bispur
skuldi upplýst um teir ymsu
listarnar, tá kirkjuráðsvalini
nærkast júst uppá sama
máta, sum tá vit hava polit-
isk val annars. So høvdu øll
vita, hvat var at veja ímill-
um, og ongin hevði tí havt
nakað at grenja um aftaná.
Sum tað gongur fyri seg í
løtuni, er tað onki løgi í, um
fólk kenna seg villeidd og
fáa illgruna um, at onkur
roynir at luska okkurt
ígjøgnum
Sagar greinina
hon situr á
Armgarð heldur tað eisini
vera sera tankavekjandi, at
øll okkara rættarskipan
byggir á fólkaræði, sam-
stundis sum, at mótviljin
móti kvinnuligum prestur í
grundini er brot á altjóða
mannarættindi. Tað finst jú
ongin 100% próvgrund fyri
at siga, at ein kvinnuligur
prestur er ein svikaprofetur.
Og at siga slíkt, ella at siga
at ein fráskildur prestur ikki
er góður nokk er ikki bara
óvirðiligt fyri kirkjuna –
tað er beinleiðis ókristiligt
og skúgvar til viks allar
kristnar aðalreglur um fyri-
geving, og at vit øll eru líka
í Guds eygum.
Ein annar stórur trupul-
leiki í hesum er, at kirju-
liðið byrjar at fyrihalda seg
til prestarnar sum persónar,
og ikki sum prestar. Og tað
hevur jú ongantíð verið
meiningin. Funktiónin við
prestakjólanum er jú nett-
upp, at tú kanst síggja burt-
ur frá persóninum og fyri-
halda teg til boðskapin,
røddin boðar.
- Men vit vita jú, at fólk
sita og kjakast um, hvønn
prest tey skulu lata konfir-
mera sítt barn, hvør man
vilja gifta tey, um tey eru
fráskild, ella um hesin ella
hasin man hava lisið á DBI
ella ikki. Hetta skapar eitt
illgrunasemi millum fólk,
sum er órímiligt og í allar
mátar óvirðiligt fyri fólka-
kirkjuna, sigur Armgarð
Armgarð minnir á, at
prestar fyrst og fremst eru
tænarar hjá kirkjuliðnum.
Hvørki meir ella minni.
Men sum er, hava summir
av teimum átikið sær ein
dømandi leiklut, har teir
sita og gera av, hvør er
góður nokk ella ikki. Eitt
er, at hetta hevur ongin av
okkum rætt til, men hetta
hevur sjálvandi eisini við
sær, at fólk taka avstand frá
fólkakirkjuni. Og tað er
uttan iva eisini við til at
fólk alsamt leita aðrar leiðir
í síni andligu leitan. Ì so
máta er tað neyvan nakar
ivi um, at kirkjan sjálv er
við at saga greinina av hon
situr á, heldur Armgarð
- Eg sigi ikki, at kirkjan
skal góðtaka alt. Men rákið,
sum vit síggja beint nú, er
so totalitert, at tað byrjar at
minna um fundamental-
ismu, har fólk sita og sláa
upp í eini bók, og har frá
fella dómar yvir síni med-
menniskju, sigur Armgarð
Arge.
Armgarð Arge, gudfrøðingur:
Stríðið spreingir kirkjuna
Stríðið í fólkakirkjuni er fullkomiliga groteskt og ómetaliga syndarligt, heldur Armgarð Arge, gudfrøðingur